gott, og tað er ikki langt frá, at hetta er nakað av tí vánaligasta, vit hava spælt í ár. Tó haldi eg, at vit kempa væl allan dystin, og tað er øgiliga týdningarmikið, at vit ikki fáa mál í móti okkum. [...] rokna við hesum. - Seinnu hálvfinaluna skulu vit hava. Vit fara at koyra upp á sama máta, tí í dag vantaðu bara málini og tey ætla vit at fáa komandi mikudag, sigur Kenneth Jacobsen hjá B36. [...] hjá B36 á vøllinum í gjár. - Eg eri væl nøgdur við okkara spæl sum heild. Men vit hava trupult við at fáa bóltin inn, og fáa onki mál. Teir verja væl og fáa eisini kreditt fyri tað, segði høgri bakkurin
ovara parti. Roynast væl Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sigur, at hetta slagið av slengrikjølum hevur víst seg at roynast sera væl. - Eg eri ikki heilt greiður yvir, hvaðani henda skipanin [...] Fugltúgvan verður eisini málað umframt at onnur smáarbeiði verða gjørd umborð, meðan skipið stendur á Tórshavnar Skipasmiðju. 3 mió krónur Gunnar Mohr sigur, at leingjanini, slengrikjølar, stabiliseringstangi [...] og tað, sum annars verður gjørt við skipið, nú tað stendur á bedingini, fer at taka fimm vikur tilsamans. Kostnaðurin fer at liggja um 3 mió krónur. Tað eru klaksvíkingar, ið eiga felagið P/F Torvanes
miðal høli og tríggjar boksir. Virkishúsið kemur at umsita hølini, sum einhvør einstaklingur ella bólkur kann leiga. Eisini verður møguligt hjá øðrum at skipa fyri konsertum og tiltøkum annars í konserthøllini [...] 150 áhoyrarum. Um tú hevur tørv á einum venjingarhøli, so ber til at ringja til Virkishúsið á telefon 458510 ella 288510. Ella við at støkka inn á gólvið gerandisdagar frá kl. 14.30 til kl. 22.30 í Vi [...] skipað fyri onkrari spennandi konsert hendan dagin, so tað er at fylgja við og leggja leiðina inn á gólvið. - Vit á Virkishúsinum gleða okkum til at síggja tykkum øll í Dávavirkinum, skrivar tey á myspace
Vit eru ótrúliga fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa Kim Wilde at spæla á Summar Festivalinum. Kim Wilde hevur eina ørgrynnu av kendum sangum, og vit vita av royndum, at slíkar framførslur rigga [...] á hitlistum í USA og Europa, kemur í summar til Føroya at syngja síni óteljandi hitt fyri føroyingum Í morgun boðaði Summar Festivalurin frá, at seinna útlendska høvuðsnavnið á festivalinum verður enska
nógvir føroyingar fyri at fylgja við á stórskíggja, tá Støð 2 sendi stóru finaluna. Nógv nýttu eisini høvið at atkvøða fyri teirra vinnara. Hýrurin var góður, tá tað kom fram, at yvir 70 prosent av atkvøðunum [...] góða móttøku. Jógvan hevur nógvar vinir, sum stuðla honum. Hetta sást so væl, at hann næstan ikki fekk fari á wc, uttan at fimti ungfólk skuldu klemma og tosa við hann. Telefonin hjá Jógvani kimaði eisini [...] sendistovuni og frá Klaksvíkar Býráði. Dagin eftir stóru finaluna var øll familjan bjóðað til døgurða og at gista beint uttan fyri Reykjavík, har Jógvan skuldi hitta ein stóran íslendskan sangskrivara, sum
tímar áðrenn dystin. Tað kundi verið eitt tekin um, at virðingin fyri okkum ikki er tann stóra, sigur Súni Olsen, ið heldur, at landsliðið eigur at gera sær dælt av hesum. [...] og Súni metir sjálvur, at teir kunnu geva liðnum eina breidd, sum møguliga hevur vanta í hinum dystunum. – Vit hava spælt fleiri dystir á høgum støði, og tað kann hava nógv at siga í slíkum dystum, metir [...] vøllinum. – Eg eri hampiliga væl fyri og formurin er tætt 100%, sigur Súni Olsen og játtar flennandi, at lærkrikin nokk skal halda til eitt skot, um hann kemur í skotstøðu. Vantandi virðing Súni Olsen er
møguleika at framføra egna skrá. Konsertir við einstøku kórunum verða eftir ætlan hildnar í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 17. mai og fríggjakvøldið 18. mai. Treyt fyri at luttaka við egnari skrá, er at kórlimirnir [...] kórlimirnir luttaka á stevnuni. Tilmeldingarskjal fæst við at senda ein teldupost til glerfoss@yahoo.dk. Til ber eisini at ringja til Helenu á tlf 312908/592908. Tilmeldingarfreistin er sett til 1. apríl 2007 [...] verður hildin í Tórshavn - Norðurlandahúsið verður karmur um flestu tiltøkini. Fimm kórleiðarar fara at hava workshop, sum verða hildnar kring Havnina. Teir fimm kórleiðararnir eru: John Højby, Steen Lindholm
gongur støðugt framá at skriva fólkateljingar inn, skrivar felagið, sum sóknast eftir fólki at skriva inn fólkateljingarnar - serliga úr norðoyggjunum. KT Slekt arbeiðir eisini við at skráseta allar kirkjugarðar [...] tøkt á heimasíðuni. Onkrar kommunur eru sera trekar at lata upplýsingar um kirkjugarðar og vísa til, at hetta eru eymar upplýsingar. Felagið heldur, at upplýsingar um kirkjugarðar, til ættargranskilig endamál
Alfred Olsen, næstformaður, fyri valið. Fundurin byrjaði við, at Kaj Leo setti fundin sera stutt og bað einans vælkomin og lýsti fundin at vera settan. Síðani greiddi skrivari floksins, Helgi Abrahamsen [...] nýtti eisini høvið til at takka Lisbeth fyri hennara arbeiði, nú hon ikki stillar upp aftur. Eisini Jóhan tók orðið, og hann takkaði eisini Alfred fyri og segði seg vilja arbeiða fyri, at Sambandsflokkurin [...] , var val av næstformanni í Sambandsflokkinum. Suðuroyar Sambandsfelag hevði heitt á Johan Dahl um at stilla upp til næstformann, og hann eftirlíkaði ynskinum. Hvørki Alfred ella Jóhan tóku orðið, áðrenn
í so máta var tað keðiligt, at samstarvið mátti halda uppat, men tað er onnur viðurskifti rundan um, sum gera, at tað ikki ber til, sigur formaðurin í TB, sum ikki ynskir at koma nærri inn á, hvørji viðurskifti [...] Vit, nevndin í felagnum og eg, eru komin ásamt um, at samstarvi okkara millum skal steðga, sigur Jan Nielsen við Sosialin í gjár. Hann ynskti ikki at koma nærri inn á, hvør orsøkin til uppsøgnina er. [...] viðurskifti talan var um. ? Tað er einaferð soleiðis, at felagið livir av stuðlum og sponsorum, og hesar mugu vit altíð kunna hyggja inn í eyguni, er stutta viðmerkingin frá Jóhan Petur Olgarsson. Samstarvið