anda. Eg haldi eisini, at vit hava fingið nógv burtur úr stóru fundarevnunum í dag. Føroyingar skulu nú taka ábyrgdina av føroyskum viðurskiftum, sigur Marianne Jelved. ? Um nú Føroyar aftur verða raktar [...] Nei, nú hava føroyingar ábyrgdina. Tað merkir at vit ikki koma tykkum til hjálpar, um skrædlið endurtekur seg. ? Tað eri eg ikki bangin fyri hendir. Hesar samráðingar hava prógvað, at føroyingar eru ótrúliga [...] onnur skulu finna eina loysn uppá, sum báðir partar kundu góðtaka. Tað, sum nú er hent, gevur eina nýggja mynd, og vit fara nú inn í eitt nýtt tíðarskeið í okkara samvirki, sigur búskaparmálaráðharrin.
fyri. Fara vit at merkja fíggjarligan bata? ? Tað verður ið hvussu er ikki soleiðis, at vit fara at byrja eitt forbrúkaragildi. Vit fara heldur at konsolidera samfelagið. Í tí liggur eisini, at vit tryggja [...] ára avtaluna. ? Vit skulu gjalda minni í rentu og avdráttum, enn vit í dag gjalda ? bert í rentu. Við ongari avtalu skuldu vit goldið 1,3 mia. kr. bara í avdrátti í 1999. Umframt tað fáa vit nýggja, lagaligari [...] tað nú verður lættari í allar mátar at bera byrðarnar hjá okkum. ? Vit hava fingið eina avgera góða avtalu. Tað merkir, at tað verður lættari at leggja langtíðarætlanir viðvíkjandi vælferðini. Vit kunnu
leiklut? ? Eg eri væl nøgdur við at vit hava bundið frið okkara millum, og tað kennist væl at samráðingarnar gingu so væl. Nú fara vit undir nýtt samstarv, har vit í felag kunnu líta frameftir, sigur Mogens [...] týðandi mál í hesum samráðingunum er avgjørt, at vit fingu ruddað slóð fyri nýggjum samstarvi millum londini bæði, sigur Mogens Lykketoft. ? Nú skulu vit fara undir nýggja skipan innan ríkisfelagsskapin [...] høvdu ætlað? ? Jú, úrslitið kostar meira enn vit væntaðu, men báðir partar hava givið, so tað er í lagi, sigur Mogens Lykketoft. ? Hvussu kennist tað at vera komin úr tí naggatódn, sum hevur valdað seinastu
hann m.a. kompensatión í bankamálinum, og at viðurskiftini millum londini nú aftur eru sum áðrenn 6. oktober 1992. ? Eitt nú søgdu vit í landsstýrinum, at samráðingarnar um bankamálið ikki bert vóru um pa [...] hesum í samfelagnum. ? Tí samráddust vit um bankamál, uttanlandsskuld og blokkstuðulin, sum í veruleikanum var ein politisk uppgerð, ið endaði við semju. Úrslitið er, at vit fingu 1,7 mió. kr., umframt nið [...] niðurfrysting av láni og rentulækking. Við at yvirtaka Framtaksgrunnin t.d., fingu vit eina mió. kr. afturat, sum danir settu í grunnin, tá hann varð stovnaður. Seinastu 500 mió. kr. verða niðurfrystar í
tíðina fóru embætisfólk at renna aftur og frem við pappíri í hondunum, og nú varð gitt, at avtalan var komin undir land. Jú, rætt var. Nú segði ein embætismaður, at eitt korter var eftir, ein politikari aftan [...] lofta hvørjum eygnabrá, meðan landsstýrisfólk ella ráðharrar skotraðu seg yvir at wc-hurðini, meðan vit tráspurdu, uttan at fáa meira enn eitt uppgevandi eygnabrá, um tað í løtum gekk illa, ella eitt stórt [...] roykja, festu sær í, bara fyri at gera okkurt. Tá klokkan var farin av fýra mikumorgunin tóktist tað sum nú fór okkurt at henda. Tey, sum høvdu fingið sær ein blund á kalda steingólvinum, ella hingu í einum
