Fyri løtu síðani rendi ein vørubilur inn í mannamúgvu í miðbýnum í Barcelona. Spanska løgreglan heldur, at talan er um yvirgangsálop.
Blaðið El País vil vera við, at minst tvey fólk eru deyð, og at fleiri enn 20 hava fingið skaða. Hetta er ikki váttað av myndugleikunum.
Álopið hendi á Rambluni, sum er 1,2 kilometrar long gøta við handlum, matstovum og barrum. Ferðafólk í milliónatali vitja hvørt ár Rambluna, sum byrjar við Plaça de Catalunya og endar við stóru standmyndina av Christopher Columbus.
Myndugleikarnir hava nú biðið fólk um at halda seg burtur frá Plaça de Catalunya, og almenna ferðslan í økinum er steðgað. Eisini verður heitt á fólk um at vera verðandi, har tey eru, til tey fáa nærri boð frá myndugleikunum.
Blaðið El Periódico vil vera við, at skot ljóðaðu nærindis La Boqueria marknaðinum mitt á Rambluni, og at tveir vápnaðir mans vóru sæddir fara inn á eina matstovu.










