ikki kann fáa upp í lag at seta skúlan í ein rímiligan stand. Tíverri eru tað fleiri, sum meta tær atfinningar, sum starvsfólk, næmingar, foreldur og eisini arbeiðseftirlitið hevur at støðuni í tí gula bygninginum [...] 2 ár, og pláturnar eru farnar at flusna, so vatn sleppur inn í millum, so rot og soppur er komið í. Uppskot um heildarloysn er gjørd, men so er stígur komin í. Hyggur tú at betonggrundini og aðrastaðni [...] a fingið eina fitta eplaveltu har uppi. Inni í skúlabygninginum sær ikki út til at vera so ringt, men veruleikin er, at bæði næmingar og starvs-fólk kenna seg illa og fáa eyðkenni fyri ovurviðkvæmi í tí
ferðina í átta og ein hálvan mánaða, at EB/Streymur spældi ein skrásettan fótbóltsdyst uttan at skora mál. EB/Streymur hevur ein breiðan bonk, men ringt er at koma uttanum, at serliga máltevið hjá Arnbirni Hansen [...] Ímóti B36 er tað sera týdningarmikið, at ein kemur á odda fyrst. Tá teir koma á odda eru teir ringir at bróta niður, tí teir liggja langt afturi og verja. Og sigast má, at tað duga teir ógvuliga væl, vit søktu [...] verið fúsir at taka brotsspørkini hjá B36, men hesaferð fall luturin á nýggja álopsessið hjá B36, Lukasz Cieslewitz, sum sendi Réne skeivan veg, og bóltin trygt í netið. Nú var væntandi at EB/Streymur
eigarum. Tað hevur ongantíð staðið á at hava nóg mikið at tikist við, og Óli P kann framvegis nærmast velja og vraka ímillum tær uppgávur, sum hann verður heittur á um at gera. Tí er eisini pensjónstilveran [...] Fá munnu ivast í, at Óli P hevur stórar listarligar gávur. Tað hevur verið at sæð tríggjar ferðir og nú tvær ferðir um vikuna í Sosialinum við tekning á baksíðuni, sum eru endurprentaðar í Skemt-bókunum [...] hyggja lesarar fyrst á forsíðuna á einum blaði ella avís. Men mong sigast tey at vera, sum fyrst kanna baksíðuna á Sosialinum fyri at síggja, um ein tekning hjá Óla P er í, áðrenn tey venda blaðnum við og fara
arbeitt dúgliga upp á ríðibreytina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag. Felagið er í ferð við at fáa breytina víðkaða til at lúka altjóða krøv – ovalbreytin verður nú 300 metar, og nýggja skeiðbreytin á umleið [...] flokkunum er, at V1 er hægri flokkurin, og tá skal vísast bæði skjótt og spakuligt tølt, meðan í V5 skal bert valfrítt tølt vísast. F1 – fimmgongd Íslendsku rossini eru rættiliga serlig við tað, at nógv teirra [...] skeiðið er stuttligt at síggja, tá tað riggar. Rossið ferðast serliga skjótt við paralellum rørslum – og tað sær næstan út, sum tey flúgva, tá nógv ferð er á. Tað ber tó bert til at skeiða skjótt á beinum
Bogi Reinert Petersen so mikið skaddur, at hann ikki var førur fyri at vera millum teir fyrstu ellivu. Og tað gekk bara ein løtu, so var tað neyðugt hjá EB/Streymi at skifta tveir spælarar út. Liðformaðurin [...] eydnaðist tað NSÍ at vinna 4-3. Í hálvleikinum var støðan 3-3. 4-3 sigursmálið skoraði Hans Marius Davidsen, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var millum teir [...] leið, kundi tað farið báðar vegir, men tað vóru teir í NSÍ, sum vunnu. Vit kunnu fegnast um, at tað eydnaðist at skjóta trý mál, men tað er ikki nóg gott, tá ið fýra mál fara ígjøgnum á heimavølli. Tíverri
