góður vinur. Vit høvdu felags áhugamál – trøð, seyð og fletting, og ikki minst gamla Havnarbátin, sum vit hava varðveitt til dagin í dag. Vinmenn og manning hava hitst til tiltøk ella tá ymisk tøk skulu [...] Hannis og eg hava kenst frá ungum árum, tá ið vit komu í læru og starvaðust saman á maskinverkstaðum hjá Wenzel Petersen. Hann var altíð fyrikomandi og fittur at vera saman við, og ikki minst var hann [...] Samanhaldið hevur verið gott øll árini, og framvegis hittast vit, men nú kunnu vit ásanna, at saknurin verður stórur, nú Hannis ikki er millum okkum meira Tá ið Róðrarsambandið varð sett á stovn í 1980, var Hannis
myrkir og daprir, men sjálvt um vit hava trupult við at síggja nakað ljós fyri framman, og vit hava trupult við at skilja, at tað er ein meining við øllum hesum, so vita vit innast inni, at sorgin og kenslur [...] lítla bygdasamfelag, tá ið hann og Sólvá við trimum børnum fluttu heim til Føroya, eftir at hava búleikast í Noregi í nógv ár. Ikki tí, vit kendu Henning væl frá nógvum vitjanum, og vit gleddust saman [...] at gleðast um hetta. Vit fegnast um tíðina vit fingu loyvi til at hava Henning sum part av arbeiðstoyminum hjá Sjóvar kommunu. Saknurin er stórur nú røddin er tagnað, men vit sita eftir við einari
at tað ikki fór at verða síðstu ferð. Tá vit manglaðu fart, ringdu vit sum oftast eftir tær. Síðsti langi biltúrurin hjá tær var sjálvandi eftir mær. Eg var stødd í Havn og var ov sein til bussin. Tað [...] Góði abbi! Eg var stødd í Havn, tá mamma ringdi og segði tey tungu boð. Sjálvt um vit fingu at vita tað kvøldið fyri, at tú ikki hevði tað so gott, so roknaði eg ikki við at tú fórt frá okkum. Alt gekk [...] tílíkt, men tað vit fara at sakna mest, er tín kærleiki og umsorgan, sum tú vísti okkum. Til seinast vil eg takka tær fyri alt tað tú vart fyri okkum. Ein lítil heilsan til ommu, Jesus pápi veri hjá tær og
fluttu tey til Danmarkar og hava búð í Holbæk, har dóttirin eisini hevur búð. Synirnir hava eisini búð í Danmark Í samrøðu við eitt blað skal Jógvan Sundstein einaferð hava svarað tveimum spurningum nakað [...] landsstýrinum, tá illa stóð til, fekk eg, tá eg bað, tað svar frá Harranum: ”Tí ikki skal altíð vera myrkur í landinum, har sum nú angist ræður” (Es. 9,1). Hetta var mítt álit og er tað framvegis.” Vit í Fólk [...] aftur 1988-89. Jógvan gjørdist formaður Fólkafloksins í 1980, tá ið Hákun Djurhuus gavst í politikki, og var formaður í trettan ár til 1993, tá ið Anfinn Kallsberg tók við sum formaður. Í január 1989 gjørdist
Bel Canto, har vit vóru fleiri, sum vóru við av fyrstan tíð. Hjá Jóhan snúði tað seg um felagsskapin, at vera saman um at skapa nakað. Tá eg flutti til Frederikshavn í 1986, vitjaði hann, tá heystfrítíðin [...] Hetta gjørdist ein sera lærurík tíð. Vit ferðaðust kring allar Føroyar mong vikuskifti á tamb og spældu dansitónleik. Svóvu á Sandi, hjá Elisi, sála, eitt vikuskifti, tá dansur var har. Spældu til nýggjárshald [...] bara ein valsur, og uttan rútmu er dansigólvið tómt. Um sama mundið spældu vit eisini ofta tveireinir, Jóhan og eg, til brúdleyp. Tá tú stendur har sum tannáringur, grunar tú neyvan hvussu nógv, tú verður
