Løgreglan ávarar: Sera hált

Tað er rættiliga hált við tunnilsmunnan oman fyri Norðskála

Løgreglan ávarar í kvøld bilførarar um, at tað er rættiliga hált á vegnum við tunnilsmunnan oman fyri Norðskála.

Hitin verður um frostmarkið í nátt, og tí kann hugsast, at tað verður hált ymsastaðni á vegunum í nátt og morgin ári.

Løgreglan heitir á bilførarar um at koyra varliga.