bygdaráðsfund í Hvalbiar kommunu í gjár er nú endaliga greitt, at tað verður eingin kommunusamanlegging millum kommunur í Suðuroy á hesum sinni. Hin 15. juni var vegleiðandi fólkaatkvøða í Tvøroyrar kommunu [...] kommunurnar. Í Tvøroyrar kommunu var stórur meiriluti fyri samanlegging, men soleiðis var ikki í Hvalbiar kommunu, har ein meiriluti var ímóti samanlegging. Á bygdaráðsfundi í gjár viðgjørdu tey í Hvalbiar [...] samanlegging verður á hesum sinni. Tað veit www.dimma.fo , sum fylgdi fundinum í Hvalba, at siga. Fimm av teimum sjey bygdaráðslimunum í Hvalbiar kommunu vóru fyri at taka úrslitið av fólkaatkvøðuni til eftirtektar
samstundis er skúlin ein modernaður skúli. Ein av stóru trupulleikunum í dag er, at nógvur matur fer burtur. Í Húsarhaldsskúlanum hevur altíð verið nógv gjørt fyri at fyribyrgja, at matur endar í ruskspannini [...] verður í handverki og list, matgerð, rørslu og heilsu. Nærum allir næmingarnir seyma sær egin skjúrt og brodera turriklæði og fyriklæði til føroysk klæðir. Skúlin leggur seg eftir at halda lív í siðbundnari [...] fríggjadagar. Samanhaldið í Húsarhaldsskúlanum er gott. Fleiri byggja sterk vinabond. Jóhanna á Tjaldrafløtti veit um fleiri fyrrverandi næmingar, sum eftir nógv ár hittast í bindiklubbum og í øðrum samanhangum
Seafood í Hvalba. - Hetta merkir tó ikki, at øll onnur vinna ikki eisini hevur stóran týdning fyri okkara økið. Fjøllbroytt vinna gevur stabilitet og inntøkur, bæði til tey, sum eru í hesum vinnum og í kom [...] fyri rakstrinum av fiskavirkinum í Hvalba, TG Seafood, sum tekur sær av tí frysta. Borgarstjórin veit frá Delta Seafood at siga, at trupulleikin serliga er rávøran. - Í fleiri ár hevur lítil upsi verið [...] skapa inntøkur í Tvøroyrar kommunu og kring um í Suðuroynni, tó at hesar fyritøkur hava velduga stóran vinnuligan týdning. - Vit hava eisini aðrar góðar og dugnaligar fyritøkur og veitarar her í kommununi,
Tá kavin lá seinast, hugnaðu tey sær óført í Hvalba. Tað var gott vetrarveður, og mong savnaðust í Toftabrekkuni í bygdini. Úr Hvalba verður sagt, at undirtøkan hetta kvøldið var sera góð. Hetta er eitt [...] eisini hetta kvøldið í Toftabrekkuni, har eini 10 prosent av allari bygdini luttóku. - Eini 70 børn, ung og vaksin vóru saman, og her skreiddu og hugnaðu tey sær, verður sagt úr Hvalba.
hevur búð í Sørvági í mong ár. Í vikuni, nú vit gera burtur úr Gásadali í hesum blaðnum, settu vit henni stevnu á kommunuskrivstovuni í Sørvági, har hon hevur havt sína dagligu gongd hesi árini. Við í Sørvágs [...] vón, at ein ítróttarhøll kemur upp í Sørvági í komandi valskeiði. Eyð vísir á, at flogbólturin hevur vánaligar umstøður í Sørvági. Spælt verður í fimleikarhøllini, sum í fyrsta lagi er ætlað til skúlabrúks [...] koma í senn, meðan kanska kafeteria, venjingarrúm, fundarhølir og ymiskt annað koma í einum øðrum byggistigi. - Ein íløga í eina ítróttarhøll, sum so stórur tørvur er á, er samstundis ein íløga í ungdómin
Býráðsfundir í Varpinum Karl Johansen vísir á, at tað líka sum er við í konseptinum, at allir býráðsfundir nú verða hildnir í Varpinum, og fyrsti býráðsfundurin í mentanarhúsinum varð hildin tíðliga í hesum mánaðinum [...] kann hugsast at verða í einum býarsali. Borgarstjórin sigur, at býráðsfundirnir verða í hølunum í Varpinum, har kaféteria er og sum er ætlað sum kaféteria í dagtímunum – nakað sum í Norðurlandahúsinum. - [...] hesa skipan, at eftir 1. januar í ár er allur skúlin við í matarskipanini, sum er bygd upp á skúlanum. - Soleiðis fáa nú øll børn í Skúlanum á Ziskatrøð ábit, meðan tey eru í skúla, og hetta er ein skipan
umráðandi í slíkum løtum, tá málið kámast, og vónin gerst ivingarsom, at tú ert treiskur og heldur kósina, sum hann tekur til. Í løtuni eru tvey størri arbeiði í gongd í Hvalba, har skúlin í bygdini verður [...] setan, at Janus Thomsen er borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sum umframt Hvalba eisini fevnir um Nes og Sandvík. - Eg stórtrívist í arbeiðnum fyri kommununa. Hesi árini í kommunalpolitikki hava verið sera spennandi [...] fara í holt við eina so stóra verkætlan, tá stoltleikin lá í knúsi? Men, lukkutíð vóru røddir frammi, sum hildu glóðini heitari og eggjaðu til framhald. Leggjast skal aftrat, at bátahylurin í Hvalba eisini
Í dag hava seks námsfrøðihjálparar og ein heilsuhjalpari, ið er førleikamett, fingið handa prógv á Heilsuskúla Føroya. Aftast frá vinstru: Anvør Larsdóttir, Hvalvík, Anngerð Hammer, Hvalba, Anja Káradóttir [...] Káradóttir Nielsen, Hvalba og Katrin Krosstein (HHJ), Tórshavn. Fremst frá vinstru: Herfríð Jacobsen, Klaksvík, Hanna Jóanisdóttir Petersen, Fámjin og Anna Marjun Hentze, Tórshavn.
2 næmingar eru í Oyndarfjarðar skúla hetta skúlaárið, men hesa vikuna, sum vitjað varð, vóru harumframt 2 gestanæmingar í skúlanum. Skúli og dagstovnur eru í sama bygningi í Oyndarfirði, og gevur hetta [...] samband millum yngru og eldru børnini. Hóast skúlin ikki er stórur, so er tað ein virkin skúli, sum leggur gott í beinini hjá næmingunum, áðrenn tey flestu fara víðari í størri skúla aftaná 4. flokk. Á vitjanini
vatnflóðum. Í 2022 var størsta vatnflóð, sum hevur verið í áratíggjur. Øll grøðin fór fyri skeyti, og tey mistu hús og djór. Reyði Krossur Føroyar læt tá 300.000 krónur til hjálpararbeiðið í bygdini. Skúlin í bygdini [...] brúk fyri. Hjálpararbeiðið bleiv gjørt í samstarvi við Reyða Hálvmána í Bangladesh. Felagsskapurin í Bangladesh hevur nógv lokal sjálvboðin. Hanna Olsen og hini í ferðalagnum gjørdust heilt bergtikin av [...] egan skuldi gerast. Flóttafólkini komu í bylgjum, og nú búgva ein millión fólk í leguni. Lívið í flóttafólkaleguni er merkt av djúpum vónloysi og ótryggleika. Í leguni er neyðugt við støðum, har flóttafólkini