meira, hava vit mist so nógv, vit hava mist ein kæran vin og samstarvsfelaga, og sorgin og saknurin kennast tung. Vit hava djúpa samkenslu við tykkum hansara kæru, sum hann var so góður við. Vit merktu [...] Jóhannes nógv saknaður, vit saknað okkara góða samstarvsfelaga og vin, og vit minnast við takksemi hansara stillføra hátt at vera uppá og takka fyri alt, sum vit fingu við honum. Ærað veri minnið um Jóhannes [...] framúr. Nú Jóhannes ikki er ímillum okkara longur, kenna vit sorg, og tómrúmið er stórt. Vit kendu hann sum okkara, hann var góður við okkum og vit við hann. Í nærum 15 ár var hann trúfastur til arbeiðis
millum elsta og yngsta systkinabarnið, hava vit altíð øll verið sera góð. Av tí at Karl Martin var mitt í flokkinum av okkum, er tað eitt sindur ymiskt hvussu vit minnast hann. Tey elstu minnast hann væl [...] at verða eftir hann. Altíð tá familjan fer at verða saman um eitt hvørt, fer hann at mangla. Okkara troyst er tó at vit skula síggja hann aftur ein dag, heima hjá Gudi. Vit vita at hjá tykkum, Kjartan [...] hin sami: barnsins sanna gagn og frami Væl tær veri, lítla skara Jakups Gud teg væl skal varða; honum, sum fekk megi alla, fíggindar til jarðar falla. Og tá her er farin dagur, neyð er lokin, tagna klagur
flokki ? og allir hinar dreingirnar í flokkinum vóru farnir út at ferðast. Tá funnu tit báðir saman sum vinmenn. Eg minnist, tá tit vóru her hjá okkum, at tit altíð spældu við lego. Tit bygdu uppi á loftinum [...] havi kent teg. Mamma tín og eg gingu til føðifyrireiking saman hjá ljósmóðrini Bjørg. Síðani møttust vit øll heima hjá øllum einaferð. So steðgaði tað. Men seinni gjørdust tú og sonur mín Niels Peter bestu [...] Ofta vóru tit við pápa tínum í bilinum runt oynna. Hjá tykkum var mangt at takast við, sum dreingir hava áhuga í, og Niels Peter hevur havt óteljandi góðar tímar saman við tær. Hann kom næstan bara heim
er ei mín sál meira frá og sæla hvønn dag enn á landi eg skal anda Vit á Vón og somuleiðis Sosialurin hava mist ein góðan vin, men vit síggjast aftur heima hjá Jesusi. Tøkk Sosialurin fyri tey góðu orðini [...] syrgilig løta, tá Grímur kom á Vón og segði okkum, at nú var Martin ikki ímillum okkum meira. Hetta var ein skapti stór sorg, og ynski eg, at Harrin Jesus má vælsigna tey, ið eftir sita. Vit, sum trúgva, [...] eiga ta sælu vón, at vit skulu síggjast aftur heima hjá Jesusi. Saknurin eftir Martini er stórur, nú hann er farin heim til Jesus. Hann kemur ikki aftur til okkara, men vit fara til hansara, eins og Dávid
annað tá okkurt skuldi seymast, ella um tú stóðst og manglaði okkurt. Hetta kom eisini til sjóndar í summar, tá vit báðar skuldu pynta javnaldrarnar báðar í føroysk klæðir, tá teir gjørdust pisur. Tá so tíðin [...] ein stokkut løta, so fara vit úr hesi verð.? Haldi hesin sangurin lýsir tað so væl, nú tá okkara góði granni Mary so brádliga, ja, líkasum bleiv rikt burt úr hesi verð. Tað at hava eitt gott grannalag, er [...] øðrum hátíðarhaldum. Vit vita at hennara lutur ? at tæna við borðini ? ikki lá eftir, ikki minst í ? Filadelfia. Eisini eru tey mong, sum hava havt Mary sum sín fyrsta arbeiðsgevara, tá hon hevði kioskina