útróðrarbáti fyri 25 árum síðani saman við einum skilmanni. Tonny kallaði sonin upp eftir teimum báðum, og nú fórust Tonny og tann sonurin eisini á sjónum. ? Í øðrum húsið doyði faðirin á sjónum fyri fáum árum [...] ja, alt Føroya fólk, sigur hann. Tað er ikki so langt síðani, at strandingar mistu fólk á sjónum. Fyri nøkrum árum síðani doyðu tveir ungir strandingar tá báturin teir vóru við rendi á land í Scrabster [...] eru merkt av hesum skaðatilburði, eisini vit sokallaðu »professionellu«, sigur prestur og peikar á seg sjálvan, sum ein teirra. ? Talan er ungar menn, og eftir sita familjurnar - foreldur, konur og børn
B68-VB 3-0 (2-0) Eftir at teir í fleiri ár hava ligið í botninum og brúkt orkuna uppá at lyfta seg upp um niðurflytingar strikuna, so er tað okkurt, ið bendir á, at toftamenn ætla sær eitt øðrvísi fótbóltsár [...] Heimaliðið hevði bóltin mest, meðan gestirnir lógu longri afturi á vøllinum og dúvaðu upp á møguleikar fyri snarálopum. Teir høvdu Birgir Jørgensen einsamallan á toppinum, og við hvørt varð hann stuðlaður av
boð, so tað gekk skjótt fyri seg, greiðir ein av VB spælarunum, John Eystberg, frá. At tyrlan brádliga kom upp í leikin komst av, at nógv virksemi var handan leiktjøldini fyri at betra um sambandið norður [...] leygardagin við tyrluni, og so fyrireikaðu teir seg á gistingarhúsinum í Øravík til uppgávuna á Sevmýri. Fuglfirðingar fóru frá húsum heilt tíðliga sunnumorgunin fyri at røkka túrinum hjá Pride av Gomlurætt og [...] at onkrir vórðu avlýstir. Orsøkin var, at Strandferðslan setti Pride í suðuroyarsiglingina í staðin fyri Smyril. Vágbingar vildu ikki brúka henda fartin norður um fjørðin, og teir heittu á Fótbóltssambandið
Farna vikuskiftið var friðarligt hjá løgregluni. Onkur smá ferðsluóhapp, sum ikki hevði so nógv uppá seg, sigur Súni Vinther, støðleiðari í Havn. Tó so, onkur hevur misskilt munin millum tað sum er títt og [...] har høvdu fólk sum vanligt hongt sær yvirklæðinini í gongini. Hetta hevur óiva verið ov freistandi fyri veikar sálir, tí tá møtið var liðugt, var onkur sum fann út av at eitt FR-VISA kort var stolið úr [...] sunnudagin vórðu tveir persónar tiknir inni í eini kiosk í Havn, við kortinum. Teir verða skuldsettir fyri stuldur. Umleið klokkan tvey seinnapartin sunnudagin var løgreglan boðsend at koma út til tyrlupallin
stak gott úrslit fyri ein »nýbegynnara«. Næsta kapping innan frælsan ítrótt á bana verður longu 9. mai. Tá verður møguleiki fyri at renna 100 m og 1500 m, og harafturat kann ein royna seg í longdarlopi og [...] Leygardagin 4. apríl var ársins fyrsta kapping í kúluvarpi fyri bæði kvinnur og menn á Toftum, og hóast rættiliga nógvan og kaldan vind, so vóru úrslitini væl betri enn ein kundi væntað so tíðliga á árinum
henda mannin í landskappingini, sigur GÍ formaðurin. Øðrvísi fyri útlendingar Um GÍ vildi hava fatur á einum føroyskum spælara, sum hevði spælt fyri eitt annað felag síðsta vikuskifti, so eru reglarnir soleiðis [...] noyddur at bíðað í tredivu dagar, áðrenn hann kundi spæla fyri eitt nýtt felag. Tá talan er um útlendingar eru reglarnir øðrvísi. Tað er einki í vegin fyri, at ein útlendingur frá degi til dag skiftir til eitt [...] so væl fyri við fólki, sum teir fegnir høvu viljað verið. Undanfarin ár hava teir havt fleiri avbygdamenn á liðnum, men soleiðis er tað ikki í ár. Tað eru mest sum bara gøtumenn, sum stríðast fyri GÍ, men
brævatkvøðu, og so má eg syrgja fyri, at fjalsskipanin verður í lagi, áðrenn eg fari av landinum, heldur FSF formaðurin skemtandi fyri, tá vit hava hann í telefonini. Hann sigur seg ikki ivast í, at flokkurin [...] apríl, og hann verður ikki liðugur í Skotlandi fyrrenn 3. mai. FSF formaðurin er løgtingsvalevni fyri javnaðarflokkin í Norðoyggjum. At hann skal vera UEFA eygleiðari í Skotlandi dagarnar kring 30. apríl
gingina. Grundgeving hansara var, at tað er eingin orsøk at steðga einum samstarvi, ið riggar væl fyri allar partar. ? Vit hava ikki viðgjørt málið í skúlaráðnum enn, men tað er heilt vist, at teir hálvt [...] gott. Umhvørvið og freistingarnar eru somuleiðis størri í Havn enn á Oyrabakka. ? Jú, men tað snýr seg um búgvin børn og tey skulu undir øllum umstøður skifta skúla. Børn koma eisini úr Kaldbak, Hestoy [...] Hestoy, Velbastað, Kirkjubø og lutvíst Nólsoy til Havnar at ganga í skúla og tað verður ikki øðrvísi fyri kollfirðingar enn hesi, sigur Jóhan Samuelsen at enda í viðtali.
Oyrabakka, nú farið verður undir nýggju skúlaskipanina, har næmingarnir velja seg inn á ymiskar breytir. Í høvuðsheitum snýr tað seg um, at næmingar í framhaldsdeildini velja millum tríggjar breytir, handverk [...] eg ikki at siga enn, tí vit skulu samráðast um tað. Í øllum førum leggja vit onga forðing í vegin fyri, hvørja loysn foreldrini velja. Hinvegin er talan um stór børn og tey duga at ansa sær, sigur Leivur
finna loysnir, ið ikki kosta ov nógv. ? At listin bara veksur sigur okkum, at ov lítið verður gjørt fyri at fáa fleiri ansingarpláss í kommununi. Trupulleikin er, at kommunan ikki kann gera tær stóru íløgurnar [...] ansingarplássum er so stórum er umráðandi at hugsað verður um at fá so nógv ansingarpláss sum gjørligt fyri teir pengar sum verða brúktir, sigur Heri Joensen. Foreldrabólkurin hevur í eina tíð kannað ymiskar [...] ymiskar alternativar møguleikar, og er komin fram til nøkur uppskot. Tey mest ítøkiligu eru at skipa so fyri, at Mitens hús og Tórs Cafeteria verða gjørd til dagstovnar umframt at frítíðarplássini í B36 húsinum