Eingin tekur Klakk

Klakkur er enn einaferð bestur av línuskipunum við 33,5 miljónum krónum í veiðivirði í ár.

Í nýggjastu veiðihagtølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum standa frystilínuskipini, Kambur og Klakkur, at hava fiskað fyri stívliga 29 miljónir krónur í part í ár, men hesi tøl eru ikki tey endaligu.

 

- Eg veit, at hesi tøl eru ikki tey endaligu, tó at okkara tal í hesi uppgerð eru nakað størri enn hjá Klakki. Klakkur hevur størri veiðivirðið enn vit.

 

Tað sigur ein lítillátin skipari á Kambi, Mortan Mortensen á Eiði, og biðir okkum ringja til skiparan á Klakki og spyrja okkum fyri um neyva talið.

 

Tað eru brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen, ið føra Klakk.

 

- Veiðivirðið hjá okkum í ár liggur neyvt um tað sama sum í fjør, umleið 33,5 miljónir krónur.

 

Tað sigur Bethuel Johannesen, skipari, tá vit hava hann í telefonini. Soleiðis er staðfest, at tað aftur í ár er frystilínuskipið Klakkur, sum liggur fremstur av línuskipum í veiðivirði fyri 2016.

 

Mortan Mortensen, skipari á Kambi, sigur, at veiðivirðið hjá teimum í ár er júst eina miljón krónur hægri enn í fjør - ella 31,7 miljónir.

 

- Tað er trupult at siga, hvaðani henda seinasta miljónin kemur, men vit gjørdu ein góðan túr á Rygginum í summar, har vit seldu fyri umleið 3,8 miljónir. Tað er ein góður summartúrur.

 

Skiparin sigur, at Kambur gjørdi tveir túrar á Flemish Kap fyrst í hesum árinum, og hetta vóru góðir túrar.

 

In.fo kann leggja aftrat, at Klakkur er væl størri enn Kambur, og teir kunnu hava eini 70-80 tons meira í lastini enn Kambur. Hetta hevur ikki minst týdning, tá fiskað verður á Flemish Kap.