Úrmælingur fyllir sjeytifimm

Fá munnu ivast í, at Óli P hevur stórar listarligar gávur. Tað hevur verið at sæð tríggjar ferðir og nú tvær ferðir um vikuna í Sosialinum við tekning á baksíðuni, sum eru endurprentaðar í Skemt-bókunum. Her setir hann við sínum beinraknu strikum ljós á dagsins politiska ella samfelagsliga evni. Í hesum høpi er hann fyri mongum árum síðani vorðin heimskendur í Føroyum. Men Óli P hevur eisini nógvar aðrar gávur. Hann er fittur í hondunum, og nógvir eru teir málningar, sum hanga í heiminum á Skála og hjá familju ella vinum og kenningum. Hann er ivaleyst fyrsti føroyingur, sum royndi seg við eini teknirøð, “Stavnur og Snar”, sum varð prentað í Sosialinum í árunum 1989 og 90. Hetta var byrjanin til samstarvið við Sosialin.
Miðskeiðis í nítiárunum, tá ágangurin á grindadráp var upp á tað harðasta uttan úr heimi, gav Sosialurin við stuðli frá Mentunnargrunninum og Nammco út bókina, “Hvør av øðrum liva má”, við tekningum hjá Óla P, sum á skemtiligan hátt lýstu, hvønn týdning grindadráp hevur fyri føroyingar. Umframt á føroyskum varð bókin givin út á fimm øðrum málum. Íslendskum, donskum, enskum, týskum og fronskum.
Óli P hevur gjørt tekningar til eitt hav av bókum, bæði fagrar bókmentir, fakbøkur og skúlabøkur og somuleiðis teknað leiktjøld til fleiri sjónleikir.
Hóast farin um tey sjeytifimm er Óli Petersen sera skarpur í ovastu rók, og á ongan hátt merkist aldur á honum andaliga. Hann er framvegis ógvuliga skjótur at gjøgnumskoða eina ávísa støðu; tað verði seg samfelagsliga, politiska, ella tá tað kemur til, hvørji motiv framstandandi persónar í føroyska samfelagnum hava í teimum ymsu málunum.
Vanliga hyggja lesarar fyrst á forsíðuna á einum blaði ella avís. Men mong sigast tey at vera, sum fyrst kanna baksíðuna á Sosialinum fyri at síggja, um ein tekning hjá Óla P er í, áðrenn tey venda blaðnum við og fara undir forsíðuna. Óli P hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt langa yrki sum teknari og samfelagsrevsari.
Hóast sera skemtingarsamur og hugnaligur at vera saman við, so er Óli P ein rættiliga privatur persónur. Hann trívist best í heiminum hjá sær og konuni Súsonnu á Skála, hagar hann flutti úr heimbýnum Klaksvík mitt í sekstiárunum, tá hann fekk starv at tekna nýbygningar á Skála Skipasmiðju. Nógv eru tey skip, sum framvegis eru í vinnu, ið Óli hevur teknað innrættingina av. Tá skipasmiðjan fór av knóranum mitt í áttatiárunum, gjørdi Óli av royna seg sum skemtiteknara burturav, hóast hann beinanvegin fekk boðið arbeiði aftur, tá skipasmiðjan lat uppaftur við nýggjum eigarum.
Tað hevur ongantíð staðið á at hava nóg mikið at tikist við, og Óli P kann framvegis nærmast velja og vraka ímillum tær uppgávur, sum hann verður heittur á um at gera. Tí er eisini pensjónstilveran fyribils útsett, tí honum dámar so væl tað, hann fæst við.
Óli eigur eina dóttir og tvey abbabørn, sum honum dámar væl at fáa vitjan av í hugnaliga heiminum á Skála.
Hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum mánadagin 24. januar, Óli Petersen. Vit síggja fram til enn fleiri tekningar frá tínari hond, har tú lýsir føroyska samfelagið á tín skemtiliga, beinrakna og gløgga hátt.
------
kári