Føroyingar spara bilavgjald í Danmark

Føroyingar, flyta til Danmarkar, kunnu gera ein góðan handil við at selja bilin, tey hava keypt í Føroyum. Ein serregla í skrásetingarlógini ger, at føroyingar sleppa frá at gjalda skrásetingargjald, taka teir bilin við til Danmarkar

Einasta treytin er, at bilurin skal hava verið skrásettur í Føroyum í eitt hálvt ár og at føroyingurin skal eiga bilin í Danmark í eitt ár - tá hendan tíðin er liðin, at eingin momsur og eingin tollur!

Og tá er lagað manni at vinna nógvar pengar - og ikki at tala um, er tað ein bilur, sum í Føroyum liggur um 7-800.000 - hann kostar í Danmark væl oman fyri milliónina, og so skjótt lækkar hann ikki í virði.

Í fjør koma 98 bilar til Danmarkar á henda hátt, skrivar Jyllands-Posturin í gjár. Í 1995 var talið 176, go í 1994 vóru 278 bilar umskrásettir á henda hátt uttan at gjalda toll ella moms.

Tað, sum serliga hevur gjørt, at henda regla hevur fingið størri týdning er, at tollurin á bilum í Føroyum lækkaði so nogv í 1995 - at nú eru bilarnir rættuliga nógv bíligari í Føroyum enn í Danmark. Men politikarar nýsta, og henda regla verður helst broytt skjótt.

el