somuleiðis fleiri málsøki frammi í dag, sum slett ikki vóru til í 1948 og sum skulu takast við í eini nýggjari uppgerð við Danmark. Vit hava nógv dømi um, at karmarnir í heimastyrislógini eru sprongdir [...] hevur danska stjórnin t.d. ikki stungið føroyingar og grønlendingar í bakið í hvalaveiðimálum, tí teir tá hava tikið lógvatak við teir stóru í Brússel, heldur enn við ríkinum. Formaður Javnaðarfloksins vísti [...] stjórnin hevur sett heimastýrislógina úr gildi. Teir hava m.a. lagt seg út í føroysk sermál og kravt broytingar á eitt nú í skattmálum og í fiskivinnumálum. Somueliðis vita vit eisini nú, at lógfrøðiliga kann
týdningarleyst smáputl. Í »Endurminningum« verður tað sagt soleiðis »Tað var sjálvt lívið, sum nú alt í einum stóð so ómissiligt og ljómaði fyri mær, sá tað mestsum frá í erva í dárandi ljósi og litum, [...] skaldsøgurnar gera ikki so nógv vart við seg í endurminningunum, kortini koma einstøk brot fyri. Í grindadrápinum í »Feðgum á ferð« gerast friðarligir menn garvillir. Í endurminningunum eygleiðir drongurin tað [...] lesa yrkadagar, og at hann í staðin skal leggja seg eftir onkrum nyttugari, so hann kann lívbjarga sær í bygdini. Útbúgving kann tað ikki vera talingur um, bæði tí at pengar skulu til, og tí at heilsan
mest at siga? Í allari verðini síggja vit, at fólk ivast og síggja onga leið fyri sær. Vavd upp í kappingar um vald og pengar er samanhald ein býur í Russlandi og samstarv ein stovnur í Bruxelles. Tá liggur [...] er so aftur leys, til hon kemur í krikan og søkkur niður í vøtnini har. Hesa ferð er tað, sum hon logar bjartari, enn nakar mintist. Landið liggur sum í nýggjum ljósi. Tann stóra kanningin er av. Hon kannaði [...] Fossbankan. Flísarnar liggja so óslættar, og summar eru næstan regnaðar burtur í ringari stoyping. Í skýmingini hevur hon fingið fótin í ein kant og er farin eftir høvdinum, tað bløðir av nasarygginum. Fólk eru
ini, er, at í 80-árunum vóru hálvtannað starvsfólk í umsitingini. Hetta er nú minkað niður í helvt soleiðis, at nú er eitt starvsfólk 3/4-tíð. Somuleiðis eru 5 av teimum 17 skótaliðunum í Føroyum ikki [...] eina niðurgongd, og er í løtuni í nakað av einum aldudali. Serliga stóra fráflytingin fyrrapartin av 90-unum ávirkaði limatalið skeiva vegin, og gongdin er at kalla hin sama sum í hinum Norðanlondunum. [...] tjóð. Aloftast verður limaskapur í ST settur sum treyt fyri, um eitt land kann gerast limur í altjóða skótarørsluni. Tískil mugu Føroyar vera umboðaðar gjøgnum Danmark í hesum máli, men arbeitt verður alsamt
so, at tað verður 19,5%, merkir tað, at í 30 kommunum skal skatturin hækka og í 19 skal hann hækka. Í átta kommunum er skattaprosentið 16 og í níigju er tað 23 Í ár er miðal kommunuskattaprosentið 19,82% [...] av. 19-20% í skatti Jákup Lamhauge sigur, at verða kommunurnar lagdar saman, verður neyðugt at áseta kommunuskattin av nýggjum í fleiri førum. Nógvar kommunur hava 16% í kommunuskatti, men í øðrum kommunum [...] teimum, sum eru ringast staddar, sigur Jákup Lamhauge, formaður í Runavíkar Kommunu og formaður í Býarfelag Føroya. Tær seks kommunurnar í Býarfelag Føroya eru, Tórshavnar-, Klaksvíkar,- Runavíkar-, Tvøroyrar-
