Fert tú á ólavsøku?
- Í ár fari eg ikki á ólavsøku, tí eg eri til fiskiskap eftir rækjum í Vesturgrønlandi.
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Ólavsøkan verður hildin umborð, har vit fylgja við sum best í KvF.
Tað sigur Brian Hansen í Nólsoy, sum er maskinstjóri umborð á grønlendska trolaranum, Avataq.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað besta við ólavsøkuni er kappróðurin, serliga var ólavsøkan góð í 2003, tá vit vunnu við Nólsoyinginum og í 2013, tá vit vunnu oldboys-kappróðurin.
Skemtandi leggur Brian Hansen aftrat, at planurin er aftur at vinna við Nólsoyingi á ólavsøku í 2023.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Veit ikki, um nakað kundi verið nógv øðrvísi. Kanska kundu vit fingið aðrar sangir í sangheftið til midnáttarsangin.
Brian Hansen heldur fyri, at fólk í stóran mun sjálvi gera av, hvussu ólavsøkan verður.
- Karmarnir eru góðir, og restina avgera vit sjálvi, leggur hann aftrat.
##med2##