Danska trygdarloysnin, ið føroysku peningastovnarnir ætlaðu at noyða kundar sínar at brúka, lá deyð í átta tímar í gjár, so tá fingu danskir peningastovnskundar ikki brúkt skipanirnar, ið eru knýttar at NemID.
At NemID var niðri í átta tímar, forðaði fyri atgongd til sjálvavgreiðslu hjá eini røð av almennum stovnum og fyritøkum í Danmark, teirra millum peningastovnunum.
Ein talsmaður fyri NemID greiddi frá, at talan var um ein netverksfeil hjá einum undirveitara, sum var orsøkin til, at NemID ikki riggaði.
Hesin sami feilur forðaði 3,5 milliónum danskarum at fáa atgongd til netbankan, taka niður ársuppgerð frá skattamyndugleikunum, lesa digitalan post og avgreiða sínar tryggingar.
Sagt verður, at tað javnan hendir, at atgongdin hjá donsku brúkarunum til sjálvavgreiðslu verður avbrotin í stutta tíð, orsakað av netfeilum í NemID, men sum oftast verða feilirnir rættaðir skjótt.
Seinasta drúgva avbrotið var í oktober 2013, tá NemID ikki riggaði í samfullar tríggjar dagar.