áhugaverdir spurningar um ferðslu vórðu viðgjørdir á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd herfyri. Høvuðsevnið á fundinum var ein norðurlendsk hugburðskanning um atburð í ferðsluni. Millum annað varð [...] at 50 km/t vera eina hóskandi ferð í bygdum øki, men bert 41 prosent yvirhalda hesa ferðina. 37 prosent koyra millum 55 og 60 km/t. Tá tað kemur til hámarksferð í óbygdum øki, eru tað bert 36 prosent [...] hana. Hetta er tað lægsta talið í øllum Norðurlondum. Sambært kanningini koyra 53 prosent av føroysku bilførarunum millum 80 og 90 km/t uttan fyri bygt øki. Formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Kári
Í minsta lagi 300 fólk hava latið lív í somaliska býnum Mogadishu eftir, at tvær bumbur brustu í býnum leygardagin. Talan er um størsta yvirgangsálop í 2017. Sambært Reuters tíðindastovuni, so hevur eingin [...] stjórnin illgruna til yvirgangsfelagsskapin al-Shabaab, ið fyrr í ár hevur framt líknandi álop. - Higartil er játtað, at 300 fólk eru deyð í spreingingini. Deyðatalið fer at økjast, tí enn eru fleiri fólk [...] sigur Abdikadir Abdirahman, leiðarin fyri sjúkrabilarnar í býnum, við Reuters. Forseti landsins Mohamed Abdullahi Farmaajo hevur lýst landasorg í tríggjar dagar og heitt á fólk, um at geva blóð og veita
síðani rendi ein vørubilur inn í mannamúgvu í miðbýnum í Barcelona. Spanska løgreglan heldur, at talan er um yvirgangsálop. Blaðið El País vil vera við, at minst tvey fólk eru deyð, og at fleiri enn 20 hava [...] Álopið hendi á Rambluni, sum er 1,2 kilometrar long gøta við handlum, matstovum og barrum. Ferðafólk í milliónatali vitja hvørt ár Rambluna, sum byrjar við Plaça de Catalunya og endar við stóru standmyndina [...] Myndugleikarnir hava nú biðið fólk um at halda seg burtur frá Plaça de Catalunya, og almenna ferðslan í økinum er steðgað. Eisini verður heitt á fólk um at vera verðandi, har tey eru, til tey fáa nærri boð
Í dag, fríggjadag, fellur væntandi dómur landsrættinum í Reykjavík í málinum um morðið á Birnu Brjánsdóttir, har Thomas Møller Olsen úr Grønlandi er ákærdi. Hetta skrivar Sermitsiaq.ag í dag. Thomas Møller [...] og fekk 19 ára fongsulsrevsing í september í fjør, men Thomas Møller Olsen helt fast við, at hann er ósekur, og kærdi dómin. Verji hansara ætlar at vísa á fleiri ivamál í tí, sum løgreglan er komin fram [...] royna at fáa linari revsing. Tað var í fjør, at 20 ára gamla íslendska kvinnan hvarv, og seinni varð funnin deyð, og løgreglan kom fram til, at helst hevði hon verið í bili saman við tveimum grønlendskum
Ein maður er nú í Føroya rætti, har hann er skuldsettur fyri dráp. Talan er um eitt mál, sum er næstan sjey ára gamalt, har ein blaðung genta varð funnin deyð á sjónum í byrgingini ímillum Hvannasund og [...] eisini: Hetta er søgan um gentuna í Hvannasundi Men tað er ikki fyrr enn nú í seinastuni, at løgreglan hevur fingið illgruna um, at talan var um dráp og beint fyri døgverða í gjár varð ein ungur maður handtikin [...] handtikin og skuldsettur fyri drápið. Í fyrra lagi er hann skuldsettur fyri at hava druknað gentuna seint á kvøldið tann 20. november í 2012. Í øðrum lagi er hann skuldsettur fyri at hava verið so harðligur
Festivalinum í Klaksvík, og úr Føroyum fór hann til Danmarkar at hava konsert í Vejle. Leygardagin fekk hann boð um, at systur hansara, Donna Goulden, sum hann hevði eitt tætt samband við, var deyð. Hon hevur [...] hevur verið sjúk í longri tíð og doyði leygardagin 73 ára gomul. Donna Goulden plagdi at skriva tekstir á nýggjum amerikanskum poppsangum niður fyri Cliff, so hann kundi spæla sangirnar saman við bólki sínum [...] hann var komin fyri seg aftur, doyði systur hansara. Cliff Richard er farin til London fyri at luttaka í jarðarferðini av systur sínari.
noyða kundar sínar at brúka, lá deyð í átta tímar í gjár, so tá fingu danskir peningastovnskundar ikki brúkt skipanirnar, ið eru knýttar at NemID. At NemID var niðri í átta tímar, forðaði fyri atgongd [...] slu verður avbrotin í stutta tíð, orsakað av netfeilum í NemID, men sum oftast verða feilirnir rættaðir skjótt. Seinasta drúgva avbrotið var í oktober 2013, tá NemID ikki riggaði í samfullar tríggjar dagar [...] atgongd til sjálvavgreiðslu hjá eini røð av almennum stovnum og fyritøkum í Danmark, teirra millum peningastovnunum. Ein talsmaður fyri NemID greiddi frá, at talan var um ein netverksfeil hjá einum undirveitara
Reuters at siga. Í Nepal búgva 30 milliónir fólk, og landið verður roknað sum eitt av teimum fátækastu í heiminum. Jarðskjálvtin í morgun var tann harðasti, sum hevur verið í landinum í 81 ár. [...] Talið á deyðum eftir harða jarðskjálvtan í Nepal í morgun veksur í hvørjum. Fíggjarmálaráðharrin í Nepal hevur á sosialum miðli boðað frá, at talið á deyðum higartil er komið upp á 1457 fólk. Ráðharrin [...] Ráðharrin sigur seg hava talið frá herinum í nepal, sum er við í bjargingararbeiðnum. BBC sigur seg vita, at í minsta lagi 1700 fólk hava fingið skaða. Harafturat verður roknað við, at talið á deyðum fer at vaksa
fyri børn í Uganda, hvørs foreldur vóru deyð av eyðkvæmi. Tann triði 24.473 til eina maismyllu til fátækar bøndur í Uganda. Tann fjórði gav 31.700, sum fór til eina verkætlan hjá 31 bóndafeløgum í Uganda [...] Loppumarknaður til frama fyri ungar kvinnur í Niger verður leygardagin 14. mars kl. 10-16 í Sangstovuni í Sankta Frans Skúla. Tiltakið er partur av føstuátaki hjá katólska hjálpar felags skapinum Caritas [...] umframt at dyrka grønmeti og frukt at eta í skúlatíðini. Kirkjan hevur hvørja ferð fingið takkarskriv fyri peningin. Hevur ein lutir at lata, kunnu teir latast inn í Mariukirkjuni.
á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur arbeitt á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Í hesum sambandi er ein grein hjá Jan Rasmussen, og øðrum, um CTD, almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum [...] ph.d, í herviligu sjúkuni CTD. Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni. CTD leypti fyri nøkrum árum síðani rættiligan ekka á føroyingar, tá ið tað kom fram, at hetta var orsøkin til fólk í bestu [...] bestu árum brádliga vóru deyð. Tað førdi eisini til, at ein hópur av føroyingum lótu seg kannað fyri sjúkuna. Tað er Jan Rasmussen, lækni á Landssjúkrahúsinum, sum hevur granskað sjúkuna og Granskingarráðið