Tær hart kroystu, føroysku kommunurnar skulu ikki seta nøsina upp eftir størri vælvild úr Tinganesi, hóast landsstýrið tíðliga mikumorgunin fekk eina avtalu við donsku stjórina, sum er so góð fyri føroyingar, at summir politikarar enntá kallað hana eina kanón-avtalu.
Tað heldur í hvussu so er Jákup Lamhauge, formaður í Býarfelag Føroya.
Býarfelagið hevur í langa tíð arbeitt við einum uppskoti um, hvussu trupulleikin við kommunuskuldini skal loysast.
Støðan er tann, at tað eru nakrar kommunur, ið ongan sum helst møguleika hava at koma burturúr skuldini einsamallar.
Og fleiri ferðir fyrr hevur verið nevnt, at landskassin eigur at átaka sær tann partin av kommunuskuldini, sum tær ringast staddu kommunurnar ikki sjálvar klára at betala.
Men nú tykist tað sum um at allar vónir eru sleptar um at fáa landskassan at átaka sær ein part av kommunuskuldini.
Landsstýrið hevur alla tíðina tvíhildið um, at kommunurnar mugu avgreiða síni skuldarviðurskifti sjálvar.
Og Jákup Lamhauge heldur ikki, at Landsstýrið fer at broyta støðu, hóast ein avtala nú er gjørd við donsku stjórnina, sum gevur landskassanum munandi rúmari ræsir og tryggari karmar at arbeiða undir.
Eg skilji, at eftir avtaluni mikumorgunin er Landsstýrið blivið leyst av bindingunum til donsku stjórnina og hevur nú aftur fult ræði á okkara fíggjarligu viðurskiftum.
Men fyri tað vænti eg ikki, at Landsstýrið fer at broyta kós mótvegis kommununum, hvat kommunuskuldini viðvíkur.
Eg vænti, at Landsstýrið eisini framyvir eisini fer at føra líka stramman fíggjarpoliikk, sum tað hevur ført seinastu árini, eisini mótvegis kommununum. Tað noyðist landsstýrið heilt einfalt, tí tær politisku ætlanirnar seta ómetaliga stór krøv til politisku umsitingina.
115 milliónir í klemmu
Tilsamans er kommunuskuldin umleið 1, 5 milliard.
Jákup Lamhauge sigur, at hendan skuldin er ov høg til, at kommunurnar klára at betala hana aftur sjálvar.
Vit halda, at tað, sum kommunurnar skylda útyvir tríggjar álíkningar, er ov nógv, og eigur at verða tikið burtur.
Tí má toppurin takast av skuldini onkusvegna, sigur hann.
Hann sigur, at tað eru átta, ella níggju kommunur, sum ikki sjálvar koma burturúr kommunuskuldini.
Hann vil ikki nevna sær, men tað er væl kent, at tær ringast staddu kommunurnar í Føroyum eru m.a. Tvøroyrar og Vágs kommuna, kommunurnar í Sandoynni, Oyndafjørður og Skáli.
Formaðurin í Býarfelagnum sigur, at talan er um einar 115 milliónir, sum hesar kommunurnar skylda omanfyri tríggjar álíkningar, og sum tær tí ikki sjálvar megna at betala.
Støðan ógreið
Jákup Lamhauge sigur, at ein stórur spurningurin er, hvussu verður, eftir at avtalan um kommunuskuldina gongur út við árslok í 2000.
Fæst ikki ein avtala við fíggingarstovnarnar, skulu rentur og avdráttir aftaná 2000 betalast eftir upprunaligu lániavtaluni.
Tað liggur eisini í kortunum, at lánvitararnir eru ikki sinnaðir at samráðast við 49 kommunur um eina nýggja avtalu.
Tí verður bíðað eftir, at nýggju kommunuskipanini, táið Føroyar verða skipaðar í einar 8-10 kommunur.
Hann ivast ikki í, at tað fer at bera til at fáa eina nýggja avtalu um kommunuskuldina.
M.a. má tað bera til at fáa rentuna lækkaða nakað nógv. Tí nú er rentan vanliga ikki meiri enn umleið helvtin av teimum 11-12%, sum kommunurnar nú betala í rentum.
Spurningurin verður kanska heldur, hvussu langt lánveitararnir vilja strekkja seg viðvíkjandi avdráttunum.
Úspæla út sjálvar
Men í øllum førum verður tað ein annar, stórur spurningur, hvussu verður vorðið við teimum 115 milliónunum, sum tær 8-9 kommunurnar ikki klára at betala sjálvar.
Jákup Lamhauge sigur, at Býarfelagið arbeiðir framvegis fyri at snikka eitt uppskot til, um, hvussu trupulleikin kann loysast.
Kommunurnar leggja dent á at koma við einum útspælið sjálvar, sigur hann.
Hann vil ikki siga, hvørja loysn, Býarfelagið fer at vísa á.
Men hann ivast ikki í, at loysnin fer at umfata peningin, sum er í kreppulánsgrunninum. Har eru nettupp einar 100 milliónir. Og, tað, Býarfelagið arbeiðir við, er at gera eitt uppskot fyri, hvussu tann peningurin kann brúkast at lætta byrðarnar hjá teimum ringast staddu kommununum.
Hinvegin heldur hann ikki, at kommunurnar eru sinnaðar at halda fram at betala í kreppulánsgrunnin.