Felagið hevði í 1997 eitt hall uppá góðar 5,6 mill. kr. Eitt úrslit, sum nevndin sjálv-andi ikki er nøgd við, men sum skal síggjast í ljósinum av tí stóru umlegging og tillaging, sum er farin fram í rakstri [...] rakstri felagsins í 1997. Felagið varð endurskipað í mars 1997. Ein nærri útgreining av rakstrinum síðan hesa umskipan er at finna í ársfrágreiðingini fyri 1997. Í ætlanunum fyri 1998 verður roknað við einum [...] Sverri Hansen tók ikki við afturvali til nevndina og valdi aðalfundurin Sofus Poulsen, stjóra, fyri hann. Teir, ið sita í nevndini eru: Símun Mittún, Petur Even Djurhuus, Bergur í Garði og Sofus Poulsen
Hóast sólin ikki kagaði fram í Havn leygardagin, so gjørdi hon tað aðrastaðni. Millum annað í Koltri. Og tí má sigast, at limirnir í Havnar Bjargingarfelag og Reyða Krossi vóru stak hepnir. Teir høvdu [...] var hon bert flutt út í Koltur í staðin. Bjragingarroyndin gekk upp á stás og øll útgerðin riggaði sum hon skuldi. Sett upp bjargingarring Fyrr í tíðini var vanligt, at Reyði Krossur í Føroyum setti upp [...] gjørt av, at fara út í Koltur at gera eina bjargingarroynd við nýggju klatriútgerðini, sum teir hava útvegað sær. Í hesum sambandi høvdu teir fingið tyrluna hjá Atlantsflog at verða við í bjargingarroyndini
vinna nógvar pengar - og ikki at tala um, er tað ein bilur, sum í Føroyum liggur um 7-800.000 - hann kostar í Danmark væl oman fyri milliónina, og so skjótt lækkar hann ikki í virði. Í fjør koma 98 bilar til [...] Einasta treytin er, at bilurin skal hava verið skrásettur í Føroyum í eitt hálvt ár og at føroyingurin skal eiga bilin í Danmark í eitt ár - tá hendan tíðin er liðin, at eingin momsur og eingin tollur [...] regla hevur fingið størri týdning er, at tollurin á bilum í Føroyum lækkaði so nogv í 1995 - at nú eru bilarnir rættuliga nógv bíligari í Føroyum enn í Danmark. Men politikarar nýsta, og henda regla verður
telist enn ikki millum tey feløg, sum hava víst sín samhuga við Starvsmannafelagnum, men Starvsmannafelagið minnir á, at tað ikki er gamalt, at uttanhýsisfólk kemur og ger eitt arbeiði í almennu loftmiðlunum [...] Í hesum føri verður sipað til Rudolf Joensen, sum syrgdi fyri, at Gekkahjólið spann, og SVF vann sær pening. Útvarpið hevði eisini sín V4 drátt, men hesum tók Jógvan Jespersen sær sjálvur av, og hevur [...] hevur Starvsmannafelagið tí einki at finnast at í hesum sambandi. Men felagið vísir á heimasíðuni á, at Tródur Djurhuus mangan sjálvur hevur verið gekkavertur ? og tí kundi hann eisini gjørt tað fríggjakvødlið
hevði maðurin heldur ikki fingið í hesum føri. Sostatt fær maðurin bót fyri at hava brotið lógina. Klokkan eitt í nátt slóð eisini ein tjóvaríalarmur til í einum almennu bygningi í Klaksvík. Tey fóru at [...] Nakað fyri midnátt í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna tí tað var tjúkt í royki ímillum húsini í einum grannalagi í Klaksvík. Tá ið løgreglan fór at kanna málið, komu tey fram á ein mann, sum hevði [...] hevði gjørt sær eitt bál í havanum, har hann brendi ymiskt burturkast. Men tað er ikki loyvt at brenna bál uttan at nakað, tí tað krevst loyvi til tað. Og løgreglan sigur, at tað er sjáldan, at tey geva loyvi
