politistøðin í Húsagøtu í Havn, men nú nærkast, at hon verður klár at taka í nýtslu. Upprunaliga var ætlanin, at politistøðin skuldi standa klár um hálvan mars, men tað er ikki væntandi, at hetta fer at halda [...] eftir ætlan at vita ein dato, har politistøðin verður klár, sigur Michael Boolsen, fúti. Hann toriri ikki at siga neyvt, nær hann væntar, at tað verður klárt at flyta inn. - Men eg vænti, at tað verður einaferð [...] halda. - Vit vita ikki í løtuni akkurát nær, ið hon verður klár at taka í nýtslu. Eg bíði faktisk eftir boðum um ein fund við Bygningsstyrelsen. Hesin fundur verður væntandi heilt skjótt, og tá fáa vit eftir
aftrat, at Hamas noyðist at flyta seg. Í langa tíð hava samráðingarfólk úr USA, Egyptalandi og Qatar roynt at meklað millum stríðandi partarnar, men enn hevur ikki eydnast at koma á mál. Hetta vita fleiri [...] ásannar, at tað ikki er vist, at nøkur skjót vápnahvíld verður millum Hamas og Ísrael. - Nei, svaraði Joe Biden, tá tíðindafólk undir G7-toppfundinum í Italia varð spurdur, um hann er vísur í, at nøkur [...] partarnar. Forsetin segði, at hann hevur ikki mist vónina um eina vápnahvíld, men hann ásannar, at tað verður trupult. Joe Biden segði eisini, at spurningurin um vápnahvíld liggur í hondunum á palestinum og
formaður Fólkafloksins fleiri ferðir sagt, at fólk mugu til at arbeiða meira. Hann hevur sagt, at fólk arbeiða ikki meira, tí tað loysir seg ikki. Hetta er í hvussu er ikki galdandi fyri heilsuhjálparar, heim [...] hevur skiftivaktir, men hinar sleppa ikki at arbeiða meira, sigur Majbritt Mohr. Ójavnt býtt Hon kundi hugsað sær at fingið at vita, hvør meining er í at fáa fólk at arbeiða meira, tá ið vit hava næstan [...] hjá okkara limum er, at tær fáa ikki meira enn 25 ella 30 tímar, og tað er ov lítið at liva fyri, sigur Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya. Hon sigur, at felagið í sínari tið góðtók lága
Vit finna okkum ikki í, at danir byrja at yvirtaka málsøki í Føroyum, eins og vit heldur ikki góðtaka, at amerikanarar skulu bestemma, hvat vit gera við kópin, sigur hann. Les meira í Vikuskiftis Sosialinum [...] tjóðskaparliga veingin í føroyskum politikki. – Vit finna okkum ikki í, at onnur skulu taka avgerðir her. Tað ræður um at handla civiliserað, men ikki leggja seg undir nakran. Har legði eg ikki fingrarnar ímillum [...] á vitjan í Føroyum. Her meinar hann við, at hvørki USA ella Danmark eiga at bestemma, hvat vit gera í Føroyum. Hann vísti her sendikvinnuni á, at hann ynskir loysing frá Danmark, tí hann hoyrir til tjó
- ikki bert her í høvuðsstaðarøkinum, men eisini í øðrum vakstrarøkjum í landinum - og hækka íløgukvotuna tilsvarandi. Í ár hevur Tórshavnar kommuna - saman við Kollafjarðar kommunu - møguleika at gera [...] una. Og tað ætla vit at halda fram við - uttan at økja um lánibyrðu ella skattatrýst. At hetta ber til, er ikki minst teirri stóru skuld-arniðurgjaldingini seinastu árini fyri at takka. Eitt íløguloft [...] dragast við í løtuni, má og skal hon fáa víðari ræsur at virka undir. Tjóðveldisflokkurin fer ikki at helma í, fyrrenn hesi viðurskifti eru komin í rættlag. Tjóðveldisflokkurin hevur fyri fyrstu ferð havt leiðsluna
