Á seinasta kommunuvali fekk Sørvágs kommuna nýggjan borgarstjóra, og hetta var ein kvinna, sum ikki hevði verið aktiv í politikki áður, tó at áhugi altíð hevur verið fyri samfelagsviðurskiftum.
Kvinnan, sum eftir kommunuvalið setti seg við borðendan í Sørvági, var Eyð Ellingsgaard, sum hevur sínar røtur í Runavík, men er gift og hevur búð í Sørvági í mong ár.
Í vikuni, nú vit gera burtur úr Gásadali í hesum blaðnum, settu vit henni stevnu á kommunuskrivstovuni í Sørvági, har hon hevur havt sína dagligu gongd hesi árini.
Við í Sørvágs kommunu eru eisini perlurnar, Bøur, Gásadalur og Mykines.
- Jú, hetta hevur verið ein sera spennandi tíð, og her liggur eisini ein spennandi tíð fyri framman, tí nógv er í gongd, og nógv er á skránni í kommununi nú og tey næstu árini, sigur Eyð.
Og lat okkum bara byrja beinanvegin.
Í Sørvági er dagstovnurin Alvalon, sum hevur pláss fyri sløkum 100 vøggustovu-og barnagarðsbørnum. Stovnurin nøktar tørvin á dagstovnaplássum sum er, men her arbeiðir kommunan við einari ætlan um útbygging og dagføring.
- Endamálið hjá okkum er at veita bæði børnum og starvsfólkum enn betri kor og umstøður á stovninum, sigur borgarstjórin.
Køkurin í Alvalon er ótíðarhóskandi, og tí verður arbeitt við einum uppskoti um at taka tvær av núverandi stovum til nýggjan køk og nýggj høli til umsiting, og síðan er ætlanin at byggja tvær nýggjar stovur upp í stovnin aftrat.
Borgarstjórin leggur tó dent á, at endalig avgerð ikki er tikin í kommununi um, hvussu hetta skal gerast, men hon vónar, at ein avgerð fyriliggur nakað skjótt.
##med2##
##med3##
Vinnuøkið tvífaldað
Í Sørvágs kommunu arbeiða tey eisini við einari víðkan av vinnuøkinum oman fyri flogvøllin, ið verður tvífalt so stórt, sum tað er í dag.
- Her hava vit í nøkur ár havt eitt vinnuøki á 20.000 fermetrar, sum nú er fullbygt við fleiri ymiskum vinnubygningum, og tey næstu árini verður vinnuøkið í framhaldi av verandi vaksið við umleið 50.000 fermetrum aftrat.
Nýggi parturin av vinnuøkinum er bæði vestan fyri, norðan fyri og eystan fyri verandi øki.
Eyð Ellingsgaard vísir á, at stóri simulatorbygningurin, sum Atlantsflog nú byggir, liggur nærmast landsvegnum í nýggja økinum.
Bygningurin er komin upp, og hann er heilar 14 metrar høgur.
- Økið, sum simulatorbygningurin er bygdur á, er umleið 4000 fermetrar, og Atlantsflog hevur spurt um at sleppa at keypa eitt øki aftrat, sum er fýra ferðir so stórt. So, hetta er bara ein byrjan hjá teimum við hesum virksemi, leggur hon aftrat.
Men, tað er ikki bara Atlantsflog, sum ger stórar íløgur í Sørvágs kommunu í hesum døgum. Tað ger Vága Floghavn so sanniliga eisini.
Tá tú koyrir fram við landsvegnum millum Krígssavnið og flogvøllin, sæst, at her er stórarbeiði í gongd, og her er grivið oman av einum rættiliga stórum lendi. Her skal Vága Floghavn eitt nú hava eina rúgvu av parkeringsplássum, og her verður eisini hangarur til flogførini.
##med4##
##med5##
Ein win-win støða
Borgarstjórin fegnast um hesar útbyggingar og nú J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðnum hjá Vága Floghavn, skal brúka eina rúgvu av gróti, passar hetta Sørvágs kommunu væl.
- Samstundis, sum hetta arbeiðið hjá Vága Floghavn er í gongd, veksa vit um vinnuøkið. Bæði fyri okkum og entreprenørfelagið er tað ein win-win-støða, at J&K Petersen grevur oman av, spreingir og tekur grót á nýggja partinum av vinnuøkinum, sum síðan verður brúkt til útfylling í arbeiðnum niðan fyri landsvegin.
Hon sigur, at hóast alt er bygt á gamla vinnuøkinum, fer tað at taka nakað av tíð, áðrenn alt tað nýggja økið verður klárt at byggja á.
- Simulatorbygningurin stendur nú uppi, men eg vænti, at tað helst fer at taka eini 2-3 ár, áðrenn allur tann nýggi parturin av økinum er liðugur.
Eyð sigur, at vinnuøkið í Sørvági eisini er vinnuøkið í Vágum, tí her eru fyritøkur ymsastaðni úr oynni, og her eru eisini veitarar úr øðrum økjum í Føroyum.
