Verið góð við landið og verjið ríkidømið

- Eg trúgvi ikki, at okkara børn eru næstan størstu sibbar í verðini, segði Jógvan Ósá millum annað, tá ið hann helt røðu til miðsummartiltak úti í Grøv í Klaksvík. Hann tosaði eisini um skvaldur, um tey, sum farin eru, og um at gleðast um ljósu tíðina. Vit prenta her røðuna

Háttvirda samkoma.

Tá ið eg setti meg niður at skriva hesa røðu, kom eg at hugsa um, um eg skuldi skriva tvær røður. Vit búgva jú í Føroyum – og eingin veit hvussu veðrið fer at verða. Skal eg skriva eina røðu og kalla hana:”Nú er regn og summar um alt Føroya land” – ella “Nú er sól og summar um alt Føroya land”?

Nei. Best er at skriva bert eina røðu – soleiðis mitt í millum – og at vóna, at tað verður sól og summar.

Vit liva nú í tí vakrastu tíð, vit kunnu hava í Føroyum. Her er summar – her er ljós – við hvørt eitt sindur av hita – ofta mjørki – og við hvørt eitt lítið ælstroyggj – eitt sindur av regni – men framm um alt er tað ljóst. Bert ein lítil skýmlig løta um midnátt – og so verður aftur ljóst – og sólin kagar yvir Oyrafjall og sendir sínar strálir yvir á Borðoyalandi. Háfjall stendur so stolt í bakandi sól – og tikist siga við okkum eins og ein vøkur, ung kvinna, tá ið hon hevur lati seg í – og er klár at fara í býin: ” Eri eg ikki vøkur”??

Jú. Ljós og gleði hoyra saman. Tað tykist okkum nógv lættari at liva. Tað tykist, sum um vit gleðast yvir tað minsta – og sjálvt um ikki alt gongur akkurat eftir vild, ja, so er tað skjótari og lættari at koma yvir, tá ið ljós og summar er.

Tó. Menniskja er so løgið. Í tí vakrasta veðri – við sól og summari – kunnu vit knappliga koma at hugsa um, hvussu vakurt tað kann verða um jóltíð. Myrkur og nógvar ljósperur. Stjørnuklárt – blunkandi stjørnur á himmalhválvinum. Vakurt kavaveður. Spakuliga dalandi kavaflykrur. Jólatrøð og jólagávur. Jólagás og kanska jólagløgg.

Men so er “myndin” burtur – og vit gleðast um summarið og ta ljósu tíð.


Skvaldur

Flestu okkara halda, at tann ljósa tíð er alt ov stutt – og tað gongur alt ov skjótt mót myrkari tíðum, og longu á ólavsøku verður sagt at tað fríggingarmyrkt.

Men tað var eisini stuttligt. Eisini at minnast aftur á. Tá man var ungur og lotur, var farin á ólavsøku og hevði lokkað eina fitta, vakra, unga gentu inn í plantasjuna og gekk og helt í hondina á henni og spákaði saman við henni millum trøini og kanska hugsaði um sangin” Eitt sunnukvøld í plantaguni”.

Jú. Alt hevur sína tíð. Ja, sum tað stendur í brúðarvísuni: ”Ein er tíð at dansa”.

Hvat er at røða um ein tílíkan summardag? Hvat kann fáa fólk at lurta? Og hvat hugsa fólk um í hesum døgum?

Jú. Eitt, sum politikara duga væl, er at koma við “svadum” , ið sambært orðabókina eitur á føroyskum at skvaldra – skvaldur ella orðavavstur – sovorðið sum teir siga alla tíðina, í teirru trúgv, at vit fara nokk at trúgva tí.

Eitt skvaldur er hettar:

Bankin er okkara banki – vit eiga øll bankan.

Ja, go’morin, harra øksaskaft.

Veit ikki hvussu tit hava tað – men eg havi í hvussu so er ongantíð følt, at eg eigi nakran banka, hóast teir hava fingið hvørt klovið oyra, eg havi fingið frá danska statinum heim til Føroyar síðan 1. juli 1970, tá ið eg var liðugur við mína útbúgving í Danmark. Og framvegis fáa, nú eg fái danska pensión.

Tað hevði nyttað lítið at farið út í bankan og sagt, at eg vil hava tað, sum politikkarnir siga eg eigi, út, við tað sama.

Bankafólkini høvdu hugt uppá ein – og hugsa: “Hasin er gagg – okkurt er galið í ovastu hædd”.

Og nú teir fara at selja bankan, má eigaraforholdið neyvan broytast tað stóra. Jú. Hjá teimum sum keypa. Hevur tú keypt partabrøv fyri 100.000,- krónir – so er bara at seta seg á reyvina og bíðja eftir til tær 100 verða til 200.000,- krónur.

