Í gjáranáttina varð ein sjáldsama tankaleysur innbrotstjóvur tikin í Havnini. Tvær nætur upp í slag hevði innbrot verið í goymsluni á bryggjaríðnum, Okkara, á Velbastað, og har varð nokk so fitt av ølið [...] til løgregluna um trý tíðina í gjáranáttina. Men stutt eftir meldaðu fólk ein bilførara, sum koyrdi so mikið ófantaliga runt í Havnargøtum, at tey hildu, at tað ruggaði ikki rætt. Løgreglan fór at kanna [...] varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Men løgreglan vil ikki nágreina, hvørji hini málini eru sum vóru so álvarslig, at tey elvdu til, at hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at bróta inn
stóru trendunum á Facebook verið Ice Bucket Challenge, sum í mangar mátar kann sammetast við hoppidilluna, sum herjaði í Føroyum um páskirnar í ár. Í Ice Bucket er avbjóðingin at ein spann við ísakøldum vatni [...] nomineraða. Eftir avbjóðingina kunnu tríggjar tilnevningar gevast, og tekur ein av teimum tilnevndu ikki av, skal viðkomandi lata eina peningagávu til ALS Association, sum stendur fyri ymsum granskingar [...] ALS-sjúkuna. Fleiri eru sjálvandi eisini, sum bæði taka við avbjóðingini og lata pening, og tað hevur ikki gjørt tað verri, at kendir persónar so sum Bill Gates, Justin Bieber og Bill Clinton hava tikið við
tíð í morgun í 800 frí innleiðandi á Evropeisku Meistarastevnuni í Berlin. Tíðin hjá honum var 7:53.09. Hann luttók í 4. og síðsta riðli, og visti tí hvussu skjótt skuldi svimjast, fyri at koma í finalu [...] Men tað var ikki langt ímillum teir fremstu. Aftaná 500 metrar legði Pál seg á odda. Danin, Mads Glæsner, skuldi eisini svimja í 4. riðli, men møtti ikki upp. Finalistarnir, ið skula svimja í morgin, eru:
2014, og hann verður ikki brotin. Hvat hendir í 2015 er trupult at siga, men sjálvandi hyggja vit uppá ymiskar møguleikar, sigur Niclas K. Niclasen við Norðlýsið. Hann vísir harvið ikki aftur, at samband [...] Norðlýsið skrivar í dag, at nógv bendir á, at Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur venjari hjá KÍ. Víst verður til eina mynd undir dystinum ímillum ÍF og KÍ í gjár, har Niclas K. Niclasen, ítróttarstjóri [...] 37 dystunum, sum Eyðun Klakstein hevur staðið á odda fyri KÍ síðani hann tók við sum venjari í juni-mánaða í fjør. Mikkjal K. Thomassen var kappingarárini 2011, 2012 og 2013 venjari hjá B36. Hetta fyrsta
fyri leikirnar í 2019. Men í umsóknini tók ÍSF fyrivarni fyri, at hóast krav er um, at í minsta lagi 12 ítróttargreinar skulu verða á Oyggjaleikunum, kunnu Føroyar í verandi støðu ikki hýsa fleiri enn [...] ítróttargreinin á leikunum í Føroyum, men ÍSF heldur seg ikki enn hava fingið trygd fyri, at golfvøllur verður gjørdur í Føroyum til summarið 2019. Tí hevur ÍSF tikið fyrivarni fyri hesum í sínari umsókn. - Vit [...] viðgjørd á fundi hjá Oyggjaleikanevndini á Jersey í mars. Fram til ta tíð fer ein minni bólkur hjá IIGA at nærlesa umsóknina og fáa greiði á ivamálum, og í tí sambandi fara vit væntandi at samskifta við føroyska
sum eisini er stjóri í felagnum. Sambært kunngerð frá Skráseting Føroya í gjár varð stjórin í felagnum koyrdur frá, og Føroya Skiftirættur er komin inn sum stjórn í felagnum. Tað er vanlig mannagongd, [...] húsagang. Í fjør lat felagið inn roknskapi fyri fyrsta roknskaparárið 2011, og tá var úrslitið eitt hall upp á 62.000 krónur. Hvussu støðan er í felagnum nú er ikki greitt, tí roknskapurin er ikki kunngjørdur [...] ins, Sp/f Ó, varð í gjár sent í skiftirættin. Felagið, sum hevur til endamáls at fáast við virksemi innan undirhald, tænastur til lesandi, forritan, keyp og sølu og annað virksemi í hesum sambandi, var
tíðarskeið í fjør. Fyrstu ellivu mánaðirnar í ár eru 213 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 65 milliónir í kirkjuskatti. - Eftirlønarskatturin er væl hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør, ella [...] fingið eitt vet minni inn í skatti fyrstu ellivu mánaðirnar í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. - Higartil í ár hava kommunurnar fingið eina 1,3 milliardir krónur inn í skatti, og tað eru 4,6 milliónir [...] mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið 21,3 milliónir krónur fleiri inn enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein uppgerð hjá TAKS. Hgartil í ár hevur landið fingið 1,1 milliard krónur inn í skatti, og
var við reyvini í vatnskorpuni, at KÍ bjargaði sær lívinum í bestu deildini í ár. Tað megnaði TB hinvegin ikki og má tungu leiðina niður í 1.deild. Hetta ger tað tungt at halda fast í serliga útlendsku [...] trupulleikar í verjuni. Felagið royndi í summar at fáa fleiri spælarar úr Danmark, men einki eydnaðist. Babacar Ndiour hevur spælt í miðverjuni hjá TB í ár, meðan Ndende eisini kann spæla í miðverjuni, [...] útlendsku spælarunum, sum kosta nógv. Tí hava fleiri søgur verið um, at Ndende og Babacar Ndiour ikki halda fram í TB. Ndende hevur sáttmála fyri komandi ár, meðan Babacar Ndiour ongan sáttmála hevur. Nú ljóðar
at seta pening á dystir í somu deild, sum leikarin sjálvur spælir í. Tað merkir, at ein leikari, sum spælir í Superliguni, ikki hevur loyvi til at vedda pening um nakran dyst í Superliguni yvirhøvur. - [...] dystir. Nú verður farið í hernað ímóti at slíkt skal endurtaka, og í tí sambandi boðar DBU í dag frá, at reglurnar hesum víðvíkjandi eru vorðnar strangari. Framyvir verður tað ikki loyvt hjá fótbóltsleikarum [...] donskum ítrótti í heila tikið, bæði í mun til trúðvirði og menning. Tískil er tað umráðandi, at vit leggja meiri orku í tað, herða revsingina og sýna eina nullhugsjón á økinum, sigur formaðurin í DBU, Jesper
1-1 móti Íslandi í kvøld, hevur tað eydnast Danmark U21 at spæla seg til EM í Kekkia 2015. Tað var annars danski landsliðsvenjarin sum undan dystinum segði, at Ísland í hvussu er ikki megnaði at skora [...] eftir eitt horna. Men her endaði tað ikki, tí í 92. minutti fekk Ísland tildømt eitt brotsspark, sum teir síðani seta í málið. 1-1 endaði hesin dysturin, og tá tann fyrri í Aalborg endaði 0-0 merkti tað, at [...] Fyrru ferð var góðar 10 minuttir áðrenn leiklok, tá danski málverjin klossaði eitt høgt innlegg inn í málið. Eitt sindur óskiljandi dømdi dómarin fríspark móti íslendska áleyparanum, og málið var kolldømt