- Vit hava onkrar vinnuligar fyrispurningar til nýggju grundstykkini, sum seinni fara at koma, sigur hon.
##med6##
##med7##
Hotellið nýggjar eigarar
Nú vit eru við simulatorin hjá Atlantsflog á nýggja vinnuøkinum og stóra lendisarbeiði, sum Vága Floghavn hevur í gongd í løtuni, fegnast borgarstjórin eisini um, at Atlantsflog nú eigur Hotel Vágar.
- Vit vænta, at nógv virksemi fer at verða á hotellinum. Umframt ferðafólkini, sum koma og fara um flogvøllin og føroyingar, sum kanska detta inn á gólvið, er eisini væntandi, at eitt nú simulatorurin, sum verður ein hin mest framkomni í heiminum, fer at draga nógv fólk ymsastaðni úr heiminum til Sørvágs. Hesi fólk skulu eisini hava onkustaðni at búgva, sigur hon.
Men, tað er ikki bara við flogvøllin og á vinnuøkinum oman fyri landsvegin, at Sørvágur hevur vinnu.
Niðri á havnalagnum er alifelagið Hiddenfjord við nógvum skapandi virksemi, og her er smiðjan hjá Henriksen-monnunum, umframt annað virksemi og ringvirkningar, sum hesar vinnur skapa í økinum.
Í Sørvági er eisini handilsvinna, matstovuvinna, og her er ymisk entreprenørvinna, handverksvinna og ferðavinna.
##med8##
##med9##
Grundarlag og mentan
Men, eingin bygd ella kommuna livir av vinnu eina, tó at vinna skal til, soleiðis at fólk hava eitt livibreyð og nakað at fara upp til.
- Eg plagi at siga, at vinnan er grundarlagið, men mentanin er innihaldið. Her í kommununi hava vit eitt ríkt ítróttar-og mentanarlív, og í ítróttinum eru tað serliga fótbólturin og flogbólturin, sum skara framúr.
Borgarstjórin vísir á, at Sørvágur hevur eisini eitt ríkt tónleikalív, har gamli skúlin fyri árum síðan er umbygdur og dagførdur og er sera væl egnaður sum karmur um tónleikaundirvísing og tónleikin í kommununi. Her eru eisini javnan konsertir, og her eru fyrilestrar, og aukustikkurin í hølunum er framúr.
Pláss er fyri umleið 80 fólkum til konsertir ella fyrilestrar í Gamla skúla, og sum partur av hugnaliga umhvørvinum er gomul grótlaðing og bjálkar í bygninginum.
- Vit plaga at siga, at okkara musikkskúli er ein tann fyrsti í Føroyum, sum burtur av er umbygdur og dagførdur til endamálið, sigur Eyð Ellingsgaard.
##med10##
##med11##
Uppíbygging og skýlið
Tað er eingin loyna, at fótbólturin fyllir nógv í Sørvági, og skalt tú vera við í bestu fótbóltsdeildini, eru krøv til útbyggingar og dagføringar á ítróttarøkinum.
Upp í 07 Vestur-húsið er bygdur ein meira ella minni opin bygningur, sum kemur at gera umstøðurnar við vøllin nógv betri – ikki minst umstøðurnar hjá miðlunum. Á vegahæddini í uppíbyggingini kunnu mál og annað goymast undir taki, eins og útskiftingarbenkur til liðini eru undir taki.
Eyð Ellingsgaard vísir á, at á ovaru hæddini í útbyggingni eru klivar til miðlafólk, bløð, portalar, útvarp og sjónvarp.
- Her eru tveir slíkir klivar hvørju megin miðjuna, og í miðjuni er pláss gjørt til eitt nú sjónvarpsupptøkur við lágari glasgirðing frammanfyri. Soleiðis, sum vit hava skilt, verða hetta bestu miðlaumstøður, sum eru við nakran fótbóltsvøll í Føroyum, sigur hon.
Men, hetta er ikki øll útbyggingin við fótbóltsvøllin á Dungasandi.
- Her er eisini arbeiði í gongd við at byggja skýli á suðursíðuni við vøllin við tilsamans 480 sitiplássum. Her eru eisini nøkur sitipláss ætlað fólki í koyristóli. Eisini verða rampur gjørdar til einar 3-4 bilar við eystara horn á skýlinum, soleiðis at eldri og fólk við avbjóðingum kunnu sita í bilinum og hyggja eftir fótbólti, um tey ynskja tað.
Formaðurin í 07 Vestur, Jón Nordendal, sum sjálvur er byggifrøðingur og arbeiðir hjá Landsbyggifelagnum, hevur teknað alt ítróttaøkið.
- Vit hava roynt at tikið øll atlit við útbyggingini á Dungasandi, soleiðis at útbyggingin ikki skemmir, og næsta stigið hjá kommununi í hesum sambandi verður at gera alt uttanumøkið liðugt og útvega fleiri parkeringspláss, sigur hon.
##med12##
Ítróttarhøll er staðsett
Tá Eyð Ellingsgaard gjørdist borgarstjóri í Sørvágs kommunu, segði hon, at eitt av málunum hjá henni í hesum valskeiði var at staðseta eina ítróttarhøll í kommununi.
