Byggideildin á Landsverki hevur nú fingið nýggjan leiðara. Tað er 39 ára gamli Jón O. Sólsker, ið er útbúgvin byggifrøðingur frá VIA í Danmark, og sum hevur starvast á deildini síðani í 2014. Byggideildin á Landsverki [...] leiðari fyri eindini bygging og nýgerð á Byggideildini, men áðrenn tað var hann í viðlíkahaldseindini, og viðlíkahald er júst nakað, ið hann ætlar at varpa meira ljós á. - Eg fari at arbeiða fyri at fáa meiri [...] . Hitt hjartamálið snýr seg um at ganga á odda við at leggja um til varandi orkukeldur í nýggjum verkætlanum eins og í verandi bygningum, sigur nýggi leiðarin á Byggideildini. Jón O. Sólsker, sum tók við
verður ikki á beinkinum í dag. Hann sá reyða kortið eftir dystarlok á Eiði, tá ið EB/Streymur í síðstu løtu javnaði til 1-1. Arnbjørn Svensson er burturstaddur í útbúgvingarørindum, og Signar á Brúnni er [...] møguleikan sum málverji á besta liðnum hjá Víkingi kemst av, at Bárður á Reynatrøð er skaddur og ein av næstu døgunum skal leggjast undir skurð. Tað var í U-21 landsdystinum á útivølli í Armenia, at Bárður [...] so hevur hann verið eykamálverji. Í fjør var tað hjá Eliasi Fagrá, og í ár hevur tað verið hjá Bárði á Reynatrøð. Í dag verður Sonni Højgaard í málinum hjá Víkingi í Trongisvági. Sonni hevur bara einaferð
teimum í Sundalagnum og á Eiði. Teir eru framvegis hóttir av niðurflyting, og teir tykjast ikki hava serliga stórt álit á, at nógv stig skulu dragast í reiðrið, tá teir spæla á útivølli. Í Sarpisgerði [...] honum tók í stólpan, og Leivur Hansen, sum hevði verið á verjukenda miðvøllinum, men í 2. hálvleiki varð fluttur á vongverjan í høgru, var fyrstur á returbóltinum. Vakrasta málið skoraði Pól Andreas Jacobsen [...] sum teir vóru komnir við, og so vóna, at Finnbjørn Zachariasen einsamallur kundi megna okkurt frammi á vøllinum, og í 67 minuttir var málleyst. Fyrra umfarið var sera tamt. Heimaliðið, sum hevði bóltin nógv
Dánjal Eysturi í Líð, á Nesi, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 9. september, 93 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinri. Jacobina Berg, Hvalba, vanliga nevnd Bina, andaðist á Landssjúkrahúsinum [...] til Siloa. Konto í peningastovunum. Joen Peter Ellingsgaard, vanliga nevndur Pedda í Garði, á Eiði, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 9. september, 85 ára gamal. Kistan fer av Landssjúkrahúskapellinum [...] Elisabeth Brimsvík, vanliga nevnd Bette á Strondum, andaðist í heiminum leygardagin 9. september, 76 ára gomul. Kistan fer úr heiminum í kvøld kl. 18 í Nerija á Skála. Jarðarferðin verður lýst seinni.
