Hetta er onnur setan, at Janus Thomsen er borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sum umframt Hvalba eisini fevnir um Nes og Sandvík.
- Eg stórtrívist í arbeiðnum fyri kommununa. Hesi árini í kommunalpolitikki hava verið sera spennandi, lærurík og gevandi, og nú kommunuval stundar til aftur, fari eg við góðum treysti at bjóða meg fram aftur í heyst, um eg fái stuðul til tess.
Tað sigur borgarstjórin, sum vit hava skift orð við. Tá hann hyggur aftur yvir hesi bæði seinastu skeiðini, ásannar hann, at stórar íløgur eru gjørdar í Hvalbiar kommunu, sum á ymiskan hátt eru komnar borgarunum til góðar.
- Seinnu árini hava okkara skattainntøkur ligið um einar 27-28 milliónir krónur um árið, og hesi sløku átta árini hava vit gjørt íløgur fyri slakar 60 milliónir krónur tilsamans.
Janus Thomsen vísir á, at hetta sjálvsagt sæst aftur á fleiri økjum, harav grótkastið eftir herviliga uppgangin á 2020 er hin størsta einstaka íløgan hesi árini.
- Grótkastið var eitt arbeiði, sum ikki kundi bíða longur enn neyðugt, men sum var átrokandi, tí sárini vóru stór. Um einki varð gjørt, kundi alt grótkastið, sum var eftir, farið í havið í næsta uppgangi.
Borgarstjórin vísir á, at tað var dygdararbeiði, sum varð gjørt, og kommunan fekk eisini eitt nógv betri og sterkari grótkast og verjugarð, enn tey høvdu frammanundan.
Í Hvalba er eisini komin nýggjur og rúmligur bátahylur við plássi fyri 40 bátum, og her eru øll bátaplássini umbiðin.
- Umframt bátarnar hjá fólki her í kommununi, hava vit eisini nakrar gestabátar av Tvøroyri, sum hava fingið fast pláss í hylinum, sigur borgarstjórin.
Íløgurnar í grótkastið og havnalagið á Hamranesi liggja um slakar 18 milliónir krónur.
Janus Thomsen ásannar, at neyðuga íløgan í grótkastið var rættiliga stór, og eftir hesa íløgu nærkaðist kommunala skuldin hjá kommununi einari álíkning.
- Men, hóast vit síðan eisini hava fingið nýggjan bátahyl, hevur tað gingið rættiliga skjótt rætta vegin aftur fíggarliga, og í dag er kommunala skuldin áleið 35 prosent av einari álíkning, sigur hann.
Tað gleðir borgarstjóran, at bátahylurin er kyrrur, og at hann er tryggur á øllum ættum og í øllum veðri.
Fara vit nøkur ár aftur, vaknaði borgarstjórin hin 1. mars í 2020 og sá syrgiligu sjónina, at stoltleikin hjá fólkinum í sóknini – brimverjan á Hamranesi – var farin.
Stúrt varð fyri, at við hesum fór verkætlanin við bátahylinum í vaskið. Tankarnir, sum reikaðu, vóru, at hvussu kundi kommunan nú fara í holt við eina so stóra verkætlan, tá stoltleikin lá í knúsi?
Men, lukkutíð vóru røddir frammi, sum hildu glóðini heitari og eggjaðu til framhald.
Leggjast skal aftrat, at bátahylurin í Hvalba eisini er ein avleidd verkætlan av nýggja Hvalbiartunlinum, har grótið ikki varð tyrvt ella lagt á goymslu.
Í kommununi valdu tey heldur at gagnnýta grótið beinanvegin, og stívliga tvey ár eftir, at fyrsti lastbilurin var komin oman við tunnilsgróti, kundu tey í Hvalbiar kommunu taka bátahylin í nýtslu.
##med2##
- So, her vóru bygdaráðslimir framskygdir, og tað skulu tey øll eiga rós fyri, sigur Janus Thomsen.
Borgarstjórin heldur tað vera umráðandi í slíkum løtum, tá málið kámast, og vónin gerst ivingarsom, at tú ert treiskur og heldur kósina, sum hann tekur til.
Í løtuni eru tvey størri arbeiði í gongd í Hvalba, har skúlin í bygdini verður dagførdur, og nýggjur vegur við parkeringsplássum verður gjørdur.
- Kommunan er nú so mikið væl fyri fíggjarliga, at hesar báðar verkætlanirnar verða fíggjaðar við tøkum peningi úr kommunukassanum, sigur Janus Thomsen.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, verður gjørt burtur úr nøkrum bygdum í Suðuroynni, og her eru eisini samrøður við borgarstjórarnar í Sumbiar kommunu og Fámjins kommunu.