Taka vit dapra partin fyrst, so var ein niðurstøðan, at fíggjarkreppan er eins álvarsom og tann ræðuliga kreppa, sum byrjaði í Wall Street í New York í oktober 1929 og sum skjótt breiddi seg til allan heimin. Tann kreppan bar við sær í fyrsta lagi fíggjarligt og búskaparligt skrædl og í øðrum lagi var tann kreppan við til at mynda forreytirnar fyri fasismuni og nazismuni. Hetta síðsta gongur ongantíð frá tilvitandi og ábyrgdarfullum politikkarum og er hetta ein orsøkin til, at lond, sum annars helst vilja lata marknaðarkreftirnar ráða, víkja frá sínum princippum og taka til planbúskaparlig ráð. Høvuðsniðurstøðan á fundinum var, at londini mugu taka ábyrgd av heimsbúskapinum í felag og at altjóðagerðin tørvar eitt sett av altjóða spælirreglum fyri fíggjarheimin, spælireglur, sum stjórnirnar skulu semjast um og eins og tær skulu ansa eftir, at hesar reglur vera hildnar. Leiðararnir fyri G20 londunum noyddust heilt einfalt at ásanna, at peningamarknaður er ein og tann sami um allan heim og verða ikki ásettar neyvar reglur fyri virkseminum hjá bankum, peningastovnum og íleggjarum, som kann eingin kenna seg tryggan, sjálvt ikki hitt mætasta stórveldi. Marknaðarbúskapur undir strongum almennum eftirliti nevndi Bush hesa nýggju skipan.
Víðari samdust G20 londini um at gera eina serstaka ætlan fyri Afrika, har búskaparstøðan í mongum londum støðugt versnar. Verður ikki nakað álvarsligt gjørt her og nú, kann hetta enda við einu búskaparligari og menniskjansligari katastrofu. Annars samdust leiðararnir fyri G20 londunum at hittast aftur um eitt ár til tess at eftirmeta støðuna og umhugsa, hvørt tørvur er á nýggjum átøkum. Samantikið var G20 fundurin ein glotti i eini daprari tíð, har nógv stúra fyri framtíðini. Hetta, at heimsins leiðarar ásanna, at kreppan loysir seg ikki av sær sjálvari, er hóast alt ein munur á dagsins fíggjarkeppu og Wall Street skrallinum, har tað gingu ár, áðrenn heimsins leiðarar ásannaðu, at hitt almenna noyddist at leggja uppí. Tann búskaparfrøðingur, sum best skilti hetta, var John Maynard Keynes og tað var eisini hann, sum sannførdi Roosevelt um, at statsvaldið átti at taka um endan og bjarga búskapinum. Við at bjarga búskapinum, bjargaði Roosevelt eisini amerikanska fólkaræðinum. Norðurlond og Bretland valdu somu kós og sluppu tí undan einaræðinum, hóast nøkur teirra vóru drigin uppí heimsbardagan. Tá hugsað verður um tað, sum hendi í 1929 og allar tær vanlukkur, ið harav stóðust, so bendir nógv hóast alt á, at vit hava lært av søguni og fara at sleppa heilskapað úr tí fíggjar- og búskaparkreppu, sum nú leikar á.
Sosialurin