Forbrúkið í Føroyum veksur framvegis nógv.
Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár vaks innflutningurin av vørum til beinleiðis nýtslu eini 10%.
Og táið allar vørur verða tiknar við, uttan skip, vaks innflutningurin eini 6-7% teir fyrstu tríggjar mánðir í ár.
Sostatt eru ikki tær stóru broytingarnar hendar í forbrúkinum hjá føroyingum hesi seinastu árini, síðani vit fóru at koma burturúr kreppuni.
Tøl frá Hagtstovuni yvir innflutningin í Føroyum fekk annars búskaparfrøðingar at klóra sær í nakkanum, tí teir skiltu ikki gongdina
Tí eftir teirri uppgerðini er innflutingurin av vørum til beinleiðis nýtslu ikki vaksin meiri enn 2 % í januar og februar í ár.Og hetta kom heilt óvart á búskaparfrøðingar.
Búskaparfrøðingar meta, at føroyski búskapurin fer at veksa eini 9% í ár, sigur Hermann Oskarsson, skrivari hjá búskaparráðnum.
Í fjør vaks hann 5%.
Tí er tað heilt óskiljandi, at innflutningurin stendur mestsum í stað, tá íð havt verður í huga, tað stóra arbeiðsloysið, vit hava havt.
Annars avspeglar forbrúkið av nýtsluvørum ikki vøksturin í búskapinum meiri enn til eitt vist, tí tað er avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu brúka av mjøli og grýni, hóast tey forvinna nógvar pengar.
Táið tað kemur hartil, er tað meiri innflutingurin av dýrum vørum, eitt nú bilum, ferðum o.s.fr. sum avspeglar vøksturin í búskapinum.
Í áttatiárunum var tað ikki minst innflutningurin av vørum til íløguendamál, t.d. skip, maskinur, umframt bilainnflutningurin, sum kostaðu so ómetaliga nógv. Tað er sjálvdan innflutningurin av vanligum vørum, sum ger tað stóra útslagið
Men havandi í huga, hvussu stórt arbeiðsloysið hevur verið, er tað kortini undarligt, at innflutningurin av beinleiðis nýtsluvørum ikki er vaksin meiri, enn hann er, sigur Hermann Oskarsson.
Geva rættar mynd
Hermann Oskarsson hevur síðani kannað málið. Og hann hevur fingið til vega nýggjaru tøl enn Hagstovan hevði og sum geva eina rættari mynd av gongdini.
Hermann Oskarsson sigur, at tað tekur langa tíð at gera innflutningin upp, tí fráboðanir koma leypandi.
Tvs, at innflutningstølini broytast alla tíðina. Tað er neyvan fyrrenn einaferð í summar at vit kunnu geva eina heilt greiða mynd av innflutninginum fyrsta ársfjórðing í ár.
Men tey tey feskastu tølini, sum ikki eru almenn enn, vísa eina meiri náttúrliga gongd tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn tølini frá Hagtsovuni bendi á.
Tey nýggjastu tølini vísa, at innflutningurin av nýtsluvørum er vaksin umleið 10% tríggjar, teir fyrstu mánaðirnar í ár.
Tilsamans hava vit innflutt fyri umleið 500 milliónir tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár.
Sama tíðarskeið í fjør var innflutningurin 470 milliónir.
Tað gevur ein vøkstur í samlaða innflutninginum, uppá 6-7%, táið skip ikki eru tald við.
Men av tí sama, at fráboðanirnar um innflutningin koma alla tíðina fara hesi tølini eisini at broytast nakað, sum árið líður.
Tvs, at støðan er meiri vanlig, enn fyrsta uppgerðin frá Hagstovuni bendi á.
Sostatt benda tølini á, at vøksturin í innflutninginum, sum hevur verið seinastu árini, heldur fram. Men Hermann Oskarsson heldur ikki, at tað er nøkur grund til at rópa varskó enn.
Tí alt í alt veksur nýtslan eitt sindur minni enn inntøkuvøksturin, og enn er ikki vandi á ferð, heldur hann.