politikkin út í kortið sigur kanningarstjórin í oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann, tá vit spyrja hann, hvørjar ætlanir felagið hevur at samstarva við føroyskar vinnulívsfyritøkur í sambandi við [...] hava hetta í eisini. Tú kanst ikki bara siga við tínar stjórar, at nú fara vit til Føroya, um ikki onkrar vónir eru til steðar. Bjóðið út í ár Richard Hardmann heldur, at verður markið ikki ásett í ár, so [...] heldur annars, at tað ljóðar gott í hansara oyrum, at stig nú er tikið til eina politiska rundu í marknasamráðingunum. -Tað er helst besti mátin at loysa tað uppá í løtuni. Hevur tú ein trupulleika, so plagar
Fuglafirði í ár., men í staðin endaði hann í KÍ. Fuglfirðingar eru tó væl nøgdir við teir báðar Mariniak og Jaraczyk. Fyrr hevur ÍF havt onglendingar á vitjan, og í fjør vóru heili tríggir av slagnum í felagnum [...] ovarlaga í polsku landskappingini, og Mariniak Maciej hevur eisini roynt seg í svenska felagnum GAIS í Göteborg. Sum skilst eru teir báðir fegnir um at vera komnir til Føroyar, og teir trívast væl í Fuglafirði [...] fortíð í B71, og í fjør var hann venjari hjá FS Vágum. Ein annar póllendingur, Marek Vierzbicki, hevur spælt saman við Piotr í bæði B71 og FS Vágum, og ætlanin var eisini, at hann skuldi vera í Fuglafirði
arnar frá í fjør, VÍF, úr steypakappingini í ár. VÍF vann fyrru hálvfinaluna í Vestmanna, men hoyvíkingar vunnu seinnu hálvfinaluna í Havn við betri málmuni enn vestmenningar høvdu vunnið í fyrra dystinum [...] hondbóltsdøgum á árinum er í dag, nú steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum vera í Havn. Vit kunnu ivaleyst vænta tveir spennandi dystir í dag, tí líka mikið hvussu liðini hava staðið seg í landskappingini, er [...] høvdu kunnað veddað um dystin í dag, høvdu tey flestu uttan iva satsað sínar pengar upp á H71. Hoyvíkingar hava fingið eitt sera gott lið, sum kann vinna á øllum hinum liðunum í Føroyum. So seint sum fyri
somu gongd úr øðrum londum. -Men eru nóg nógvir pengar í samfelagnum til at hava tvey privat oljufeløg og er ikki vandi í at binda stórar peningarupphæddir í slík feløg longu nú! -Venda vit nú hetta á høvdið [...] oljufeløg. Í farnu viku varð stig tikið til nýggja oljufelagið ?Atlantic Petroleum?, sum longu hevur fingið játtaðar góðar 25 mill. kr. í partapeningi frá flestu av teimum stóru vinnulívsfyritøkunum í landinum [...] boring í næstum. Ein boripallur er júst farin úr Aberdeen við kós móti Falklandsoyggjunum. -Endamálið við at tosa við teir er at finna út av, hvussu teir sum eitt oljfelag í einum lítlum samfelag í tí gigantisku
rættarmál í Haag er krevjandi bæði fíggjarliga, og nógvir serfrøðingar koma inn í myndina, og málið tekur tíð. Hvussu umfatandi er ein fyrireiking til Haagdómstólin? ? Tað krevur nógva pengar. Í Jan May [...] sett seg inn í marknatrætuna millum Føroyar og Bretland, men úttalar seg sum serfrøðing innan havrætt, og við serligari vitan um Jan Mayen/Grønland-trætuna, sum endaði í Haag-dómstólinum. Í hesum málinum [...] Danmark er partur í landgrunnaravtaluni av 1958, og hon kann tí brúkast í Haagdómstólinum. Geir Ulfstein sigur, at ein góð orsøk til at fara til Haagdómstólin er, um bretar gerast ov víðgongdir í sínum krøvum