Jensen. Hann sigur, at nevndin hevur grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum, men at hann vónar, at meira peningur verður [...] umsóknir inn, og søkt varð um góðar 31 milliónir krónur. Faknevndin, sum hevði 7,450 milliónir at býta út, hevur valt at veita stuðul til 10 verkætlanir, skrivar setur.fo. Fróðskaparsetur Føroya eigur fýra av [...] spennandi at lisið so nógvar og ymiskar umsóknir. Sum heild eru umsøkjararnir væl skikkaðir, og umsóknirnar er væl grundaðar. Tí kundu vit latið meira stuðul, um játtanin var til tað. Fyri at varðveita
var vónbrot. – Hjá okkum tykist tað vera lættari at spæla ímóti teimum, sum vit kappast við í toppinum, enn at spæla ímóti teimum, sum koma í Gundadal at verja og harvið pakka seg niður í og kring brotsteigin [...] Víkingur í steypadysti í Gundadali ímóti B36, at teir ljósabláu eisini duga á útivølli. Síðsta kappingarár vísti tað seg vera rættuliga torført hjá KÍ at vinna ímóti teimum fremstu. Um lutfalsliga óroynda [...] Sandi. Tað er ivasamt, um veteranurin verður førur fyri at spæla sunnudagin. Á Sandi fekk Bárður J. Heinesen møguleikan í álopinum. – Tølini siga, at álopsspælararnir hjá okkum ikki skora so nógv mál.
útrætta hond. Eisini hoyrdi eg hana rósa Jens Marius Poulsen, at vera til hjálp um okkurt var áfatt. Jú, Vilhermina plagdi at taka skemtandi til, at eingin doyr av arbeiði. Sum 20 ára gomul giftist Vilhermina [...] búgv niðri í húsunum, sum Jógvan Djúrhuus, sonur sjóðarbóndan hevði bygt. Tað sigst, at hann gekk norður til Skopunar at byggja húsið, ígjøgnum 7 ár. Hann var nevndur prest-Jógvan. Í 1984 vórðu húsuni umvæld [...] vóru, og gleddist hon um hesu nærum nýggju húsini og takksemi lýsti av henni. Hon dugdi væl at fáa peningin at strekkja, finansministari var hon góður. Eitt, sum ikki skal gloymast og setast undir skeppuna
finalussessin. At tað bleiv 2-0, kendist eisini bæði rættvíst og náttúrligt, tí frammanundan hevði Thierry Henry havt eina næska roynd, sum noyddi van der Sar at vísa síni evni, umframt at Xavi hevði smekkað [...] merkti ikki bara, at Guardiola hevur gjørt tað trupult at fáa eitt uppaftur betri kappingarár næsta ár, men fyrst og fremst fekk FC Barcelona hevnd fyri tapið í hálvfinaluni í fjør, umframt at Guardiola nú [...] einki sum helst. Fyri mong mundi tað kennast sum eitt sindur av einum vónbroti, at Manchester United ikki skuldi megna at geva FC Barcelona ta mótstøðuna, ið væntast kundi í størstu europeisku finaluni
næstan, at EB/Streymur fekk eitt mál. Men tað var ikki líka við og næstan, at teir fingu ein javnleik í hús. Hóast Sigfríður Clementsen og Magni Mohr helst iðra seg um, at teirra møguleikar fyri at koma víðari [...] vøllinum. Veik vinstra síða At Apoel Nicosia ætlaði sær ein sigur sást beinanvegin. Seks minuttir vóru spældir, tá teir stútaðu á stongina eftir hornaspark, sum teir vunnu sær eftir at Leif Niclasen var áhaldsin [...] Hans Paula Samuelsen, ið veruliga tordi at bjóða av og eisini eigur rós uppiborið fyri sín frekleika, tá hann á miðvøllinum eyðmýkti ein mótstøðuleikara við at gera eina tunnel við hann. Apoel tvey mál