Bretska forsætisráðfrúan stríðist fyri at vinna meiriluta í undirhúsinum fyri skilnaðaravtaluni, sum hon hevur gjørt við ES. Tað síðsta er, at Theresa May hevur sagt, at hon leggur frá sær, so skjótt brexitavtalan er fingin upp á pláss.
Eftir upprunaligu ætlanini skuldi Bretland fara úr ES fríggjadagin.
/ritzau/