Gott jørðforbindilsi

Tað er ein maður, sum er vanur at røkka sínum málum, sum nú hevur sett sær fyri at gera Copenhagen Multiarena til veruleika

Stadionætlan

 

Hann er vanur at sita á ovastu rók. Sum ein av toppmonnunum í bæði Spar og Dagrofa hevur Brian Mollerup drúgvar royndir innan vinnulív í milliardaflokkinum, og eisini innan ítróttin hevur hann flutt mørk.

Eitt nú var hann ein av høvuðsdrívmegunum, tá FC Midtjylland vann á øllum spádómum um lokala rivalisering, soleiðis at felagið í dag hevur eitt bakland upp á 103 fótbóltsfeløg.

Hann var eisini maðurin, sum upp á fýra ár flutti Slagelse úr 2. deild og upp á europisku hondbóltstindarnar. Og á vegnum hevur hann eisini havt stundir at standa fyri HM-kappingini í kvinnuhondbólti.

Tí freistast tú kanska at spyrja, um talan er um ein mann, sum als ikki hevur samband við jørðina. Ella um talan bara er um ein mann, sum ikki heldur nakað vera ógjørligt. Og tann spurningin settu vit Brian Mollerup, tá hann vitjaði á Hotel Føroyum.

- Hvørki. Eg haldi meg tvørtur ímóti hava bæði beinini væl og virðiliga á jørðini. Men eg haldi eisini, at tú skalt seta tær høg mál. Og at tú so heldur fokus á hesum málum.

- Tá eg á sinni segði, at eg vildi gera Slagelse til heimsins besta hondbóltsfelag, høvdu fleiri helst hug at smílast. Men søgan hevur síðani sagt, at møguleikin var har. Fleiri smíltust eftir ætlanunum við FC Midtjylland, men felagið hevur um nakar sett eina heilt nýggja dagsskrá við fótbóltsakademium bæði innan- og uttanlands. Sjálvandi havi eg ikki gjørt hetta einsmallur, men eg havi verið við allan vegin.

- Tá Todi so tosaði við um ætlanirnar kring FC Amager, so helt eg hetta ljóðaði spennandi. Tað er einki loyndarmál, at eg eri entrepenørur, og at mær dámar avbjóðingar. Og eg helt hesa avbjóðingina vera somikið spennandi, at eg segði nei takk til fleiri aðrar avbjóðingar, sum stóðu mær í boði.

- So svarið hjá mær er júst, at eg havi eitt sera gott jørðforbindilsi. Tað er týdningarmikið, at vit samanseta eina ætlan, har vit samstarva lokalt, nationalt og altjóða. Tí tað er júst hetta, sum gevur neyðugu styrkina, sum skalt til, um vit skulu hava møguleika at lyfta eini slíkari verkætlan. Og eg haldi meg avgjørt ikki koma við teimum vánaligastu altjóða samstarvsfeløgum, men nógv teimum bestu, og eg ivist ikki í, at hetta er nakað, sum skapar virðing, tá ætlanin hjá okkum skal vigast, sigur Brian Mollerup.