Her fer at halta hjá teimum, sum er ímóti at vit fáa blokkstuðul úr Danmark, har tey siga, at tað er ósunt fyri eitt samfelag at fáa pengar fyri onkið at gera. Men er tað ikki júst tað, sum er við at henda?


Ring eftir politinum

Eitt annað skvaldur er:

Fiskiríkidømi við Føroyar er fólksins ogn.

Enn eina ferð. “Go’morin, harra øksaskaft”.

Er tað ikki teir, ið fiska fiskin, ið eiga fiskin?

Rokni við, at tað hevði nyttað lítið at fari norð á Kósabrúnna, tá ið ein útróðrarbátur leggur at og sagt við útróðrarmenninar: “Hey, tú, eg eigi líka nógv sum tú í hasum fiskinum. Blaka mær eina hýsugreipu og eina longulivur uppá land, so eg fái tað, eg eigi”.

Aftur her hevði bilað við realitetssansinum – og kundi hent, at útróðrarmennirnir høvdu ringt til mítt gamla arbeiðspláss, har eg var í 37 ár – og sagt, at vit hava ein mann her norði, sum er “plimm” í høvdinum.

So tit, politikarar. Gevist at koma við skvaldri – og sigi heldur sannleikan fyri fólki.

Nú eitt kvøldið fyri ikki so langari tíð síðan visti Dagur og Vika at siga frá, hvussu nógvar milliardir og milliónin, “vit” skuldu fáa fyri bankan – og nú var spurningurin, hvat man skuldi gera við allan peningin. Tað var ein stórur trupuleiki.

Við endan av somu sending, var víst musiklærarar og avvarandi av Musiksskúlanum, ið handaðu løgmanni undirskriftir – yvir 5000 – har tey bóðu um at bjarga tónleikaskúlanum (mær dámar betur hettar orð – tað vakra føroyska orðið – tónleik – tónar, ið leika – Er tað ikki vakurt?).

Tey vóru bangin fyri, at øll tónleikaundirvísing uttanfyri tey størri plássini fór at halda uppat, tí tey fingu ikki løn fyri tíðina tey brúktu at reisa til og frá teim ymisku bygdunum. Tað snúi seg um umleið 220.000,- krónur.

Hugsaði við mær sjálvum: Hvat nyttar tað at eiga milliardir og milliónir, tá ið mann ikki hevur ráð til at geva teim smáu í eitt nú í Dali og á Viðareiði tónleikaundirvísing?

Eisini er hettar ein niðurgerðing av Tónleikaskúlanum – ið hevur gjørt eitt megnar arbeiði tey mongu seinastu árini – og at so mong av okkara ungu kunnu spæla eitt ljóðføri, er skúlanum fyri at takka.

Ja. Fátæka land. Tað eru orðini ein hugsar um í slíkum føri.


Neyvan størstu sibbar

Pisakanningin ella pisa-undankanningin.

Hendan kanning hevur fingið nógva umtali í vetur og í vár – og framvegis verður hon ofta havt á lofti.

Ikki so løgi – tí úrslitið var syndarligt. At okkara børn eru næstan størstu sibbar í verðini.

Kann ikki lata verða við at siga tað. Heilt erliga. Men eg trúgvi tí ikki.

Hettar var fyrstu fer ein slík kanning var gjørd her hjá okkum. Og hon eitur eisini pisaundankanning. Tað vil siga, at vit skuldu læra, hvussu man ger slíka kanning.

Trúgvi tí, at tað ikki var tikið rættuliga so alvorliga, sum tað átti – og nógvir næmingar hildu tað bert vera fjas – og gjørdu sær ikki ómak.

Tó. Helst er ikki so væl vori, sum vit høvdu ynskt – og at okkurt má gerast – er heilt vist.

Eg skal ikki bera í bøtuflaka fyri lærarnar. Teir hava óiva sín stóra lut av skuldini, at støðan er sum hon er.

Men eg trúgvi ikki, at tað bara eru lærarnir.

Eitt nú kunnu vit taka hølistrupuleikarnar nógva staðni – undirvísingartilfar osv.

Hugsið tykkum. Skúlastovurnar síggja júst tað sama út í dag, sum tær gjørdu, tá ið eg fór úr skúlanum fyri hálvthundrað árum síðan. Tað kann ikki vera rætt.

Ein faktor í hesum máli, haldi eg, er komin ógvuliga lítið framm. Og tað er heimini – foreldrini. Gera tey tað tey skulu fyri at hjálpa um støðuna? Gera tey skúlating við børnunum?

Hov, hov, siga óivað fleiri. Tað gera vit.

Men eg trúgvi neyvan øll.

