Hóast sólin ikki kagaði fram í Havn leygardagin, so gjørdi hon tað aðrastaðni. Millum annað í Koltri.
Og tí má sigast, at limirnir í Havnar Bjargingarfelag og Reyða Krossi vóru stak hepnir.
Teir høvdu nevniliga gjørt av, at fara út í Koltur at gera eina bjargingarroynd við nýggju klatriútgerðini, sum teir hava útvegað sær.
Í hesum sambandi høvdu teir fingið tyrluna hjá Atlantsflog at verða við í bjargingarroyndini. Teir hava bjargingarroynd einaferð um vikuna. Hesaferð var hon bert flutt út í Koltur í staðin.
Bjragingarroyndin gekk upp á stás og øll útgerðin riggaði sum hon skuldi.
Sett upp bjargingarring
Fyrr í tíðini var vanligt, at Reyði Krossur í Føroyum setti upp bjargingarringar har kommunurnar ikki hildu seg til, at seta teir upp.
Henda táttin hevur Reyði Krossur í Føroyum nú tikið upp aftur og leygardagin var tann fyrsti nýggi bjargingarringurin settur upp í Koltri.
So nú skuldu umstøðurnar hjá ferðafólki í Koltri verði eitt sindur frægari.