Tá kavin lá seinast, hugnaðu tey sær óført í Hvalba.
Tað var gott vetrarveður, og mong savnaðust í Toftabrekkuni í bygdini.
Úr Hvalba verður sagt, at undirtøkan hetta kvøldið var sera góð.
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum Hvalbiar kommuna skipar fyri, og her bjóða tey bæði heitt kakao og okkurt gott afturvið.
Soleiðis var eisini hetta kvøldið í Toftabrekkuni, har eini 10 prosent av allari bygdini luttóku.
- Eini 70 børn, ung og vaksin vóru saman, og her skreiddu og hugnaðu tey sær, verður sagt úr Hvalba.