Á størsta blaðnum í økinum kring Viborg, Viborg Folkeblad gera tey nógv burturúr dystinum í triðja undanumfarinum í Europa Conference League millum B36 og Viborg. Dysturin á Tórsvølli millum B36 og Viborg [...] klokkan 19 í kvøld. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Viborg Folkeblad fer at stroyma dystin ókeypis á heimasíðuni hjá blaðnum. Tíðindamaðurin hjá Viborg Folkeblad, Danni Kristensen sum er í Føroyum í hesum [...] hesum døgum sigur seg ikki í sínum villasta hugflogi kunna ímynda sær, at Viborg ikki vinnur seg víðari til Play Off umfarið, har kenda Premier League felagið, West Ham United bíðar. Tó letur Danni Kristensen
Í dag hevur hægstirættur í USA tikið eina søguliga avgerð: Kvinnur hava ikki rætt til fosturtøku. Ístaðin fer tað at standa til hvønn stat sær at gera sínar egnu lóg um fosturtøku. Tað eru níggju dómarar [...] krstna høgravongin í USA. Fleiri statir hava longu fyrireikað seg upp á at banna fosturtøku og í Missouri hava tey longu samtykt at banna fosturtøku, sigur DR. Avgerðin hevur vakt ans í USA, og nógva staðni [...] dómarar í hægstarætti og fimm av teimum atkvøddu fyri at avtaka rættin til fosturtøku, tí tað stendur einki um fosturtøku í amerikansku stjórnarskipanini. Tey, sum vildu varðveita rættin til fosturtøku, siga
ólavsøku? - Í ár fari eg ikki á ólavsøku, tí eg eri til fiskiskap eftir rækjum í Vesturgrønlandi. Hvussu heldur tú ólavsøku í ár? - Ólavsøkan verður hildin umborð, har vit fylgja við sum best í KvF. Tað sigur [...] við ólavsøkuni? - Veit ikki, um nakað kundi verið nógv øðrvísi. Kanska kundu vit fingið aðrar sangir í sangheftið til midnáttarsangin. Brian Hansen heldur fyri, at fólk í stóran mun sjálvi gera av, hvussu [...] Brian Hansen í Nólsoy, sum er maskinstjóri umborð á grønlendska trolaranum, Avataq. Hvat er tað besta við ólavsøkuni? - Tað besta við ólavsøkuni er kappróðurin, serliga var ólavsøkan góð í 2003, tá vit
Tað er ikki nógv, tú hevur fulla vissu fyri í hesum heimi. Tá ringast vil til, kann tað merkiligasta henda. Ein kaldan dag kanst tú fáa eina glerpípu í høvdið, um tú gongur undir einum háhúsum. Í norska [...] Oslo fekk ein maður í dag eitt heilt vindeyga í høvdið, tá hann gekk eftir gøtuni við Carl Berner Plássið, og vindeygað datt heilt av triðju hædd og rakti mannin. Tá Verdens Gang í kvøld skrivaði um hendingina [...] sum nú noyðist at syrgja fyri, at slíkt ikki hendir aftur. - Orsøkin til hendingina í Oslo í dag er helst vantandi viðlíkahald av ognini, haðani vindeygað datt av triðju hædd og rakti mannin á gøtuni
Manchester United hevur í summar sett hollendska Erik ten Hag sum venjara. Hann hevur nú havt sín fyrsta arbeiðsdag, og miðlarnir í Onglandi eru á tremur við søgum um spælarar. Størstu yvirskriftirnar [...] Erik ten Hag. Nýggjasta søgan er, at Manchester United er í holt við at keypa Tyrell Malacia. Hollendski vinstri bakkurin spælir við Feyenoord í Hollandi. Hann hevur annars verið á veg til franska Lyon [...] beint yvir 100 milliónir krónur fyri bakkin. Av øðrum søgum er, at Cristiano Ronaldo ikki er nøgdur við vantandi innkeypini í summar. Tað kom úr portugisiskum miðlum, meðan aðrir miðlar skriva, at Cristiano