Siga kortanei til samanlegging

Tit skulu ikki koma her at tosa um samanlegging, tí tað fer Javnaðarflokkurin aldrin at góðtaka

Brennistøðirnar í Havn, og brennistøðin í Leirvík, skulu aldrin leggjast saman.

Tað ger Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, púra greitt.

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at gera eitt tyrvingarpláss í felag við IRF. Tað skal vera í haganum oman fyri Kvívík, men Heðin Mortensen gjørdi púra greitt, at hetta merkir ikki, at brennistøðirnar í Havn, og í Leirvík, eisini skulu leggjast saman.

– Tit skulu ikki koma her at tosa um samanlegging, tí Javnaðarflokkurin fer aldrin at góðtaka, at brennistøðirnar báðar, skulu aldrin leggjast saman, gjørdi hann greitt á býráðsfundi, tá ið tað var samtykt at gera felags tyrvingarpláss.

Annars hevur verið arbeitt við at gera eina felags brennistøð fyri alt landið, tí bæði brennistøðin í Leirvík, og tann í Havn, eru við at verða uppslitnar, so tað verður undir øllum umstøðum neyðugt við nýggjum brennistøðin, og tí sambandi hevur verið arbeitt við at gera eina stóra, felags brennistøð, heldur enn tvær minni.

Men Heðin Mortensen sigur, at av royndum veit hann, at verða brennistøðirnr lagdar saman, verður úrslitið bara, at Havnin fer at sita eftir við rokingunum, men uttan at hava nakra serliga ávirkan.

– Ætlanin er nevniliga, at Havnin skuldi hava fáa ein nevndarlim av sjey limum í eini felags brennistøð, hóast yvir 40 prosent av fólkunum býr í Havn, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at Havnin skal hava sína egnu brennistøð, og ein grund til tað er, at avlopshitin frá henni verður brúktur til fjarhita.

Annfinn Brekkstein helt enntá, at sleppur IRF at eta seg inn á raksturin hjá Tórshavnar Býráð, verður tað ein eykarokning til skattgjaldaran. Tí tekur hann heldur ikki undir við, at vit fáa eitt felags tyrvingarpláss.

– Havnin er høvuðstaður, og vit skulu avgreiða okkara egnu viðurskifti sjálvi, sigur hann.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, tekur heldur ikki undir við at IRF og Tórshavnar Kommuna gera felags tyrvingarpláss, tí hann sigur, at tað hevur ligið í kortunum, at grótbrotið á Glyvursnesi skuldi gerast til tyrvingarpláss.

Annika Olsen, borgarstjóri, heldur, sigur, at Tórshavnar Býráð fer at fáa ríkiligt høvi til at viðgera spurningin um at leggja brennistøðirnar saman.

Men hon heldur, at har tað er gagnligt, er samstarv við IRF tann gongda leiðin, heldur enn at gera dupultar íløgur.

Hinvegin vísa bæði hon, og Heðin Mortensen á, at einaferð í framtíðini verður flogvøllur gjørdur á Glyvursnesi og tað ber ikki at hava eitt tyrvingarpláss beint við ein flogvøll, tí tyrvingarplássið elur nógvan fugl til sín og tað er til vanda fyri flogtrygdina.

– Vit skulu heldur hava flogvøll Glyvursnesi enn tyrvingarpláss, sigur Annika Olsen.