Hóast fleiri festivalar og stevnur hava verið kring landið um vikuskiftið, hevur løgreglan ikki havt nógv at gera.
Av løgreglustøðini siga tey í morgun, at vikuskiftið hevur verið fyrimyndarligt.
Løgreglan hevur tó havt nakrar fyrispurningar frá fólki, sum hava gloymt at endurnýggja passið, áðrenn tey skuldi av landinum.