Tað gerst alt tætari í toppstríðnum

Javnleikurin ímillum Brøndby og FCM hevði við sær, at FCK hevur betri møguleikar at blanda seg í oddastríðið

 

Superligan


FCK og Todi Jónsson høvdu frí sunnudagin. Í gjárkvøldið vóru teir í Jyllandi og spældi ímóti Silkeborg, sum hevur eitt av bestu liðunum í Danmark í løtuni. Hvussu tað skarst hjá Toda og teimum í tí dystinum vita vit av góðum grundum ikki. Dysturin varð spældur, eftir at blaðið var farið til prentingar, men vit venda aftur til hetta í morgin.

Hesa ferð kunnu vit staðfesta, at tað lagaði seg so væl fyri FCK, sum tað kundi, tá toppdysturin sunnudagin var á skránni í Brøndby. Oddaliðið, FCM, sum er fyri fyrstu ferð í bestu deildini, vitjaði, og dysturin endaði 1?1.

Fleiri enn trettan túsund áskoðarar vóru í Brøndby, og teir sóu eina uppgerð, sum var oddaliðum í donskum fótbólti verdug.

Aftaná iðraðu gestirnir seg um, at teir ikki høvdu vunnið øll trý stigini. Síðstu løtuna høvdu teir fleiri stórar møguleikar, men teir fingu ikki mál. Bæði málini komu í 1. hálvleiki. FCM fekk eftir 17 minuttir hol á eftir hornaspark, og á hálva tímanum javnaði sviin Krister Nordin.


Neyðars Lyngby

Annan mikudag skulu Jákup Mikkelsen og teir spæla í Lyngby. Kanska teir í Herfølge síggja ein møguleika at fáa tey stigini í ti uppgerðini, sum teir ikki fingu sunnudagin.

Tá superligan eftir vetrarsteðgin varð tikin uppaftur í mars, taldist Lyngby millum oddaliðini. Teir vunnu í fyrsta umfarinum, men síðani hevur gingið av skriðuni. Í sjey teimum seinastu umførunum hevur Lyngby skorað tvey mál, og teir hava fingið fýra stig.

Hesa ferð vóru teir í Viborg, har heimaliðið vann 3?0. Steffen Højer skoraði fyrsta málið beinleiðis upp á fríspark. Hetta var triði dysturin upp í slag, at hann skoraði upp á henda mátan, og nú siga teir, at hann er ein nýggj útgáva av David Beckham!

AB dróg í botninum eitt sindur frá Herfølge. Á heimavøllinum í Gladsakse endaði uppgerðin ímóti OB málleys. Johan B. Hansen er framvegis heilt uttanfyri OB hópin.

AaB var á útivølli í Haderslev. HFK Sønderjylland er longu fokið úr bestu deildini. Hesa ferð megnaðu teir 1?1, og tað hevur við sær, at tey sjey síðstu umførini ikki vera serliga hugalig hjá AaB. Teir hava ongan møguleika í toppinum, og teir nýtast ikki at hava ótta fyri at koma í niðurflytingarvanda.