Bjartskygdur hóast afturgongd

Hóast úrslitið hjá Norðoya Sparikassa var nakað verri í 2003 enn í 2002, so heldur Eyðfinn Reyðberg ikki, at nøkur orsøk er beinleiðis at mála alt svart. ? Hetta var væntandi, tí tann góða gongdin, sum hevur verið seinastu árini, kundi ikki halda fram, sigur hann

Klaksvík:
Í einum sera snotiligum bóklingi varð ársfrásøgnin hjá Norðoya Sparikassa almannakunngjørd týsdagin. Í hesum bóklingi finnast umframt endaliga roknskapin fyri 2003 eisini myndir frá árinum, ið fór.
Árið 2003 royndist ikki eins væl og undanfarin ár við metavlopum og so framvegis. Tann gongdin er so steðgað nú. Tað undrar ikki stjóran í Norðoya Sparikassa Eyðfinn Reyðberg, sum heldur, at alt annað vildi verið ónáttúrligt.
? Pengar eru ikki alt, og teir kunnu ongantíð gerast eitt endamál í sjálvum sær. Tá teir blíva tað, tá er liðugt, staðfestir hann.

Lægri avlop
Roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa vísir eitt avlop upp á 17, 4 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er slakar fýra milliónir lægri enn í 2002.
Eyðfinn Reyðberg sigur, at tað eru tríggjar orsøkir til hetta. Eitt kurstap í virðisbrøvum í mun til ein vinning í 2002. Harumframt hevði Norðoya Sparikassi eina eykainntøku í 2002, tá tey seldu bygningin á Klaksvíksvegnum, har ein deild húsast í. Og ein triðja orsøk er, at rentustøðið er lækkað nógv.
? So sæð í ljósinum av hesum trimum, so er hetta ein fínt úrslit fyri okkum. Tí í aðrar mátar stendur vøksturin við, sigur stjórin í sparikassanum, sum tó er skjótur at ásanna, at tað eru nøkur ting, sum vísa á, at tað er ikki, sum tað hevur verið á búskaparliga økinum.
? Men fyri tað um gongdin er niðureftir beint nú, so haldi eg ikki, a tað er nøkur orsøk at mála svart. Eg tími so í øllum førum ikki at stilla meg í kø fyri at mála svart, tað er eitt tað býttasta, ein kann gera, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Hann heldur, at tey sum alment spáa daprar tíðir, hava so mikið av ávirkan á fólk, at tey í stóran mun sjálvi gera av, um tey fáa rætt ella ikki. Eisini heldur hann, at tað er sera áhugavert, at tess betur vit menniskju tykjast at hava tað, tess bangarni eru vit fyri at fáa tað verri.

Fiskivinnan á landi
Norðoya Sparikassi hevur ikki fíggjað alivinnuna, so stovnurin merkir ikki nakað beinleiðis til kreppuna í vinnuni, sum nú leikar á.
Eyðfinn sigur, at tá umsóknir komu frá alivinnuni í 2000, tá alt sá gott út, valdi leiðslan ikki at halda stovninum til.
Ein onnur orsøk til, at sparikassin valdi ikki at fíggja alivinnuna er, at tað skal nógvur serkunnleiki til á økinum.
? Umframt tað so skuldi lutfalsliga stór lán til. Og vit høvdu nógv í fiskivinnuni á landi frammanundan, so vit hildu tað vera ov vágið at taka alivinnuna við, sigur Eyðfinn Reyðberg, sum tó avsannar, at tað í dag er ein lætti, at tann avgerðin vísti seg at vera røtt.
? Um alvinnan rýkur, so rakar tað okkum øll á ein ella annan hátt, og tað er sera harmiligt, at vinnan er í so svárari kreppu, sigur Eyðfinn.
Hann leggur afturat, at øll hava sínar trupulleikar at dragast við.
? Lænir tú pening út, so veitst tú, at møguleikin fyri at missa teir, er tilstaðar, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa.

Spar 2
Fyri umleið einum ári síðani kom Norðoya Sparikassa við Spar 2 skipanini. Hetta er ein skipan, sum líkist Heimagreiðsluni, har fólk kunnu avgreiða síni viðurskifti á teirra egnu teldu, óansæð hvar tey so eru stødd.
Hendan skipanin veksur skjótt, og so gott sum hvønn dag koma fólk á gátt og tekna seg til hana. Hetta er eisini nakað, sum merkist aftur í avgreiðsluni.
Spar 2 skipanin er sera brúkaravinarlig, og herfyri fekk hon egið búmerki, so nú hevur pengingastovnurin ætlanir um at fara at marknaðarføra hana meira.
? Við einum búmerki ber betur til at gera vart við hana, sigur Eyðfinn.

Arbeiða við Sandavági
Herfyri lat Føroya Sparikassi aftur seks deildir ymsastaðni kring landið. Hetta hevði millum annað við sær, at deildin í Sandavági lat aftur.
Beinanvegin komu áheitanir úr Sandavági til Norðoya Sparikassa um at lata ein deild upp harvesturi.
Leiðslan í Norðoya Sparikassa hevur nú arbeitt við málinum og ger tað enn. Nú byrjar at líkjast, sigur Eyðfinn, og hann væntar, at ein avgerð kann fyriliggja um ein mánað ella so.
Hann vil tó ikki siga nógv, um hvør tann avgerðin verður ella hvørji líkindini eru fyri, at ein deild kann lata upp í Sandavági.
? Støðan í Sandavági er í veruleikanum tann, at vinnulívið ikki er so sterkt. Fólkatalið kann til dømis samanberast við Leirvík, men tað kann vinnulívið ikki. So tað er nakað, sum dregur hinvegin, viðgongur Eyðfinn, men samstundis sigur hann, at norðoyingar standa væl saman um sparikassan og tað ger, at peningastovnurin stendur sterkur.
Hann heldur fram, at Sandavágur er eitt lop fyri sparikassan. Onkuntíð hevur verið tosað um at lata eina deild upp í Havn ella longri inni í Eysturoynni, men vesturi í Vágunum, tað hevur ongantíð verið upp á tal.
? Men fyri at kunna fara út, má ein vera sterkur heima, so nú fáa vit at síggja. Avgerðin fellur sum sagt um ein mánað ella so, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg.