vaksnar í dag, greiddu í rættinum frá, at av tí at tær høvdu tætt samband til mannin og konuna gjøgnum familjuna, vóru tær ofta á vitjan. Tær søgdu frá, at ágangurin gekk í høvuðsheitum fyri seg í stovuni [...] av friði at konfrontera mannin við tí, sum hann hevði gjørt. Í vitnisfrágreiðingini segði hon, at maðurin var sjónliga ótilpass av vitjanini, og at hann bakkaði undan henni inn í eitt horn, tá hon vildi [...] høvdu illgruna um. Mamman at systrunum greiddi í rættinum frá, at hon hevði í byrjanini torført at trúgva søgunum. Um sama mundið koyrdi málið móti Marc Dutroux í Belgia, har hann varð ákærdur og síðani dømdur
metir tú størsta orsøkin er til, at vit aftur enda í hesi støðu? _ Heldur tú tað vera í lagi áhaldandi at geva Atlantic Airways sersømdir, sum m. a. tær,ið nevndar vórðu í greinini? _ Heldur tú tað er [...] hoyrt og sæð nokk av seinastu árini. Harrin náði okkum um tað høvdu verið hesir, sum bygdu land, so høvdu vit allir enn gingið í kotinum og húðaskóm. Eg kundi hóskandi spurt Áka: _ Heldur tú tað vera í lagi [...] er í lagið, at stuðul er eitt banniorð hjá nøkrum vinnum, men ørðum nærmast frítt slag?? _ Heldur tú tað er í lagið, ikki at hava fría kapping á flúgving til og frá Føroyum? _ Skulu vit framvegis í besta
burturvið. Fert tú ein túr í hagan, rennur tú teg allar staðir í uppturkaðar áir, sum skemma og mispríða náttúruna heilt ótrúliga nógv, og fáa landslagið at síggja fátakt og berligt út. Tú roynir at ímynda [...] spegla og spæla sær í henni. Regndagar, tá hon skúmandi og vill fer brúsandi út í sundið, og ein ikki møðist av at líta á og aftur og aftur undrast á ta ótrúligu náttúrumegi, sum í henni er goymd. Óveðursdagar [...] Antarfoss beint upp í loft, og tað tykist sum tjúkkur roykur úr skorsteininum, og vit siga: ”Nú kókar kellingin døgurða”. Àin, sum frá upphavi sínum hevur runnið og runnið, og aftur og aftur hevur verið havd á
og hann heldur munin vera, at sum leikstjóri hevur tú størri ábyrgd. - Tú hevur ábyrgdina fyri øllum leikinum, tá tú ert leikstjóri, men sum leikari hevur tú næstan bara teg sjálvan at hugsa um, sigur Hans [...] fyri tveimum árum síðani í 1999, tá tann gjørdist magistari í sjónleiki sum tann einasti í Føroyum. Síðani hevur hann frøtt áskoðarar í Føroyum við sínum framúr góða sjónleiki. - Eg mentist á øllum økjum [...] afturat, at tú sjálvsagt skalt hava stóran áhuga fyri sjónleiki, um tú skalt liva av hesum. Tað er áhugin fyri sjónleikinum, ið drívur verkið. Um tú skalt vera sjónleikari í Føroyum skalt tú bara vera tilreiðar
Klaksvíkar býráð hevur havt nógvar áhugaverdar vitjanir í summar. Nevnast kunnu formanskapurin í íslendska altinginum, ymiskir ambasadørar einsaris og m. a. eisini av Poul Nyrup Rasmusen forsætismálaráðharra [...] eisini innan vinnulívið, og at ein av stoltleikum Klaksvíkar er Chistian í Grótinum, teknaður í Noregi og bygdur í Chile. Eftir kunnanina spurdi tann chilenski ambasadørurin eftir navni og adressu til hetta [...] hitt handa mannin, var ferðin at kalla nyttuleys. Vitjað varð í Christianskirkjuni, har Alex Sólstein hugtakandi greiddi frá. Kósina vitjaðu tey eisini, har Jóhanna Vang og Egil Jóhannesen tóku í móti og
tað bæði landi og kommunu at hava eitt barn í kommunalari dagrøkt ella vøggustovu. Tað kann ikki vera rætt, at man skal koma í eitt sovorðið dilemma í Føroyum í dag. Eg veit væl, at tað eru mammur, sum gleða [...] Sjálv eri eg í barnsburðarfarloyvi, og mítt størsta ynski er at fáa longri tíð heima hjá lítlu dóttir míni. Frá heilsusystur fær ein at vita, at best er um tú gevur barni tínum bróst í minsta lagi 6 mðr [...] barninum nakrar mánaðir afturat. Men dótturin hevur ikki bara brúk fyri kærleika og umsorgan, men eisini økonomiskum tryggleika. Fyri stutt síðani keyptu vit hús og sæð økonomiskt má eg arbeiða, men tað hevði
bestu í ríkinum. At okkara prentarar eru millum teir bestu, er stórt sæð tað einasta Georg hevur rætt í, og tað má hann fyrst og fremst vita frá tí væla arbeiði, hann hevur fingið, tí hann hevur ikki verið [...] lesaraskaranum í Føroyum, so her er einki spart, hvat útbreiðslu viðvíkur. Orsøkin til álopið á meg er ein leiðari í Sosialinum tann 31. august, har blaðstjórin eftir Georgsa tykki hevur hvølvt eina lortaspann [...] ongan lut eigi í hesum. Trupulleikin er bara tann, at nógvar av atfinningunum eru annaðhvørt beinleiðis ósannar, villeigandi ella byggja á manglandi innlit í viðurskiftini, tí Georg ikki hevur gjørt sítt
rráðið ---- Í einum lítlum samfelag sum tí føroyska eiga fakligu krøvini til almenna fyrisiting at vera størri og strang–ari enn í størri samfeløgum. Hetta sigur Løgtings Umboðsmaður í aktuellari grein [...] strangari krøv um álit vóru sett politisku leiðarunum. Vanligt er, at jú longri upp í skipanina tú kemur, jú minni slingur í valsinum skal til, áðrenn krakkurin fer at ridla. Og summa staðni sær tað út til [...] embætisførsluna. Í Danmark eru fleiri ráðharrar farnir frá síðsta árið av ymsum orsøkum, onkur tí ivi hevur verið sáddur um teirra embætisførslu, uttan at tað eru almenn skjalprógv fyri hesum. Í Føroyum skal
krossa av, og hevur tú nóg mikið av sjúkueyðkennum, so kanst tú fáa diagnosuna. Trupulleikin er, at diagnosan ikki greiðir frá, hví tú ber teg soleiðis at. Diagnosan fortelur bara, at tú bert teg soleiðis [...] at fáa eina diagnosu? Vandin er, at tú byrjar at fata teg sjálvan sum ein psykiatriskan sjúkling. Sum um, at tú ert sjúkur. Ert tú ikki sjúkur, so er tað ein vandi í hesum, tí tá kann ein diagnosa skapa [...] sjálvsfatan. Spurningurin er so, hvussu kunnu vit fáa tað inn í sjálva viðgerðina. Tú hevur sagt, at tað er ikki truplari at vera menniskja í dag enn fyri 100 árum síðani. Verður tað lættari at vera menniskja
Hóast Davis hevur búð í Norra í meir enn 40 ár, er hon framvegis fyrst og fremst føroyingur. Børnini tosa føroyskt og maðurin kennir hvørt klaksvíksútrykk, flennir hon. Hon hevur ferðast regluliga í Føroyum [...] heiminum. - Í mínum eygum er Bush nærum vorðin ímyndin av dupultmorali, sum hann leikar í og misnýtir sítt vald við Bíbliuni í hondini. Tað er syndarligt at síggja, hvussu hann hevur útnytta ræðsluna hjá fólki [...] liðug at læra til sjúkrasystur í Havn, giftust tey bæði og fluttu til Norra at búgva. Hon ivaðist ongantíð í at fara, men viðgongur, at hon kendi seg øgiliga fremmanda í nýggja umhvørvinum. - Eg veit ikki