sum er sáttmálin um fríhandil ímillum Føroyar og Ísland, skal halda fram. Undanfarna samgonga segði annars Hoyvíkssáttmálan upp av tí at Løgtingið hevði samtykt, at útlendingar skuldi ikki sleppa at eiga [...] landbúnaðarvørum á føroyska marknaðin, siga tinglimir í samgonguni. Løgtingið hevur eisini samtykt, at um 12 ár skulu útlendingar ikki longur eiga í feløgum, sum hava fiskirættindi í Føroyum. Tað er í stríð [...] framm, eru boðini frá samgonguni til Jenis av Rana, at hann skal undir samráðingar við íslendingar um at fáa teir at gera tær neyðugu broytingarnar. Men ringlimir í samgonguni gera samstundis púra greitt
Lesarar hjá Sosialinum hava sent inn uppskot um, hvør tey halda, skal gerast Ársins Føroyingur 2019. Hesar grundgevingar hevur ein lesari sent okkum: »Ígjøgnum sítt arbeiði hevur hon sæð ein tørv fyri [...] fyri og annan eftir og hesar tørvir hevur hon fer eftir fer sett sær fyri at bøta um. Tað fyrsta stóra takið var í fyrru helvt av 0’unum tá hon setti sær fyri at føroyingar skuldu hava sína egnu føroysku teldutalu [...] teldutalu, tað var stórarbeiði, tí ongin tílík tala var á føroyskum frammanundan, so tað skuldi gerast frá botni av og tað kostaði nógvar pengar, men hon fall ikki í fátt, men helt á til fyrsta føroyska
tí kravið frá flogternunum var, at danskur arbeiðsrættur skuldi vera galdandi fyri tær. Men nú er semja um, at brot á sáttmálan skulu leggjast fyri Fasta Gerðarætt í Føroyum og viðgerast eftir føroyskum [...] Føroya Arbeiðsgevera, um flogternurnar hjá Atlantsflogi. Og sostatt er eisini greitt, at flogferðslan heldur fram, ótarnað. Tað er greitt eftir at limirnir í Súlini hava atkvøtt um sáttmálan, og hava góðtikið [...] ásettar, og stóri spurningurin um føroyskan ella danskan arbeiðsrætt, sum elvdi til, at semingsmaðurin herfyri kastaði frá sær, er nú loystur. Tað stóra stríðsmálið var um flogternurnar, sum arbeiddu frá
eru ongar ætlanir um tað nú. Tað ger Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, greitt. Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, um nøkur ætlan er um at setae eina [...] ein gagnlig útbúgving at sett á stovn, men hetta má leggjast inn í eina langtíðarætlan hjá Fróðskaparsetrinum. Og talan kann ikki verða um at seta eina slíka útbúgving á stovn, fyrr enn Fróðskaparsetrið [...] tá ið allir partar eru til reiðar til tað, sum hann málber seg. Og hann leggur eisini afturat, at skuldi tað hent, at Fróðskaparsetrið vil sleppa undir eina útbúgving í journalistikki, fer hann sjálvandi
Leirvík, eisini skulu leggjast saman. – Tit skulu ikki koma her at tosa um samanlegging, tí Javnaðarflokkurin fer aldrin at góðtaka, at brennistøðirnar báðar, skulu aldrin leggjast saman, gjørdi hann greitt [...] grótbrotið á Glyvursnesi skuldi gerast til tyrvingarpláss. Annika Olsen, borgarstjóri, heldur, sigur, at Tórshavnar Býráð fer at fáa ríkiligt høvi til at viðgera spurningin um at leggja brennistøðirnar [...] Brennistøðirnar í Havn, og brennistøðin í Leirvík, skulu aldrin leggjast saman. Tað ger Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, púra greitt. Tórshavnar Býráð hevur samtykt at gera eitt tyrv
avtalað, at landsstýrið skuldi rinda tann kostnaðin, og skuldi býráðið rinda fyri sjálvan vøllin. Og nú vilja tey hava landsstýrið at halda avtaluna og tí fara tey nú at søkja landsstýrið um at seta játtina á [...] Nú ætlar býráðið at seta sjøtul á arbeiðið at gera golfvøllin á Glyvursnesi, sum tosað hevur verið um næstan í áratíggjur nú. Tí ætlar býráðið nú at seta ein arbeiðsbólk at fyrireika arbeiðið at gera [...] tekna ein golfvøll á altjóða stigi. Samstundis skal kostnaðarmeting gerast og ein tíðarætlan skal leggjast fyri arbeiðið. Men, hvussu skjótt tað gongur, er tengt at, hvussu nógv tað kostar. Men tey ætla
verið um ferðsluruðuleika í Runavík, tí talið á bilum, sum fara at koyra ígjøgnum býin, fer at veksa nógv. Fyri at sleppa undan tíð, hevur tað ligið í kortunum, at ein nýggjur høvuðsvegur skuldi gerast [...] hann ikki gera sær nakrar sum helst vónir um, tí Jørgen Niclasen sigur, at málið er ongan veg komið. Undanfarna samgonga legði eitt uppskot fyri Løgtingið um vegin, men tað datt burtur, tí tað varð ikki [...] gerast til og frá tunlinum, ígjøgnum fjørina í Runavík. Men nú fáa vit so at vita um tey, sum ávara ímóti ruðuleika, fáa rætt, tí nú staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum og fíggjarmálum
Her hugsar hann um Strandferðsluna og um undirsjóvartunlarnar, Men hann hugsar eisini um tann partin av Landsverki, sum hevur við nýgerð og viðlíkahld at gera. Og hann hugsar somuleiðis um tunlasjakkið, [...] sigur hann. Hann sigur, at tí noyðist Løgtingið at taka eitt kjak um, hvussu hetta skal leggjast til rættis. Og hann er sannførdur um, at tað ber ikki at til at fíggja alt hetta á fíggjarlógini og tí verður [...] verður tað neyðugt at finna aðrar fíggingarhættir. – Tað snýr seg sjálvandi um brúkaragjøld og eisini tað mugu tora at tosa um, heldur hann. – Skal alt fíggjast á fíggjarlógini, koma vit aldrin á mál, leggur
snýr tað seg um einar 150 til 180 næmingar, og um so varð at hetta tilboðið bleiv varðandi, so fer tað neyvan uppum 200 næmingar árliga. Sostatt fer hetta at kosta í mesta lagi 400.000 krónur um árið, sigur [...] krónur í part um árið til limagjøld og luttøkugjøld í sambandi við frítíðarvirksemi. Tað var Runavíkar kommuna, sum var fyrst við hesum slóðbrótandi tiltaki, við tí fyri eyga, at tað skuldi ikki vera fíggjarliga [...] sum legði uppskotið fyri bygdaráðið, og hann sigur í dag, at tað var full undirtøka fyri tí. Men leggjast skal kortini afturat, at málið skal samtykkjast eina ferð afturat, áðrenn tað kann setast í gildi
lum, Henrik Old, eina avtalu um vegin ímillum Havnina og tunnilsmunnan – Við hesi avtalu var komið á mál við einum áralongum stríði um, hvussu vegurin skuldi leggjast, hvussu nógvum íbindingum tørvur [...] heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Og tí spyr hann um nøkur ætlan er um at fáa gongd á hesa vegagerð, og um ætlanin er at seta peninga av til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár [...] borgarstjóri í Tórhavnar Kommunu, og i landsstýrismaður í samferðslumálum, skuldi tað verið lagamanni at fingið eina avtalu um at gera vegin ímillum Havnina og munnan á Eysturoyartunlinum á Hvítanesi. Tað