Ferðslan í Norðoyatunlinum verður órógvað í styttri tíðarbilum frá í dag og nakað fram. Stongt verður, meðan sprongt verður.
Væntað verður, at tunnilin steingir í umleið 10 minuttir undir hvørjari spreinging. Roknast skal við, at hetta fer at endurtaka seg umleið 25 ferðir næstu tíðina, skrivar Klaksvíkar kommuna.











