Føroyska umsóknin verður viðgjørd í mars

Formliga viðgerðin av føroysku umsóknini um at hýsa Oyggjaleikunum í 2019 verður í mars mánaði

Fyri viku síðani sendi Ítróttarsamband Føroya (ÍSF) umsókn til altjóða Oyggjaleikanevndina – International Island Games Association (IIGA) – um vertsskapin fyri leikirnar í 2019. Men í umsóknini tók ÍSF fyrivarni fyri, at hóast krav er um, at í minsta lagi 12 ítróttargreinar skulu verða á Oyggjaleikunum, kunnu Føroyar í verandi støðu ikki hýsa fleiri enn 11 ítróttargreinum.


Ætlanin er og hevur verið, at golf skal verða tann 12. ítróttargreinin á leikunum í Føroyum, men ÍSF heldur seg ikki enn hava fingið trygd fyri, at golfvøllur verður gjørdur í Føroyum til summarið 2019. Tí hevur ÍSF tikið fyrivarni fyri hesum í sínari umsókn.

 

- Vit hava móttikið føroysku umsóknina, og hon verður formliga viðgjørd á fundi hjá Oyggjaleikanevndini á Jersey í mars. Fram til ta tíð fer ein minni bólkur hjá IIGA at nærlesa umsóknina og fáa greiði á ivamálum, og í tí sambandi fara vit væntandi at samskifta við føroyska Ítróttarsambandið um umsóknina, sigur Jørgen Pettersson, formaður í altjóða Oyggjaleikanevndini.