Nakað fyri midnátt í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna tí tað var tjúkt í royki ímillum húsini í einum grannalagi í Klaksvík.
Tá ið løgreglan fór at kanna málið, komu tey fram á ein mann, sum hevði gjørt sær eitt bál í havanum, har hann brendi ymiskt burturkast. Men tað er ikki loyvt at brenna bál uttan at nakað, tí tað krevst loyvi til tað.
Og løgreglan sigur, at tað er sjáldan, at tey geva loyvi til at hava opnan eld inn ímillum hús, og tað hevði maðurin heldur ikki fingið í hesum føri. Sostatt fær maðurin bót fyri at hava brotið lógina.
Klokkan eitt í nátt slóð eisini ein tjóvaríalarmur til í einum almennu bygningi í Klaksvík. Tey fóru at kanna málið saman við fólki, sum arbeiddi í bygninginum, men tey sóu einki til, at nakað var stolið. Síðani vóru myndirnar frá vakmyndatólunum gjøgnumgingin, men har var eisini alt stilt og friðarligt. Sostatt varð staðfest, at talan var um eitt tekniskt brek, sum fekk tjóvaríalarmin frá.