Í dag er tað soleiðis, at bæði foreldrini mugu út at arbeiða, um tey skulu hava eina líkinda tilveru – tí alt er so dýrt – bústaður, matur, klæði osv. Tað mugu tvær inntøkur til. Annars hongur tað ikki saman.

Tá ið so foreldrini koma troytt og móð heim til húsa, orka tey kanska ikki altíð so væl at taka sær tað neyðugu tíðina, at gera skúlating við børnunum og kanska lata børnini sleppa ov lætt um skúlatingini.

Ja, men er hattar ikki galdandi alla staðni, kann verða spurt.

Jú, í ein ávísan mun. Men eg haldi, at vit í Føroyum hava eitt minus her.

Tað er ikki so lætt at gera skúlatingini við okkara børnum – tí mong av okkum duga ikki, tað tey læra í skúlanum í dag.

Vit blivu í stóran mun lærd upp við donskum bókum – og kenna tey donsku orðini – men nú er tað ofta blivið so rótføroyskt, at vit skilja ikki, hvat meint verður við.

Og tey, ið fóru úr skúlanum sum 14-ára gomul, hava ongan tjans at læra síni børn, av tí einfaldu orsøk, at tey duga tað ikki.

Haldi, at hesin faktor eigur eisini at takast við, tá tosa verður um pisaundankanningina. At tað ikki bara eru lærarnir, ið tað er nakað galið við.

Kanska er tað í dag ikki so “in” at sita við einum blýanti og pappíri og loysa uppgávurnar. Hevði óiva verði ørvísi, um fleiru teldir funnust í skúlunum. Tá eru børnini á “heimabana”.


Hvar eru tey farin?

Nú vit eru stødd í hesum vakra pletti í Norðoyum – hesari perlu úti í Grøv, sum býargartnarin og onnur hava røktað og gjørt so vakra, kom eg hugsa um, hvør er nærmasti granni til hesa perlu.

Jú, tað kirkjugarðarnir úti í Grøv.

Eisini teir eru vakrir og nógvar vakrar gravir eru at síggja.

Her hvíla okkara kæru – okkara vinir – okkara foreldur, syskin, kona ella maður – børn – omma og abbi - okkara skiparar, okkara formenn – okkara lærarar – ja, øll sum fóru undan okkum.

Hugsaði um tað ein dagin – við at hyggja út yvir báðar kirkjugarðarnar - hvussu nógv eru farin, tey seinastu árini. Hvussu nógv liggja nú og hvíla her úti í Grøv.

Tá ið eg var smádrongur, var kirkjugarðurin heimi við kirkjuna á Ziskatrøð brúktur.

Men her úti hvíla tey, sum vóru við at skapa okkum – við at mynda okkum. Her eru tey, sum gjørdu tað, at vit í dag eru sum vit eru.

Men hvagar eru tey farin??

Bygdar- ella býarmyndir, ið vóru til fyri fáum árum síðan, eru ikki longur.

Hvar eru tey, vit sóu eftir vegnum hvønn dag? Haldur Holm og Olga – Jutta og Sigurd Heinesen, Óli Dahl og Bina – Eli og Lis Nólsøe, John Reid Bjartalíð - mamma og pápi og mong, mong onnur.

Ja, tey eru burtur úr okkara eygum – og eru vónandi lend á fríum og vøkrum strondum, har altíð “sól og summar er”.

Men vit verða dag og dagliga mint á, at tú nýtist ikki at vera gamal, fyri at fáa boð um, at tú skal flyta.

Hugsi her um skyldmennirnar hjá mær, Mortan hjá Urbanusi og Christian Olsen.

Teir eru burtur úr okkara eygum, og tað minnir okkum eisini á, at ferðaseðilin er goldin. Vit skulu bert avheinta “Bording Card”.


Gleðast um náttúruna

Nú er summar um alt Føroya Land. Náttúran vísir seg frá síni bestu síðu, og vit kunnu ikki annað enn gleðast yvir hesu vøkru oyggjar, ið Hin alvaldi gav okkum.

Vit eiga at verja hetta ríkidømi, ið vit fingu frá skaparinum, og vit eiga at verða góð við hetta okkara land.

Vit í Klaksvík gleðast yvir okkara fagra stað, ið vit ikki vilja býta um við nakað annað, og vit syngja av hjarta saman við Berhardi Brim:

Tað er vakurt í Klaksvík á sumri

tá ið sólin hon kyssir hvørt strá

og ei skýkloddi hómast á himli

og ei fleyr sást á speglblonku vág.

Tá hvør smáblóma tárar av gleði,

og hvør títtlingur syngur við gleim

og av hjarta lovprísar tí degi,

tá hann valdi sær Klaksvík til heim.

Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi,

tá ið roðin um Nestindar fer,

og hvørt fjall eins og reyðagull skínur,

ert tú paradís mítt her í verð.

Gott summar.