Seinasta mánaðin hevur ein av stóru trendunum á Facebook verið Ice Bucket Challenge, sum í mangar mátar kann sammetast við hoppidilluna, sum herjaði í Føroyum um páskirnar í ár.
Í Ice Bucket er avbjóðingin at ein spann við ísakøldum vatni skal oysast á tann nomineraða. Eftir avbjóðingina kunnu tríggjar tilnevningar gevast, og tekur ein av teimum tilnevndu ikki av, skal viðkomandi lata eina peningagávu til ALS Association, sum stendur fyri ymsum granskingarverkætlanum innan ALS-sjúkuna.
Fleiri eru sjálvandi eisini, sum bæði taka við avbjóðingini og lata pening, og tað hevur ikki gjørt tað verri, at kendir persónar so sum Bill Gates, Justin Bieber og Bill Clinton hava tikið við avbjóðingini.
Og hjá ALS Association merkja tey so sanniliga eisini fløvan av átakinum. Seinasta mánaðin hevur felagsskapurin fingið $94,3 mió. Hetta svarar til 533 mió kr. Sama mánað í fjør var upphæddin $15 mió, so talan er altso um ein 35-faldan.