Signabø í Kaldbaksbotn gjøgnum hol í fjallinum. Tað er veruleikin í dag. Hvør hevði tonkt nakað so fantastiskt, sum hetta í veruleikanum er. Er tað so løgið, tá eg hugsi aftur á dreingjaárini í Kollafirði [...] Mamma sat í køkinum. “Mamma nú skulu tygum hoyra, hvat eg havi fingið frammi í Dali,” kom tað frá mær, “eg havi fingið limonadu. “Hvat er tað fyri nakað?” spurdi mamma. “Tað er nakað reytt í fløsku. Tygum [...] sum mól í høvdinum á mær. Tá eg so var farin í song, og mamma hevði biðið kvøldbøn við mær og sungið, var tað aftur limonadan, sum var í tonkunum. Eg kom til ta støðu, at fingu tey nakað at drekka í himlinum
kendur reiðari í Vági. Hann var føddur í 1865. Hann sigldi sum ungur úti í heimi. Tummas kemur heim og keypir skip. Tað fyrsta “Mariu” keypti hann í 1914. Hann var saman við Pola í Dali tann fyrsti, sum [...] var við í línubátatíðini, og uppkallaði ein línubát eftir pápanum. Thorstein, giftur við Elainu Christiansen úr Leirvík, var í nógv ár formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og næstformaður í Føroya [...] hendu um hesa tíðina. Serliga minnist eg vanlukkurnar á sjónum, sum hendu í 1930-árunum, og sum so ella so merktust í bygdunum í Sundalagnum. Ommubeiggjar við vanlagnu Eg átti tveir ommubeiggjar. Sámal
vóru eftir í Føroyum. Sonurin, Sámal; druknaði í lendingini á Skálum. Tað verður sagt, at Marius lá í songini saman við soninum í tveir dagar í vónini um, at hann fór at rakna við aftur. Í Íslandi giftist [...] rnar, sum vit høvdu havt tíðina á Skála. Tær vístu, at í mai vóru 10 avreiðingar, í juni 22, í juli 41, tá vóru 14 sildaavreiðingar uppi í, og í august vóru 24. Hetta var so tað, sum vit fingu burtur úr [...] um, at vit vóru afturkomnir í øllum góðum. Góð ráð frá bóndanum í Kumluvík Nú minkaði fiskiskapurin, og einki fekst úti í Stronginum. So var tað ein dagin, vit vóru farin inn í Kumluvík, innan fyri Skálar
burtur undir Føroyum. Ein slík skonnart rendi á land í Norðradali, og hon fór í sor í briminum. Allir umborð druknaðu. Ein partur av vrakgóðsinum rak á land í Norðradali, og hetta seldi eg á uppboði. Eg hevði [...] lívbjargaði sær í 17 dagar á Lítlu Dímun, til ein bátur av Tvøroyri ansaði eftir teimum, og teir vórðu bjargaðar. Eg var við til sjóforhoyrið í Havn. [Henda hending er lýst í Miðvikuni í samband við ta [...] búgva hjá bóndanum í bygdini. Hann var sera blíður, og hann setti fleiri skerpikjógv umframt skinsakjøt og annað gott á borðið. Sum vanligt var, ótu vit í glasstovuni, meðan húsfólkið át í roykstovuni. Annar
inn í plantasjuna og gekk og helt í hondina á henni og spákaði saman við henni millum trøini og kanska hugsaði um sangin” Eitt sunnukvøld í plantaguni”. Jú. Alt hevur sína tíð. Ja, sum tað stendur í br [...] spurt. Jú, í ein ávísan mun. Men eg haldi, at vit í Føroyum hava eitt minus her. Tað er ikki so lætt at gera skúlatingini við okkara børnum – tí mong av okkum duga ikki, tað tey læra í skúlanum í dag. Vit [...] Best er at skriva bert eina røðu – soleiðis mitt í millum – og at vóna, at tað verður sól og summar. Vit liva nú í tí vakrastu tíð, vit kunnu hava í Føroyum. Her er summar – her er ljós – við hvørt eitt
