Toppurin í Fuglafirði og í Gundadali

Sprelsku klaksvíkingarnir og topp­liðið í Sarpugerði eiga stórar avbjóðingar á útivølli ímóti HB og ÍF, sum hava møgu­leika at vinna oddasessin

Landskappingin er fimm um­før gomul, og sunnudagin fæst ábending um, hvørji lið í løt­uni eru best fyri av teim­um bestu. Toppliðið Víkingur skal í Gundadal at spæla ímóti HB, sum er á triðja plássi og eitt stig aftanfyri Víking. Kí, sum er næstfremst, skal til Fuglafirðar, har ÍF, sum er á fjórða plássi og tvey stig aftan­fyri bæði KÍ og HB, tek­ur ímóti.
KÍ og HB eru einastu liðini, sum framvegis ongantíð eru farin stigaleys av vølli. Víkingur hevur fýra ferðir verið á heimavølli og eina ferð á útivølli. Tað var ímóti B36, sum smurdi Víking av 4-0. Síðsta sunnudag vísti Víkingur í steypadysti í Gunda­dali ímóti B36, at teir ljósabláu eisini duga á úti­vølli.
Síðsta kappingarár vísti tað seg vera rættuliga torført hjá KÍ at vinna ímóti teimum fremstu. Um lutfalsliga óroynda liðið nú er betri fyri til sovornar avbjóðingar fæst at vita næstu vikurnar. Fýra tær næstu ferðirnar eru allir kapp­ingarneytarnir til fýra tey fremstu plássini millum mótstøðuliðini. Sunnudagin skal KÍ spæla í Fuglafirði, so vitjar HB í Klaksvík, og eftir heimadyst ímóti 07 Vestur er Víkingur á skránni í síðsta dystinum í fyrsta trið­ing­inum av kappingini.
HB hevur vunnið báðar útidystirnar, meðan tað ikki hevur verið so sannførandi í Gundadali. Umframt 2-0 sig­urin á EB/Streymi hevur HB spælt 1-1 ímóti B36 og serliga málleysi javnleikurin ímóti 07 Vestur var vónbrot.
– Hjá okkum tykist tað vera lættari at spæla ímóti teim­um, sum vit kappast við í toppinum, enn at spæla ímóti teimum, sum koma í Gunda­dal at verja og harvið pakka seg niður í og kring brots­teigin, sigur HB venjarin Odd­bjørn Joensen.
Hjá HB er Jógvan Rói Davidsen tøkur aftur eftir leik­bann. Andrew av Fløtum var ikki við í steypadystinum á Sandi. Tað er ivasamt, um veteranurin verður førur fyri at spæla sunnudagin. Á Sandi fekk Bárður J. Heinesen møgu­leikan í álopinum.
– Tølini siga, at álops­spæl­ararnir hjá okkum ikki skora so nógv mál. Sjálvandi er tað fyrimunur, um teir fremstu skora regluliga. Tað vóna vit fer at eydnast samstundis, sum vit fegnast um, at mið­vallararnir og eisini verju­spælararnir higartil hava skor­að málini, staðfestir HB venj­arin.
Hjá Víkingi var Heðin Hansen sunnudagin við frá fyrsta bríksli. Harvið er kapp­ingin um plássini mill­um teir fyrstu ellivu økt.
Tá ið ÍF sunnudagin vitj­aði á Argjum og við 2-1 sigri spældi seg víðari í steypa­kappingini, vardi Hallgrím G. Hansen málið, tí Jákup Mikkelsen kendi seg ikki so væl. Jákup verður sunnu­dagin í ÍF málinum, tá ið KÍ kemur til Fuglafirðar. Mið­vall­arin Bogi Reinert Petersen var orsaka av skaða ikki við á Argjum. Hann verð­ur heldur ikki við ímóti KÍ. Aleksandar Jovevic var á sen­trala miðvallarplássinum ímóti AB.
Í Klaksvík er kappingin um plássini ógvuliga stór. Allir spælararnir eru tøkir. John Hammer, sum ikki hev­ur spælt higartil í ár, var á 1. deildarliðnum mikukvøldið, og Ísak Simonsen er komin fyri seg eftir skaðasteðg.