Mín greiða støða er, at vit eiga at verja barnið. Vit eiga eisini at siga við okkum sjálv, at vit skulu kunna hyggja í eyguni á hesum barni, tá ið tað verður vaksið og vita, at vit tóku eina rætta avgerð [...] foreldrarætturin er so sterkur. Tað eru foreldrini, sum "eiga" barnið. Spurningurin er, hvar vit enda, um vit byrja at pilka við foreldrarættin. Men tað syrgiliga er, at tað eru børnini sum gjalda prísin. Alt [...] okkum er, um vit eru foreldravernd ella barnavernd. Ikki tí, tað er ikki lætt hjá barnaverndunum í Føroyum at arbeiða, tí fólkini eru ikki skúlað til uppgávuna. Men eru tey yvirhøvur før fyri at meta um
kommunuskuldini, sum tær ringast staddu kommunurnar ikki sjálvar klára at betala. Men nú tykist tað sum um at allar vónir eru sleptar um at fáa landskassan at átaka sær ein part av kommunuskuldini. Landsstýrið [...] sigur, at tað eru átta, ella níggju kommunur, sum ikki sjálvar koma burturúr kommunuskuldini. Hann vil ikki nevna sær, men tað er væl kent, at tær ringast staddu kommunurnar í Føroyum eru m.a. Tvøroyrar [...] a. má tað bera til at fáa rentuna lækkaða nakað nógv. Tí nú er rentan vanliga ikki meiri enn umleið helvtin av teimum 11-12%, sum kommunurnar nú betala í rentum. Spurningurin verður kanska heldur, hvussu
truplu málini eru tey, har tað er størri ivamál um, foreldrini eru egnað ella ikki hóast avleiðingarnar eru tær somu fyri hesi børnini sum fyri børn hjá greitt óegnaðum foreldrum. Vit eiga at vera á [...] ganga upp í eina eind. Uttan mun til, hvussu væl vit vilja barninum mugu vit taka atlit til hesi viðurskifti. Skulu vit undir at fyrireika eitt mál skulu vit hava útalilsir frá lækna, skúla, stovni, sálarlækna [...] og nú eru góð viðurskifti millum partarnar. Tað ger, at stórir trupulleikar verða viðgjørdir professiónelt. Dagstovnarnir í Føroyum eru eisini vorðnir betri við at boða frá, tá viðurskifti ikki eru í lagi
eini 6-7% teir fyrstu tríggjar mánðir í ár. Sostatt eru ikki tær stóru broytingarnar hendar í forbrúkinum hjá føroyingum hesi seinastu árini, síðani vit fóru at koma burturúr kreppuni. Tøl frá Hagtstovuni [...] er neyvan fyrrenn einaferð í summar at vit kunnu geva eina heilt greiða mynd av innflutninginum fyrsta ársfjórðing í ár. Men tey tey feskastu tølini, sum ikki eru almenn enn, vísa eina meiri náttúrliga [...] óskiljandi, at innflutningurin stendur mestsum í stað, tá íð havt verður í huga, tað stóra arbeiðsloysið, vit hava havt. Annars avspeglar forbrúkið av nýtsluvørum ikki vøksturin í búskapinum meiri enn til eitt
Til verka beinanvegin Anfinn Kallsberg sigur, at marknamálið skal loysast, nú avtalan við Danmark er komin undir land. -Vit fara til verka beinanvegin. Hetta málið fær avgjørt fyrsta prioritet sigur løgmaður [...] løgmanni. Nú Nyrup og Blair hava tosað um marknamálið spurdu vit Anfinn Kalls-berg, um hetta merkir, at áheitanin frá undanfarna løgmanni um at fáa marknamálið upp á hægsta politiska stig, nú verður tikin [...] seg við samráðingarborðið at gera enn eina roynd? -Tað er júst hetta vit skulu viðgera og finna út av. Vit mugu finna fram til, hvar vit standa í øllum hesum. Skal málið uppá hægsta politiska støðið, so má