Minst 1400 deyð í Nepal

Harðasti jarðskjálvtin í Nepal í 81 ár hevur kravt minst 1400 mannalív. Roknað verður við, at talið á deyðum fer at hækka

 

Talið á deyðum eftir harða jarðskjálvtan í Nepal í morgun veksur í hvørjum.

Fíggjarmálaráðharrin í Nepal hevur á sosialum miðli boðað frá, at talið á deyðum higartil er komið upp á 1457 fólk. Ráðharrin sigur seg hava talið frá herinum í nepal, sum er við í bjargingararbeiðnum.


BBC sigur seg vita, at í minsta lagi 1700 fólk hava fingið skaða.

Harafturat verður roknað við, at talið á deyðum fer at vaksa, tí yvirlit er ikki yvir støðuna kring alt landið enn.

Ein talsmaður sigur, at møguliga eru hundraðtals fólk afturat deyð ymsastaðni í landinum.


Á Mount Everest hava fleiri latið lív, eftir at jarðskjálvtin førdi til fleiri skalvalop. Eitt nú er Base Camp javnaður við jørðina av kava, og har doyðu átta fólk, veit Reuters at siga.

Í Nepal búgva 30 milliónir fólk, og landið verður roknað sum eitt av teimum fátækastu í heiminum.

Jarðskjálvtin í morgun var tann harðasti, sum hevur verið í landinum í 81 ár.