stundir at standa fyri HM-kappingini í kvinnuhondbólti. Tí freistast tú kanska at spyrja, um talan er um ein mann, sum als ikki hevur samband við jørðina. Ella um talan bara er um ein mann, sum ikki heldur [...] slíkari verkætlan. Og eg haldi meg avgjørt ikki koma við teimum vánaligastu altjóða samstarvsfeløgum, men nógv teimum bestu, og eg ivist ikki í, at hetta er nakað, sum skapar virðing, tá ætlanin hjá okkum [...] haldi eisini, at tú skalt seta tær høg mál. Og at tú so heldur fokus á hesum málum. - Tá eg á sinni segði, at eg vildi gera Slagelse til heimsins besta hondbóltsfelag, høvdu fleiri helst hug at smílast. Men
1?1, og tað hevur við sær, at tey sjey síðstu umførini ikki vera serliga hugalig hjá AaB. Teir hava ongan møguleika í toppinum, og teir nýtast ikki at hava ótta fyri at koma í niðurflytingarvanda. [...] Jónsson høvdu frí sunnudagin. Í gjárkvøldið vóru teir í Jyllandi og spældi ímóti Silkeborg, sum hevur eitt av bestu liðunum í Danmark í løtuni. Hvussu tað skarst hjá Toda og teimum í tí dystinum vita vit av [...] av góðum grundum ikki. Dysturin varð spældur, eftir at blaðið var farið til prentingar, men vit venda aftur til hetta í morgin. Hesa ferð kunnu vit staðfesta, at tað lagaði seg so væl fyri FCK, sum tað kundi
niðurstøðan, at fíggjarkreppan er eins álvarsom og tann ræðuliga kreppa, sum byrjaði í Wall Street í New York í oktober 1929 og sum skjótt breiddi seg til allan heimin. Tann kreppan bar við sær í fyrsta lagi [...] ásannaðu, at hitt almenna noyddist at leggja uppí. Tann búskaparfrøðingur, sum best skilti hetta, var John Maynard Keynes og tað var eisini hann, sum sannførdi Roosevelt um, at statsvaldið átti at taka um [...] t skrædl og í øðrum lagi var tann kreppan við til at mynda forreytirnar fyri fasismuni og nazismuni. Hetta síðsta gongur ongantíð frá tilvitandi og ábyrgdarfullum politikkarum og er hetta ein orsøkin til
føroyingar, og at tey soleiðis ikki fara at hava møguleika at skipa síni viðurskifti? Sjálvt eftir, at hesir fundamentalistar, sum borðreiða við sovorðnum tvætli, hava ligið undir grønutorvu í hundrað ár? [...] Aftur og aftur verða vit dukað í høvdið, um vandan fyri at missa henda rætt, og at hann bara kann brúkast einaferð. Tí mugu vit eingi óráð taka fyri, siga tey. Tí bar ikki til at hava fólkaatkvøðu, siga tey [...] slag, og hann kann ikki missast, uttan at tað fólkið ella tað landið, sum hava hann forfarast onkursvegna. Hetta tí, at vit fata okkum sjálvi sum eitt land og eitt fólk. Til ber at taka loysing, fara úr
haldi eg ikki, a tað er nøkur orsøk at mála svart. Eg tími so í øllum førum ikki at stilla meg í kø fyri at mála svart, tað er eitt tað býttasta, ein kann gera, sigur Eyðfinn Reyðberg. Hann heldur, at tey sum [...] krónur eftir skatt. Hetta er slakar fýra milliónir lægri enn í 2002. Eyðfinn Reyðberg sigur, at tað eru tríggjar orsøkir til hetta. Eitt kurstap í virðisbrøvum í mun til ein vinning í 2002. Harumframt hevði [...] fólk, at tey í stóran mun sjálvi gera av, um tey fáa rætt ella ikki. Eisini heldur hann, at tað er sera áhugavert, at tess betur vit menniskju tykjast at hava tað, tess bangarni eru vit fyri at fáa tað