Ein maður er nú í Føroya rætti, har hann er skuldsettur fyri dráp. Talan er um eitt mál, sum er næstan sjey ára gamalt, har ein blaðung genta varð funnin deyð á sjónum í byrgingini ímillum Hvannasund og Norðdepil.
Les eisini: Hetta er søgan um gentuna í Hvannasundi
Men tað er ikki fyrr enn nú í seinastuni, at løgreglan hevur fingið illgruna um, at talan var um dráp og beint fyri døgverða í gjár varð ein ungur maður handtikin og skuldsettur fyri drápið.
Í fyrra lagi er hann skuldsettur fyri at hava druknað gentuna seint á kvøldið tann 20. november í 2012. Í øðrum lagi er hann skuldsettur fyri at hava verið so harðligur við hana, at hon er endað á sjónum ímóti sínum vilja, og er druknað
Maðurin noktar seg sekan og Rætturin skal nú taka støðu til, hvat skal henda í málinum, og um maðurin skal varðhaldsfongslast.
Vit hava meiri seinni