- Vit eru komin her til, at ein ítróttarhøll er staðsett Uppi á Mýrum, tætt við dagstovnin, Alvalon. Ein bygginevnd við trimum limum úr bygdaráðnum varð sett í fjør at finna fram til, hvørja høll vit skulu hava. Haraftrat hava vit sett 1,5 miljónir krónur av á fíggjarætlanini fyri 2024 til projektering.
Borgarstjórin vísir á, at ein partur av økinum, har ætlanin er at byggja ítróttarhøllina, er planeraður, og kanska er stívliga ein triðingur eftir, sum ikki er planeraður.
- Kommunan eigur alt hetta økið, og tað skal vera mín vón, at ein ítróttarhøll kemur upp í Sørvági í komandi valskeiði.
Eyð vísir á, at flogbólturin hevur vánaligar umstøður í Sørvági. Spælt verður í fimleikarhøllini, sum í fyrsta lagi er ætlað til skúlabrúks, og her eru umstøðurnar til slíkan ítrótt sum flogbólt alt ov vánaligar, tí fimleikarhøllin er bæði ov lítil og ov lág.
- Tað er eingin ivi í mínari verð um, at vit hava brúk fyri einari ítróttarhøll í kommununi.
Hon vísir á, at ein møguleiki er sjálvsagt, at ein ítróttarhøll verður bygd í tveimum byggistigum, har høllin, skiftirúm og wc koma í senn, meðan kanska kafeteria, venjingarrúm, fundarhølir og ymiskt annað koma í einum øðrum byggistigi.
- Ein íløga í eina ítróttarhøll, sum so stórur tørvur er á, er samstundis ein íløga í ungdómin, og vit skulu eisini minnast til, at hóast flogbólturin stendur í blóma í Sørvági, eru tað ikki øll, sum spæla flogbólt. Ein ítróttarhøll letur upp fyri nógvum møguleikum, leggur hon aftrat.
Nú vit nema við ítróttarliga og mentanarliga virksemi í Sørvági, fegnast Eyð Ellingsgaard um, at gamla dansistovan, sum Bárður Henriksen eigur, nú verður høvuðsumvæld.
- Her hava longu verið fleiri tiltøk, sum vit eru ógvuliga fegin um, og vit síggja longu nú, at húsið er við at koma til sín rætt aftur í bygdini, sigur hon.
Savn og mentanarhøll
Ein onnur verkætlan í Sørvági, sum ikki so ógvuliga nógv hevur verið at hoyrt um, er verkætlanin við einum sjósavni – ella einum savni fyri báta-og útróðrarsøgu.
Eitt slíkt savn kann eisini virka sum eitt mentanarhús í økinum.
Tað er ein áhugabólkur, sum arbeiðir við hesi forvitnisligu verkætlan, og her eru tað onnur enn kommunan, sum standa aftan fyri verkætlanini.
- Vit eiga sjálvsagt ein part av verkætlanini við tí lendi, sum skal latast og teimum kørmum, sum skulu skapast við útfylling og loyvum. Sjósavnið kemur at liggja úti innara armi á bátahylinum, og soleiðis sum vit hava sæð tekningarnar, sær hetta rættiliga spennandi út, sigur borgarstjórin.
Nú vit hava verið so víða um í Sørvági, kunnu vit leggja aftrat, at kommunan í løtuni eigur nøkur planerað grundstykki tøk á Middagsvarða, tey rópa.
- Her vóru upprunaliga 17 grundstykki við fantastiskum útsýni. Hesi hava øll verið úti, men fleiri eru komin inn aftur, eitt nú, tí fólk, ið ætlaðu sær at seta búgv, fingu ikki neyðugu fíggingina.
Borgarstjórin sigur, at her eru eini fýra sethús bygd og á veg, og tískil eigur kommunan fleiri tøk grundstykki her, sum eru klár at byggja á.
- Vit hava tøk pláss bæði í barnagarðinum og skúlanum, so fólk, ið kundu hugsað sær at sett búgv her hjá okkum, eru hjartaliga vælkomin at venda sær til kommununa.
Gamli parturin av Sørvágs skúla er høvuðsumvældur, og nú verður takið skift á nýggjara partinum av skúlanum og fimleikarhøllini.
- Umfatandi kloakkarbeiði er gjørt í gamla partinum av Sørvági, og vit hava bøtt um parkeringsmøguleikarnar. Bakkavegurin, sum hevur nógva tunga ferðslu til og frá havnalagnum, er breiðkaður. Vit hava valt at uppraðfesta vegakervið til tess at bøta um ferðslutrygdina, og í hesum sambandi eru bæði breiðkingar og snøggar laðingar gjørdar.
Eyð Ellingsgaard sigur, at nógv avfaltarbeiði er gjørt í Sørvági, og hon rósar sørvingum og fólki, sum koyra í bygdini, fyri tolsemi hesa tíðina, meðan arbeitt hevur verið.