Pál svam bestu tíð í morgun í 800 frí innleiðandi á Evropeisku Meistarastevnuni í Berlin. Tíðin hjá honum var 7:53.09. Hann luttók í 4. og síðsta riðli, og visti tí hvussu skjótt skuldi svimjast, fyri at koma í finalu. Evropamethaldarin Gabriele Detti og ungarin Gergely Gyurta løgdu harðast út. Men tað var ikki langt ímillum teir fremstu. Aftaná 500 metrar legði Pál seg á odda. Danin, Mads Glæsner, skuldi eisini svimja í 4. riðli, men møtti ikki upp. Finalistarnir, ið skula svimja í morgin, eru:
1. Pál Joensen (FAR) - 7:53.09
2. Jan Micka (CZE) - 7:53.38
3. Gabriele Detti (ITA) - 7:53.51
4. Gergely Gyurta (HUN) - 7:55.34
5. Gregorio Paltrinieri (ITA) - 7:55.35
6. Stephen Milne (GBR) - 7:56.40
7. Richard Nagy (SVK) - 7:56.74
8. Ferry Weertman (NED) - 7:57.80
Kelda: svimjing.com