inn í plantasjuna og gekk og helt í hondina á henni og spákaði saman við henni millum trøini og kanska hugsaði um sangin” Eitt sunnukvøld í plantaguni”. Jú. Alt hevur sína tíð. Ja, sum tað stendur í br [...] spurt. Jú, í ein ávísan mun. Men eg haldi, at vit í Føroyum hava eitt minus her. Tað er ikki so lætt at gera skúlatingini við okkara børnum – tí mong av okkum duga ikki, tað tey læra í skúlanum í dag. Vit [...] Best er at skriva bert eina røðu – soleiðis mitt í millum – og at vóna, at tað verður sól og summar. Vit liva nú í tí vakrastu tíð, vit kunnu hava í Føroyum. Her er summar – her er ljós – við hvørt eitt
annað úr Sandvík og Dali at hjálpa til. Bjargalínurnar vóru ymiskar til longdar. Tann longsta, nevnd Stóralína, var 120 favnar. Tað skuldi hegni til at síga í Dímun. Nógva staðni er loft í berginum, og tá [...] at fuglatíðin endar seinast í august mánaði við at farið varð eftir náta og líra. Seinast í juni var skarvsungin farin at gerast so stórur, at tað lønti seg at fara upp í skarvaurðarnar. Reiðrini vóru [...] fingu teir fatur á ungunum, sum lógu í reiðrunum inni ímillum teir stóru steinarnar. Tað eru eisini fleiri mans, sum eru deyðir í bjørgunum. Johannes Johannesen nevnir í síni bók nakrar tilburðir. Á sumri
Í November í fjør fór tunnilsliðið hjá Landsverki undir arbeiðið at gera tunnills til Dals. Tunnilin verður 2,2 kilometrar langur, umframt at 300 metrar av vegi skulu gerast. Tunnilin til Dals hevur elvt [...] kjak í politikki, tí Landsverk sigur, at skulu tey hava pengar at arbeiða alt árið, skal Løgtingið játta 20 milliónir um árið. Verður tað játtað, fer tað at taka fýra ár at gera tunnilin. Men bæði í fjør [...] fjør, og í ár, eru bara níggju milliónir settar av til tunnilin og undir hesum umstøðum verða tað eini sjey átta ár, til dalbingar fáa tunnil. Tí hevur nógv verið tosað um at hækka játtanina fyri at seta
navnframið Kristin í Geil, ið var ein av høvuðsmonnunum í sjónleikalívinum í Havn. Business - Í grundini, so skuldi eg farið uppí business. Pápi mín og pápabeiggjarnir og abbi høvdu virki her í Havn, sum kallaðist [...] Eyðun Johannesen situr í hugnaliga køkinum í barnaheiminum við Heygsbreyt. Tað sum tey fyrr í hvussu er róptu ?Rabarbukvarterið?. Eyðun er rabarba og føddur í 1938. - Hetta var avbyrgt umhvørvi. Kom ein [...] Heinesen, Steinbjørn B. Jacobsen og Ólavur Michelsen. Gríma Í 1976-77 varð fyrsti yrkisleikbólkur í Føroyum, Gríma, settur á stovn og tey settu sær fyri at vera ein ferðandi leikhópur við heimstað í Havn.
skraddari. Síðan fór hann til Illum í tvey ár, so til Alfred Alm, skraddarameistara í Bredgade, síðan til Julius Kopp í eitt ár. Hann fór so aftur til Alm, har hann var í 30 ár. Tað vóru einir 6-7 skræddarar [...] eina krónu í studningi. Elkær Hansen hjálpti við íbúð Niels Petur giftist í 1959 við Idu. Tað, sum so ráddi um, var at finna eina íbúð, sum var egnað til rørslutarnað. Hana funnu tey í Alléen í Kastrup. [...] lesandi. Her kann verða skoytt uppí, at Dánjal gjørdist lærari í Fuglafirði, har hann er limur í býráðnum. Í løtuni arbeiðir hann sum lærari í Funningsfirði. Dánjal er giftur við Katrinu úr Klaksvík og eiga