Sjáldsama tankaleysur tjóvur tikin í Havn

Hann breyt inn eftir øli, men varð stutt eftir tikin fyri at koyra bil við kenning


Í gjáranáttina varð ein sjáldsama tankaleysur innbrotstjóvur tikin í Havnini.

Tvær nætur upp í slag hevði innbrot verið í goymsluni á bryggjaríðnum, Okkara, á Velbastað, og har varð nokk so fitt av ølið stolið.

Seinna innbrotið varð meldað til løgregluna um trý tíðina í gjáranáttina.


Men stutt eftir meldaðu fólk ein bilførara, sum koyrdi so mikið ófantaliga runt í Havnargøtum, at tey hildu, at tað ruggaði ikki rætt.

Løgreglan fór at kanna málið, og tá ið tey steðgaðu bilininum, var bilførarin fullur - og harafturat  hevði hann fullan bil av øli frá Okkara.


Hann varð tikin á støðina, men av tí, at hesin sami bilførari hevur onnur álvarslig løgreglumál á samvitskuni, varð hann førdur fyri rættin og har varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur.


Men løgreglan vil ikki nágreina, hvørji hini málini eru sum vóru so álvarslig, at tey elvdu til, at hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at bróta inn eftir nøkrum ølkassum og nøkrum rammum av øli.