Marianna Jelved er fegin um at samráðingarnar við landsstýrið nú eru av. Hon er ikki sørt bilsin, so væl føroyingar vóru fyrireikaðir og heldur, at embætismenninir hava gjørt væla arbeiði.
? Samráðingarnar vóru strævnar og harðar, men kortini førdar í einum góðum anda. Eg haldi eisini, at vit hava fingið nógv burtur úr stóru fundarevnunum í dag. Føroyingar skulu nú taka ábyrgdina av føroyskum viðurskiftum, sigur Marianne Jelved.
? Um nú Føroyar aftur verða raktar av kreppu. Merkir tað, at danir ikki fara at hjálpa til?
? Nei, nú hava føroyingar ábyrgdina. Tað merkir at vit ikki koma tykkum til hjálpar, um skrædlið endurtekur seg.
? Tað eri eg ikki bangin fyri hendir. Hesar samráðingar hava prógvað, at føroyingar eru ótrúliga treiskir, men eisini hava teir víst stórt dirvi og vilja ikki víkja frá sínum. Hetta taki eg sum tekin um, at føroyingar ikki aftur koma í fíggjarliga neyð. Tað er eitt gott støði at byggja framtíðina á, sigur Marianne Jelved.
Bert heldur hon tað vera spell, um ríkisfelagsskapurin ikki verður varðveittur, tí henni dámar sera væl skipanina. Kortini góðtekur hon, at um føroyingar koma við einum uppskoti um framtíðar samstarv innan ríkisfelagsskapin, so skulu teir hava loyvi at taka avgerð um tað.
? Kennir tú tað sum eina byrðu lyfta av tínum herðum, nú føroyingar skulu taka ábyrgd av sínum landi?
? Als ikki. Eg havi ikki kent tað sum vóru føroyingar ein byrða. Hetta var ein uppgáva, ið eg og onnur skulu finna eina loysn uppá, sum báðir partar kundu góðtaka. Tað, sum nú er hent, gevur eina nýggja mynd, og vit fara nú inn í eitt nýtt tíðarskeið í okkara samvirki, sigur búskaparmálaráðharrin.