Nú ætlar býráðið at seta sjøtul á arbeiðið at gera golfvøllin á Glyvursnesi, sum tosað hevur verið um næstan í áratíggjur nú.
Tí ætlar býráðið nú at seta ein arbeiðsbólk at fyrireika arbeiðið at gera golfvøllin, og at fáa eina golfvallar-arkitekt at tekna ein golfvøll á altjóða stigi.
Samstundis skal kostnaðarmeting gerast og ein tíðarætlan skal leggjast fyri arbeiðið. Men, hvussu skjótt tað gongur, er tengt at, hvussu nógv tað kostar.
Men tey ætla eisini at fáa landsstýrið at játta góðar 9,8 milliónir til verkætlanina.
Hetta er kostnaðurin fyri at útvega lendi til golvføllin, og býráðið sigur, at tað er avtalað, at landsstýrið skuldi rinda tann kostnaðin, og skuldi býráðið rinda fyri sjálvan vøllin.
Og nú vilja tey hava landsstýrið at halda avtaluna og tí fara tey nú at søkja landsstýrið um at seta játtina á fíggjarlógina.
Tey siga, at í fyrstu syftu er ætlanin at gera ein vøll við níggju holu, og tað fer væntandi at kosta 27 milliónir krónur.
Men kommunan skal so seta pening av til arbeiðið á eini íløguætlan. Men ætlanin er eisini at fáa fígging uttanhýsis til ætlanina, bæði í Føroyum og í altjóða golfumhvørvinum.
Bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin hjá býráðnum hava samtykt at fara undir verkætlanina, men nú skal so alt býráðið taka eina endaliga støðu. Men tað verður væntandi samtykt, tí í nevndunum hevur full semja verið um tað.