til øll, stór og smá, ung og eldri. Fyrireikararnir hava lagt dent á, at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis. Stevnuskráin sæst á torshavn.fo og Facebook síðuni “ovastevna”. [...] byrjaði hon so smátt í gjár. Ovastevnu quiz og dansur var í tjaldinum á keiini og har var nógv fólk komið saman. Í morgun var dyppað á Malarenda og eisini har vóru nógv fólk við. Bragdið skipaði fyri re [...] bjóða øllum føroyingum á ovastevnu. Veðrið er gott og Ternan siglir stevnugestir aftur og fram hvønn tíma allan dagin líka til sunnumorgun kl 5:30. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á ssl.fo ##med2## Árliga
sær. Nógva staðni eru teir á fjalli í dag. Í tveimum støðum - í Sørvági og á Argjum - verður fyrsta bríksl í fótbóltinum klokkan 15. Klokkan 16 fer bólturin á rull á Eiði, á Skála og í Gundadali. EB/Streymur [...] triði síðsta umfar í ársins landskapping. At tað verður spælt leygardag kemst av, at tveir landsdystir á heimavølli standa fyri framman. Hóskvøldið klokkan 19.45 verður tað ímóti Aserbadjan, og annan sunnudag [...] EB/Streymur - NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00 Skála - HB: Bjarki Danielsen kl. 16.00 07 Vestur - KÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00 B36 - Suðringar: Petur Reinert kl. 16.00 AB - Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00
hevur størri veiðivirðið enn vit. Tað sigur ein lítillátin skipari á Kambi, Mortan Mortensen á Eiði, og biðir okkum ringja til skiparan á Klakki og spyrja okkum fyri um neyva talið. Tað eru brøðurnir, Líggjas [...] kemur, men vit gjørdu ein góðan túr á Rygginum í summar, har vit seldu fyri umleið 3,8 miljónir. Tað er ein góður summartúrur. Skiparin sigur, at Kambur gjørdi tveir túrar á Flemish Kap fyrst í hesum árinum [...] kipið Klakkur, sum liggur fremstur av línuskipum í veiðivirði fyri 2016. Mortan Mortensen, skipari á Kambi, sigur, at veiðivirðið hjá teimum í ár er júst eina miljón krónur hægri enn í fjør - ella 31,7
velta meira, og um heystið plaga føroysk eplir at vera til keyps í nøkrum handlum. Esmar Sørensen á Viðareiði miðar eftir at kunna liva av landbúnaði. Tey hava ein fýra marka garð og umleið 150 seyðir. Ti [...] niður í ár. Enn er hann á byrjanarstøði. Upplæring – Eg má læra meg fyrst at brúka maskinurnar, áðrenn eg fari at seta meira niður. Eg havi eisini tosað við Jóannes í Miðstovuni á Sandi, og hann vil gjarna [...] áhugavert at fylgt við, hvussu veksur. Tað er uppi við Garð á Viðareiði, at hann ætlar at hava sína stóru veltu. Har er góður sólargangur. Sólin stendur á allan dagin. Hann vil heldur hava hyppiveltu enn flagveltu
arbeiddu tey 150 fólkini á Kósini í Klaksvík seinasta fiskin fríggjadagin, meðan tey 40 á Norðís á Eiði arbeiddu seinasta fiskin í morgun. Ótrygg við støðuna Fólkini, ið arbeiða á virkjunum eru ikki nakað [...] nakað serliga trygg við støðuna á virkjunum, og Norðoya Sparikassi setti fríggjadagin lás á goymsluna hjá Kósini. Øll støðan ørkymlar arbeiðsfólkini. - Tað er ofta vit ikki skulu til arbeiðis í ein dag, men [...] ikki gott, at alt er so óvist, segði Vónbjørt Gudjónson fríggjadagin. Marin Poulsen, ið hevur arbeitt á Norðís í 33 ár, dámar onki støðuna. - Mær hevur altíð dámað væl her. Tað hevur verið eitt gott arbeiðspláss
tá ið tað á heimavølli er endað við 4-3 heimatapi ímóti Víkingi og 2-2 á heimavølli ímóti B36. Síðsti TB sigurin var 3-1 á útivølli ímóti júst NSÍ. Fyri viku síðani var tað óvæntað, tá ið NSÍ á heimavøllinum [...] Hólmanum á Eiði, meðan graslíkið í Runavík verður skift, megnaði 2-2 ímóti ÍF, sum er fremsti avbjóðarin hjá TB. Longu í gjárkvøldið var fyrsti dystur í hesum umfarinum. Tá vann Undrið FF 3-0 á heimavølli [...] heimavølli ímóti 07 Vestur. Sigurin ber við sær, at Undrið FF er á triðja plássi, meðan 07 Vestur framvegis er aftast. Villiam Emil Klein skoraði eitt av málunum og er næstbesti málskjútti í deildini við 11 málum