Um nakar var í iva, so skuldi hesin verið skúgvaður til viks í dag. Fótbólturin á Kypros er nakað væl frammanfyri tað, vit síggja her heima í føroysku landskappingini.
Tekniskt vóru teir suverenir í mun til EB/Streym, men eisini á fíggjarliga frontinum eru kypriotar sterkari enn nakar sundalagsmaður.
Byrjunaruppstillingin hjá Apoel Nicosia staðfestir eisini hetta, tí einans tveir kypriotar taldust millum teir ellivu, ið byrjaðu dystin á vøllinum.
Veik vinstra síða
At Apoel Nicosia ætlaði sær ein sigur sást beinanvegin. Seks minuttir vóru spældir, tá teir stútaðu á stongina eftir hornaspark, sum teir vunnu sær eftir at Leif Niclasen var áhaldsin og vongurin slapp framvið honum og legði bóltin innfyri, sum varð vardur út til hornaspark.
Tá klokkan hevði rundað tíggju minuttir kom eitt annað innlegg úr høgru, lágt og inn til fremru stong, har stóru serbin Nenad Mirosavljevi? var nakað kvikari enn Egil á Bø, og smekkaði bóltin upp í nærmara málhorn.
Seinna málið hjá Apoel Nicosia kom somuleiðis eftir uppspæl í høgru. Hesaferð fekk EB/Streymur vart fyri innlegginum í fyrstu atløgu, men eftir nakað av trunkaspæl í feltinum, fekk pólski Marcin ?ew?akow skot á bóltin, sum fór í málið umvegis fótin á Marna Djurhuus.
Umframt stútaran á stongina tíðliga í dystinum, høvdu kypriotar eisini eina roynd, ið tók á tvørtræið.
Gudmund í hopla
Í mun til Apoel Nicosia hevði EB/Streymur onga roynd, ið sat innanfyri træverkið. Men tvær ferðir vóru sundalagsmenn ógvuliga nærvið, og í báðum førum var Gudmund Nielsen so ella so partur av tí.
Fyrst reiv hann seg leysan í høgru, tá stórur hálvur tími var spældur. Eitt einmans avrik av teimum frægu, áðrenn hann legði bóltin innfyri, har fyrst Hans Pauli Samuelsen, og síðani Arnbjørn Hansen royndu seg, áðrenn bólturin endaði í síðunetinum.
Tá ein tími var spældur, var EB/Streymur so nærvið, sum teir yvirhøvur kundu. Marni Djurhuus, staddur nakað frammanfyri miðjuni dygst úti í vinstra borði, legði ein fantastiskan bólt upp um verjuna og niður við handaru stong, har Gudmund Nielsen, sum var hildin bæði væl og virðiliga, tveitti seg fram og hálvavegna taklaði bóltin beint upp um tvørtræið.
Gudmund Nielsen hevði eisini onkran annan frágera góðan túr frameftir vøllinum, har hann megnaði at seta ikki bara ein, men fleiri mótstøðumenn av á vegnum.
Mann fyri mann stóð liðið hjá EB/Streymi seg væl, men serliga Gudmund Nielsen, Bárður Olsen og Sorin Anghel royndust væl, saman við Hans Paula Samuelsen, ið veruliga tordi at bjóða av og eisini eigur rós uppiborið fyri sín frekleika, tá hann á miðvøllinum eyðmýkti ein mótstøðuleikara við at gera eina tunnel við hann.
Apoel tvey mál betri
Tað var líka við og næstan, at EB/Streymur fekk eitt mál. Men tað var ikki líka við og næstan, at teir fingu ein javnleik í hús.
Hóast Sigfríður Clementsen og Magni Mohr helst iðra seg um, at teirra møguleikar fyri at koma víðari úr umfarinum eru meiri ella minni spiltir, so kunnu teir einans staðfesta, at Apoel Nicosia var hasi bæði málini betri.
Myndatekstur:
Arnbjørn Hansen liggjandi á vøllinum saman við bæði verjuleikara og málverja, eftir at skotroynd hansara fór í síðunetið
Mynd: Sofus D. Johannesen