Veltir við sølu fyri eyga

Esmar Sørensen á Viðareiði fer í ár at seta eitt ella tvey tons av eplum niður, og gongur væl, fer hann at velta væl meira komandi árini

Randi Jacobsen

Tey flestu, sum velta eplir, seta bara niður til seg og síni.
Men nøkur velta meira, og um heystið plaga føroysk eplir at vera til keyps í nøkr­um handlum.
Esmar Sørensen á Viðar­eiði miðar eftir at kunna liva av landbúnaði. Tey hava ein fýra marka garð og umleið 150 seyðir. Ti kann eingin liva av.
– Vit flyta stórar nøgdir av eplum inn, og tað skuldi ikki verið neyðugt, heldur Esmar Sørensen.
Hann er við at fáa sær útgerð til at pløga og saksa við, og ætlan hansara er í ár at seta eitt tons ella kanska tvey av eplum niður í ár. Enn er hann á byrjanarstøði.

Upplæring
– Eg má læra meg fyrst at brúka maskinurnar, áðrenn eg fari at seta meira niður. Eg havi eisini tosað við Jóannes í Miðstovuni á Sandi, og hann vil gjarna læra frá sær, sigur Esmar Sørensen.
Tá ið hann er komin á lagið, ætlar hann at seta fleiri tons niður. Røtur ætlar hann sær eisini at hava nógvar.
Esmar Sørensen hevur velt eplir, líka síðan hann var smádrongur, og hann hevur altíð hildið tað verið áhugavert at fylgt við, hvussu veksur.
Tað er uppi við Garð á Viðareiði, at hann ætlar at hava sína stóru veltu. Har er góður sólargangur. Sólin stendur á allan dagin.
Hann vil heldur hava hyppiveltu enn flagveltu, tí tað ber ikki til at hava flagveltu í somu teigum í fleiri ár á rað. Øðrvísi er við hyppiveltuni, tí tað er bara at saksa hvørt vár.
Esmar Sørensen fer í ár at royna eini fimm eplasløg.