Mikudagin fóru seks skip hjá Maru Seafood undir hamaran. Hetta hevði við sær, at samtakið gavst at keypa fisk. Sostatt arbeiddu tey 150 fólkini á Kósini í Klaksvík seinasta fiskin fríggjadagin, meðan tey 40 á Norðís á Eiði arbeiddu seinasta fiskin í morgun.
Ótrygg við støðuna
Fólkini, ið arbeiða á virkjunum eru ikki nakað serliga trygg við støðuna á virkjunum, og Norðoya Sparikassi setti fríggjadagin lás á goymsluna hjá Kósini. Øll støðan ørkymlar arbeiðsfólkini.
- Tað er ofta vit ikki skulu til arbeiðis í ein dag, men sjálvandi er tað ikki gott, at alt er so óvist, segði Vónbjørt Gudjónson fríggjadagin.
Marin Poulsen, ið hevur arbeitt á Norðís í 33 ár, dámar onki støðuna.
- Mær hevur altíð dámað væl her. Tað hevur verið eitt gott arbeiðspláss, og mær dámar als ikki støðuna sum hon er. Eg eri uppi í eldra partinum av fólkunum her, og eg veit ikki hvat eg skal gera um virkið stongir. Helst verður tað pensjón ella okkurt sovorðið, segði Marin Poulsen. Hon legði afturat, at virkið fyrr hevur stongt, og at tað var ein sera óunnilig tíð.
Vóna at finna loysn
Jóhan Páll Joensen vónar enn, at teir megna at finna eina samlaða loysn, saman við bankanum og ymisku íleggjarunum. Hann sá út til at vera rímiliga bjartskygdur fríggjadagin.
- Vit fara at halda fram at royna, men sjálvandi vita vit ikki hvussu verður, og tað sær ikki so gott út, men vit vóna sjálvandi tað besta, fortaldi Jóhan Páll Joensen, ið harmaðist um at senda fólkini heim.










